Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 188 - 28. september 2007 Um seks dagar skal rættarnevndin hjá Løgtinginum vera liðug við at viðgera uppskotið hjá Edmundi Joensen um eitt valdømi. Eftir øllum at døma fer nevndin at biðja um longri tíð, og verður umbønin væl grundað, so fær nevndin møguliga upp í tvær vikur afturat til viðgerðina, sigur løgtingsformaðurin Vallóg Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Nógv umtalaða uppskotið hjá Edmundi Joensen, løg­ tingsformanni, um at gera Føroya til eitt valdømi er framvegis til viðgerðar í rættarnevndini. Vanliga hev­ ur ein løgtingsnevnd ein mánaða til at viðgera eitt lógaruppskot, men um grundgevingarnar eru nóg góðar, so ber til at fáa longri tíð. Hósdagin í næstu viku er ein mánaður síðani, rættar­ nevndin fekk uppskotið, og tí skuldi tað undir vanligum umstøðum komið aftur í Løgtingið tá. Formaðurin í rættarnevndini, Marjus Dam, gjørdi rættiliga skjótt greitt, at nevndin helst kom at biðja um longri tíð til viðgerðina, tí avleiðingarnar av eini tílíkari broyting eru so umfatandi. Spurdur um hann fer at eftirlíka hesum, sigur løg­ tingsformaðurin, at tað væntar hann. ­ Eru grundgevingarnar nóg góðar, so fari eg sjálv­ andi at eftirlíka umbønini, sigur Edmund Joensen. Talan verður helst um eina viku og í mesta lagi 14 dagar. Tað hevur ljóðað, at nevndin ikki beinleiðis hev­ ur skundað sær við viðgerð­ ini, tí formaðurin í nevndini, sum er partamaður hjá løgtingsformanninum, er hart ímóti uppskotinum og tí sær ein fyrimun í at hála málið út. Edmund Joensen heldur ikki, at rættarnevndin kann skírast fyri at hava døllað sær. ­ Nevndin hevur havt nógvar innkallingar fyri at fáa lýst málið, og tað skal hon sjálvandi hava møgu­ leika til. Einaferð varð tosað at fara til Grønlands ella fáa ein grønlending at koma hendanvegin, men hetta verður eftir øllum at døma ikki til nakað, sigur Edmund Joensen. Grønland varð í 1998 gjørt til eitt valdømi, og tí hevur rættarnevndin hjá Løgtinginum vent eyguni tann vegin fyri at síggja av­ leiðingarnar av grønlend­ sku valskipanini. ­ Tað er sjálvandi nógvur politikkur í øllum hesum, so ilt er at vita, hvat ella hvørji álit koma úr nevndini. Uttan at vita hetta rokni eg persónliga við, at tað koma minst tvey tilmæli frá nevndini og kanska trý. Eitt tilmæli um at tillaga mítt uppskot, so tingmannatalið ikki fer niður í 31, men upp í 33 og eitt tilmæli verður helst um at fella uppskotið, sigur Edmund Joensen og leggur dent á, at hetta bert eru hansara gitingar. Løgtingsformaðurin afturvísir atfinningunum um, at uppskot hansara skal vera alt ov illa fyrireikað. ­ Hetta er heilt burturvið at siga, tí tað eru tey bestu fólkini í umsitingini hjá bæði Løgtinginum og Landsstýrinum, sum hava evnað tað til. Tað finnast ikki betri fólk í landinum, sigur Edmund Joensen. Hann afturvísir eisini, at skotbráið skal vera ov stutt til at viðgera uppskotið, og at valfeløgini við eini so umfatandi broyting hava ov stutta tíð til at fyrireika seg til uppstilling og valdyst. ­ Tey hava líka góða tíð, sum tey plaga. Mær kunnugt er tað altíð í síðstu løtu, at listarnir eru klárir, so hetta broytir als onki. Londini uttanum okkum hava tey flestu tríggjar vikur til val­ dystin, meðan vit hava seks vikur. Vit hava tosað um at gera hetta í 20 ár, og eg fráboðaði longu í vár, at uppskotið fór at koma. Ti halda hesi argumentini heldur ikki, sigur Edmund Joensen. Tað er ikki løgtings­ formaðurin, men tingmað­ urin Edmund Joensen, ið hevur lagt uppskotið fram. Í dag viðger Løgtingið eitt uppskot frá Jacob Vestergaard, landsstýris­ manni, júst um at broyta vallógina, so vit fara frá seks niður í tríggjar vikur frá tí, at valið er útskrivað, til tað skal haldast. Harafturat skjýtur lands­ stýrismaðurin upp at broyta tingmannatalið frá 32 til 33, og at hesin skal veljast í Suðurstreymi, sum er und­ irumboðað í mun til fólka­ talið. Hetta uppskotið fer eisini í rættarnevndina. Tað hevur ikki borið til at fingið orðið á formannini í rættarnevndini, Marjus Dam, og tí hevur Sosialurin spurt Olav Enemoto, sum er eykaumboð í nevndini, men hevur luttikið á øllum fundum fyri Kaj Leo Johannesen. Enemoto heldur ikki, at tað er nøkur orsøk at biðja um meiri tíð. Hinvegin fer hann ikki at seta seg ímóti, um formaðurin heldur tað verða neyðugt. ­ Eg fari at virða eina útseting, men beint nú dugi eg ikki at síggja, hví tað skal vera neyðugt, sigur Olav Enemoto, sum mót­ vegis formanninum, er fyri at broyta Føroyar til eitt valdømi. Edmund skundar ikki undir TØRVA R TÆR AVB JÓÐ I NG AR ? Hevur tú royndir við teldugrunnum og telduskráum ella útbúgving sum telduvørður? So er Landsskjalasavnið rætta arbeiðsplássið hjá tær! Landsskjalasavnið sóknast eftir starvsfólki, sum skal hava ábyrgdina av at menna og viðlíkahalda dátugrunnar og telduskráir stovnsins í samsvari við nútímans krøv. Í arbeiði tínum fert tú at U Menna telduskráir og dátugrunnar U Samstarva við savnsvørðar um faklig krøv til skráir U Menna og dagføra heimasíðu U Viðlíkahalda brúkarateldur Uppgáva Landsskjalasavnsins er at varðveita tilfar, t.d. skjøl, og gera hesi tøk hjá almenninginum. Til hetta krevst, at ein mennir dátugrunnar og telduskráir, so at tey, sum skulu granska, hava betri atgongd til hesar grunnar og skráir. Ávíst samstarv verður við KT-tænastuna hjá Fróð- skaparsetrinum, sum hevur dagliga raksturin av Traðarnetinum um hendi. Traðarnetið fevnir um Fróðskaparsetrið, Fiski- rannsóknarstovuna, Landsbókasavnið, Náttúru- gripasavnið og Landsskjalasavnið og veitir hesum stovnum ymsar tænastur, eitt nú við at hýsa heimasíðum, ambætarum, antivirus, fílu- goymslum, postambætarum o.ø. Treytir og umsóknir Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fleiri upplýsingar um starvið og arbeiðsuppgávur fáast við at venda sær til Sámal Trónd Finnsson Johansen, landsskjalavørð, á 31 66 77 ella á fararch@lss.fo. Umsóknir við prógvum, ævisøgu (CV) og møguligum viðmælum skulu sendast Landsskjalasavninum og vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. oktober 2007 LANDSSKJALASAVNIÐ V.U. Hammershaimbsgøta 24 100 Tórshavn LANDSSKJALASAVNIÐ www.lss.fo r e p r o z Edmund Joensen fer ikki at seta seg ímóti, um rættarnevndin biður um longri tíð til at viðgera uppskot hanssara um eitt valdømi