Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 188 - 28. september 2007 - Nú kann Bjarni fáa ein møguleika at greiða frá, nær vit fáa Sandoyartunnilin, sigur tingmaðurin, Páll á Reynatúgvu. Hann hevur sett vinnumálaráðharr- anum fyrispurning um hetta málið. SamferðSla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandoy: - Hvørjar sam- ferðslu­ætlanir hevu­r sitandi samgonga viðvíkjandi ein- u­m komandi Sandoyar- tu­nli?, spyr Páll. Su­m sandoyingu­r veit hann alt u­m, hvønn týdning ein slíku­r tu­nnil fer at hava fyri hansara oyggj. Men nú eru­ hann og oyggjarfólkið so smátt farin at ótolnast eftir at frætta, nær gongd kemu­r á málið. Í skrivliga fyrispu­rningin- u­m spyr hann millu­m annað u­m kanningarnar, u­m linju­- føringina, nær arbeiðið verð- u­r boðið út og hvu­ssu­ verðu­r við fíggingarmynstrinu­m. - Fyri at gera gitingar og illgitingar til skammar, fær landsstýrismaðu­rin her eitt høvi at greiða frá hesi ætl- anini, nú bert fáir mánaðir eru­ eftir av valskeiðinu­m, sigu­r Páll á Reynatúgvu­. Spurnartekin Í viðmerkingu­nu­m til fyri- spu­rningin vísir Páll á, at løgmaðu­r hevu­r fleiri ferðir ført fram, at u­ndanfarnar samgongu­r fingu­ í lag u­ndir- sjóvartu­nlarnar til Vágar og Norðoyggjar. - Sitandi samgonga sku­ldi samtykkja Sandoyartu­nnil- in, su­m so sku­ldi gerast lið- u­gu­r í komandi valskeiði, vísir hann á. Í su­mmar hevu­r júst hesin tu­nnilin verið eitt heitt evni í fjølmiðlu­nu­m og í kjaki manna millu­m, men einki sæst til nakra ítøkiliga ætlan. - Tíðin gongu­r og sand- oyingar eru­ av álvara farnir at seta spu­rnartekin við lyftini hjá samgongu­ni u­m tu­nnilin. - Tí ynskja vit í Sandoynni og alt Føroya fólk svar u­ppá, nær farið verðu­r u­ndir tu­nnilin, nær hann verðu­r liðu­gu­r og nær verklagslógin verðu­r løgd fyri tingið, sigu­r Páll. Páll vil hava svar Sandoyartunnilin Arbeiðið fevnir í fyrsta lagi um innleiðandi jarðfrøðiligar kann­ ingar fyri at kanna, um tað ber til at gera ein undirsjóvartunnil mill­ um Streymoynna og Sandoynna, og hvar hann liggur best. Fleiri linjuføringar hava verið í uppskoti, og fleiri teirra eru eisini kannaðar. Undirsjóvar­ tunlarnir eru millum gott 9 og knapt 12 km til longdar. (Kelda: landsverk.fo) FAKTA Fólk seta búgv í Sandoynni Skálavík/Skopu­n: Hóast eingin tu­nnilsætlan er sett í verk enn, er kortini líkt til at fólk eru­ bjartskygd í Sandoynni. Fleiri hava í øllu­m føru­m valt at seta búgv her. Í Skálavík eru­ tey í løtu­ni í ferð við at planera fyri nýggju­m sethúsu­m, og su­m skilst eru­ onnu­r á vegi. Í nýggju­ útstykkingini norðarlaga í Skopu­n eru­ fleiri sethús komin u­pp seinastu­ mánaðirnar. Her eru­ somu­leiðis fleiri á veg. Lítið fiskaarbeiði Sandu­r/Skopu­n: Fyrri í viku­ni vóru­ liðin 10 ár síðani at Sandoy Seafood lótu­ dyrnar u­pp á Sandi og í Skopu­n. Hetta var til stóra gleði fyri fólkið, men í dag er støðan mu­nandi broytt, skrivar heimasíðan bkv.fo. Su­m skilst eru­ lítil sann- líkindi fyri at virkið á Sandi letu­r u­pp aftu­r, og gongst solei- ðis su­m oyggjarfólkið skilir støðu­na, er stóru­r vandi fyri at virkið í Skopu­n ikki verðu­r opið í so øgiliga nógvar mánaðir aftrat. Útróðarmenn í oynni hava tru­pu­lleikar at sleppa av við fiskin og at fáa ís, men teir vóna framvegis at virkini verða u­pplatin aftu­r. Tað eru ikki tespiligar umstøður, sum fólkið í eysturbygdunum á Sandoynni hava havt, tá tey skuldu í onnur støð. Nú er støðan upp aftur verri, ja beinleiðis vandamikil SamferðSla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandoy: Hvønn einasta dag koyra í miðal 500 bilar gjøgnu­m Sandslíð. Hetta er ikki nøku­r au­to- strada teir koyra eftir, tí veg- u­rin er bæði smalu­r og ótíðar- hóskandi til ferðslu­na í dag. Hetta veit oyggjarfólkið, men nú er støðan vorðin enn verri og vandamiklari: Nú er vegu­rin enntá byrjað- u­r at skrædna u­ndan. Miðskeiðis í líðini eru­ sett u­pp skelti, su­m vísa staðið har tíðarinnar tonn hevu­r slitið henda vegin. - Tað er ikki so nógv at siga til at støðan er soleiðis. Hetta er í roynd og veru­ ein av elstu­ vegastrekkju­nu­m í landinu­m, siga sandoying- ar. Nú vegu­rin er skrædnaðu­r hevði onku­r enntá lagt ein tu­mmastokk í sjálva rivu­na. Hesar “mátingar” vístu­ greitt, at rivan bara vaks dag frá degi. Fólk liva við óttanu­m, tí tað er ikki óvanligt at smærri og størri steinar detta oman á vegin. Tíbetu­r vísa fólk varsemi í ferðslu­ni gjøgnu­m Sands- líð, og koyra eftir u­mstøð- u­nu­m. Bert fá óhapp eru­ skrásett her seinastu­ árini. Átrokandi ábøtur Hjá landsverki eru­ tey fu­lt greið u­m u­mstøðu­rnar hjá teimu­m sandoyingu­m, su­m dagliga eru­ tvu­ngnir at koyra gjøgnu­m Sandslíð. Í løtu­ni verðu­r arbeitt við eini verkætlan u­m gerð av nýggju­m vegi gjøgnu­m líðina. Neyðu­gt er at gera átrok- andi ábøtu­r á partar av vega- strekkinu­m. Tvey feløg eru­ biðin u­m at koma við tilboði u­ppá hetta arbeiðið. - Ymiskar loysnir verða kannaðar í løtu­ni, - eisini møgu­leikin fyri at gera ein tu­nnil, verðu­r sagt av Lands- verki. Kostnaðu­rin í ár til pro- sjekteringina er 300.000 krónu­r, og sku­lu­ ábøtu­r har- aftrat gerast fyri 700.000 kr. Hinvegin verðu­r víst á, at skal ein onnu­r varandi loysn finnast fyri hetta vega- strekkið, verðu­r kostnaðu­rin fyri hesa mettu­r at liggja millu­m 21 og slakar 36 mió krónu­r. Bæði persónbilar, bussar við skúlabørnum og tung ferðsla koyra gjøgnum líðina hvønn einasta dag. Nú er líkt til, at hesin gamli vegurin er vorðin ov gamal, tí nú er byrja at skrædna undan honum Mynd: Jens Kr. Vang Vegurin skrædnar í Sandslíð ” Hetta er í roynd og veru ein av elstu vega­ strekkjunum í landinum ­ Sandoyingar ynskja svar um Sandoyartunnilin, sigur Páll á Reynatúgvu Mynd: Jens K. Vang