Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 • 28. september 2007 Vikuskifti 11 ørsta fiskin so ein pakka av sandormum, ið vit ikki høvdu engt við fyrr, sigur Magni Blástein. - Fiskasløgini, vit fiskaðu eftir, vóru sera ymisk frá okkara, summ- ir líktist mest onkrum akvariufiski. Annars kann nevnast, at fiska- sløgini vit fingu vóru conger eel, trigger fish, cokoo wrasse, undulate ray, spotted ray, sea bass og tað mest vanliga var kanska ein í kallaðist brim. Sjálvt um vit tríggir føroyingar ikki vóru so kendir við hesar fiskiháttir og sløgini, so stóðu vit ikki langt aftanfyri í stigum, sigur Magni. Viðurkendu Føroyar Vinnarin av EM-kappingini gjørdist Heiko Dreier, sum er ein týskari búsitandi í Írlandi. Tað var ymiskt hvussu tað gekk hjá føroyingunum í hesi kapping, ið var í tveimum, Line Class Championship og Boat Championship. - Teir tríggjar dagarnir seinna kapping vardi, var veðrið fyrstu tveir dagarnar fantastiskir, og fríggjadagin var øgiliga jolvut á sjónum, so her gjørdist tað eitt sindur verri at fiska, av tí tað vóru upp til 10 personar í bátinum, sigur Magni Blástein. Charles endaði sum nummar 101 av 178 luttakarum, og størsta fiskin í kappingini fekk Heini Weihe. Fongurin var ein conger ell, sum vigaði um 35 pund og var 225 cm langur. - Vit halda sjálvur, at hetta hevur verið ein fantastisk uppliving, og eitt tað størsta avrikið, vit hava heim við í skjáttuni, er, at EFSA, ið skipar fyri kappingini, hevur viðurkent Føroyar sum tjóð. Vit fara nú at arbeiða ímóta at stovna EFSA Føroyar, og tá kunnu vit í sam- bandi við kappingar uttanlands veittra við Merkinum á jøvnum føtum við hinar tjóðirnar, sigur Magni. - Vit upplivdu, at EFSA er sum ein stór familja, og vit føldu okkum sera vælkomnar millum allar hinar luttakararnar og gleða okkum til næstu kapping, ið verður í Írlandi í september 2008. - Vit vilja gjarna takka okkara stuðlum, Faroe Travel, Jógvan Weihe og Formula Føroyar, ið gjørdu tað møguligt hjá okkum at fara sum Team Formula úr Føroyum. Fiskað varð eisini úr báti. Veðrið var ikki av tí besta, og tá ið tað vóru upp í 10 fólk í hvørjum báti, vóru umstøðurnar eitt sindur truplar 178 luttakarar vóru við í kappingini, og teir høvdu nógv útgerð við sær Magni Blástein hevði eisini eydnuna við sær