fríggjadagur 28. september 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 188 • 28. september 2007
– Tað er hart fysiskt. Ógvuliga
krevjandi. Intensivt. Og tað krevst
ein ótrúlig disiplin fyri at fáa
ein bát at rigga. Møtir ein ov
seint, so gongur tað útyvir alla
manningina.
– Og hvør einasti róður er
avgerandi, tí kappingarárið er
so stutt, og tað er tætt millum
stevnurnar, heldur Katrin fyri og
vísir á, at tað eru heilt øðrvísi
treytir, ið gera seg galdandi niðri.
– Í Føroyum eru nógvir áskoð
arar, sum gera tað enn meiri
spennandi, umframt at róðrarnir
eisini verða varpaðir beinleiðis í
útvarpinum.
Hetta, at kappróður verður
sendur beinleiðis í útvarpinum,
hevur tikið mangan útlendskan
gest hjá Katrini á bóli.
– Teir skilja als ikki hvussu tað
ber til og undrast um áhugan
fyri kappróðrinum, sigur Katrin
flennandi.
Ongantíð sæð
rógvimaskinur
Á heysti í 1999 flutti Katrin til
Danmarkar. Hon fór undir at lesa
medisin, og gongst sum ætlað
verður tað ikki long tíð, áðrenn
hon er liðug.
– Eg satsi hart uppá at verða
liðug í januar, sigur hon avgjørd.
Síðani Katrin kom til Dan
markar hevur hon róð. Men tað
var ikki bara sum at siga tað
at fáa fótin fyri seg í danska
róðrarumhvørvinum. At hon
einki kendi til bátaslagið og
rógvimaskinur gjørdi tað ikki
lættari. Í so máta er tað nakað
øðrvísi hjá føroyingum, sum
koma niður nú, og ætla sær at
rógva, heldur Katrin og sipar
til, at rógvimaskinur er partur
av venjingini hjá teimum flestu
føroysku bátunum í dag.
Katrin og vinkonurnar vóru tó
so uppsettar uppá, at tað var
rógving, sum tær vildu, so tá tær
komu niðuraftur til Danmarkar
á heysti í 2000, gjørdu tær ikki
mætari enn at vinna DM.
– Og soleiðis vístu vit, hvat tað
var, vit vildu, flennir Katrin.
Spurd um, hvussu hon
fær læknalesna og rógving í
heimsflokki at hanga saman. Til
tíðir venur hon upp til ellivu ferðir
um vikuna, men hóast tað ljóðar
av nógvum, svarar Katrin einfalt,
at tað er strævið, men at tað ber
til.
– Ofta snýr tað seg um at
upparbeiða ein rútmu, og tá tú ert
komin í hana, so koyrir tað bara.
Næsta avbjóðingin
er Kina
Hesa rútmu hevur Katrin hildið so
væl, at næsta stóra avbjóðingin
verður í Kina, har hon mannar
danska lættvektsscullaran sam
an við Juliane Elander. Kina er
tó bert eitt av mongu londunum,
Katrin hevur kappast í. Sveits,
Eysturríki, Japan, Pólland, Franka
ríki, Italia, Holland, Ongland og
Týskland eru nøkur onnur.
– Vit ferðast nógv men síggja
lítið. Teinin millum bátin og
hotellið kenna vit tó væl, skemtar
Katrin. Hon leggur aftrat, at hon í
staðin fær aðrar upplivingar, sum
hon er glað fyri.
– Men Kina sleppa vit so at
síggja eitt sindur, tí har fara vit í
oktober, so vit kunnu síggja býin,
venjingarumstøðurnar og annars
fyrireika okkum til Olympisku
leikirnar, soleiðis at vit ikki verða
tikin á bóli, tá leikirnir byrja.
Venjingin til hesa stóru
avbjóðing byrjar í november. Inntil
ta tíð kann Katrin taka sær av
løttum.
– Eg havi frí í løtuni. Kortini
klári eg ikki heilt at lata vera við
at venja eitt sindur. Men bara
eg veit, at eg havi møguleikan
at halda frí er deiligt og ger, at
eg ikki verið útbrend, tá vit byrja
aftur.
Og nógv bendir á, at Katrin
Olsen ikki heilt er útbrend.
Fyrr í ár gjørdist hon samlaður
World Cupvinnari, tá hon við
bátsfelaga sínum vann tvær av
trimum kappingum har. Harvið
fekk hon navn sítt ritað í donsku
søgubøkurnar, á sama hátt sum
hon gjørdi í 2005, tá hon vann
silvur í HMkappingini í dupultum
fýrara í Japan.
Hetta er tó ikki nóg mikið fyri
hana, tí til Olympisku leikirnar í
Kina um eitt ár, ætlar hon sær
gull.
… um tónleik
– Tónleik dámar mær væl, og eg syngi
næstan altíð. Tað kunnu tey, sum kenna
meg, uttan iva vátta. Áður havi eg sungið
í kóri, so tónleikur hevur stóran týdning
fyri meg. Tí er tað keðiligt, at mín iPod er
brotnaður.
… um tjóðarítróttina (:
– Tað er spell, at kappróðurin nú er í einum aldudali.
Eg eri tó vís í, at hann kemur upp aftur, men kanska ikki
á somu hæddir sum onkuntíð fyrr. Kortini eigur hann
framhaldandi at vera okkara tjóðarítrótt, tí eg dugi ikki at
síggja nakað alternativ. Fótbólturin fyllir nakað meiri, men
tað er lítið serføroyskt yvir honum.
d Cup-vinnarin
Navn: Katrin Olsen
Aldur: 29 ár
Heimbýur: Tórshavn
Foreldur: Annika og Jústines
Olsen
Fakta
Katrin Olsen hevur tvey
ítøkilig mál fyri framman.
Fyrst er tað at fáa
læknalesnaðin lidnan,
og síðan at vinna gull á
Olympisku leikunum í Kina.
Mynd: Símun Jóannesarson