fríggjadagur 28. september 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 • 28. september 2007
Vikuskifti
6
Lisbeth L. Petersen, Annita á
Fríðriksmørk og Heidi Petersen
eru einastu kvinnurnar, sum hetta
valskeiðið hava arbeitt í løg
tinginum.
Ein gerandisdag í september
hittu vit tær til eitt prát um kvinnu
liga umboðan á tingi, um teirra
royndir í politiska arbeiðnum, og
hvat kann betra um kvinnuligu
umboðanina í løgtinginum.
Er tað ein tung avgerð at lata seg
uppstilla fyrstu ferð?
Annita: Fyrstu ferð, eg var
uppstillað, var til fólkatingsval
í 1991. Tað var eitt stórt stig,
og eg var hjartkipt. Eg var við í
Norðurlandahúsinum og skuldi
halda eina lítla røðu. Eg skrivaði
hana 14 dagar frammanundan,
og so lærdi eg hana uttanat. Eg
var ræðuliga nervøs. Men so
varð eg aftur uppstillað til næsta
fólkatingsval, og at enda til løg
tingsvalið í 98. Tá var tað ikki ein
tung avgerð.
Lisbeth: Eg var heilt ung, tá eg
stillaði upp fyrstu ferð, men tað
var mest tí, at teir bara skuldu
hava onkra kvinnu á listan. Eingin
roknaði við, at eg fór at koma inn,
so tað var ikki ein tung avgerð.
Men mín elddópur kom í 84, tá eg
stillaði upp til kommunuvalið. Eg
hevði ongan áhuga fyri kommu
nalpolitikki, kom bara á listan fyri
at hjálpa einum øðrum. Men tá
avtornaði, kom eg einsamøll inn.
Tað var torført.
Heidi: Tað var av tilvild, at eg
stillaði upp. Eg var formaður í
Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag,
og vit høvdu funnið okkara
valevni. Men so leyp ein frá. Vit
royndu at finna nýtt valevni, men
uttan úrslit. At enda hugsaði eg,
“okey, eg geri hetta bara. Hetta
kostar 3 vikur av mínum lívi, og so
havi eg roynt tað. Eingin væntaði,
at eg fór at koma inn. Men tá eg
segði ja, so fór eg heilhjartað inn
í kampanjuna.
Hvussu er løtan so, tá atkvøð
urnar eru taldar upp, og úrslitið
vísir, at tit eru valdar?
Heidi: Ta løtuna blíva fólk púra
ør. Og at eg var sloppin inn, var eitt
totalt sjokk. Eg var glað, skelkað,
forfard og ærað, tað var kaos. Nógv
fólk kom inn á gólvið. Men sonurin
legði seg í seingina at gráta. Hann
segði, at “nú fert tú á ting, og eg
fari ongantíð at síggja teg aftur.”
Tað kvøldið lovaði eg, at eg skuldi
keypa okkum báðum fartelefon,
soleiðis, at hann altíð kundi fáa
fatur á mær.
Lisbeth: Tá eg var vald inn í
býráðið fyrstuferð, hugsaði eg:
“klári eg hetta?” Hini býttu seg í
tveir partar, og eg stóð einsamøll
í miðjuni. Annar parturin beyð
mær alt uttan formanssessin,
meðan hin bara beyð mær for
manssessin. Eg valdi at taka tað
mest læruríka, og segði tí nei til
at vera býðráðsformaður. Tá eg
ikki tók av formanssessinum, vóru
nógvar kvinnur eftir mær. Tað
var sera óbehagiligt. Men eg var
glað fyri mína avgerð, tí eg lærdi
øgiliga nógv tey árini.
Annita: Tá eg kom inn, var ein
røringur í fólkinum, tí fullveldið
var veruliga komið á dagskránna
tá. Vit vóru trý nýggj og ung
valevni, sum komu inn. Eg var
29, Høgni var 30 og Páll var 31,
og tað lá stór ábyrgd á okkum,
tí fólkið væntaði, at nú skuldi
okkurt henda við fullveldinum.
So beinanvegin valnáttina høvdu
vit samráðingar um at skipa
samgongu. Og tað eydnaðist.
Ert tú nærtøkin hev
Lisbeth L. Petersen
Uppvaksin við politikki. Í familjuni eru fleiri generatiónir
av politikarum, og abbin var fyrsti løgmaður eftir
heimastýrislógina. Pápin var blaðstjóri á Dimmu, sum tá var eitt
agitatiónsblað hjá Sambandsflokkinum. Var ung, tá hon byrjaði
í politiskum arbeiði, og var eisini virkin í kvinnufelagsarbeiði.
Verið býráðslimur og býráðsformaður í Havn, fólkatingslimur og
tinglimur.
Kvinnupolitikkur
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Sonur Heidi Petersen legði seg í
songina at gráta, tá ið hon varð vald
í Løgtingið. Lisbeth L. Petersen
heldur, at tað ringasta er, tá ið tíni
egnu ganga ímóti tær, og Annita á
Fríðriksmørk ger greitt, at skulu
kvinnur verða við í politikki, mugu
tær spíska albogarnar beinanvegin.
Vit hava hitt tær tríggjar løgtings
kvinnurnar til eitt prát um teirra
upplivingar í politikki
Tríggjar einsamallar kvinnur og 29 menn
mannað tingið. – Tað kemur ofta fyri, at vit
undir tingfundum hugsa, at her eru avgjørt
ov fáar kvinnur við til at mynda føroyska
politikkin. Mynd: Jens Kristian Vang
”
Tað ringasta er, tá tíni
egnu ganga ímóti tær.
Tað er óbehagiligt
Lisbeth