fríggjadagur 28. september 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 188 - 28. september 2007
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Aldarinnar vitjan
Once in a lifetime. Soleiðis verður tikið til,
tá tað er okkurt, sum bara hendir eina ferð.
Og hesi orðini munnu føroyingar sanna í
hesum døgum, nú fyrrverandi amerikanski
forsetin, Bill Clinton er á veg til Føroya.
Mánadagin fara hann og Hans Blix, fyrrv.
vápnaeftirlitsmaður hjá ST, at halda fyrilestrar
í Norðurlandahúsinum. Tað er Føroya Arbeiðs-
gevarafelag, sum hevur tikið stig til at bjóða
hesum báðum heimsstjørnunum henda vegin.
Hóast altjóðagerð og betri ferðingarmøgu-
leikar eru Føroyar framvegis fjarskotnar í
eygunum á teimum flestu. Tað kunnu tað
so bæði vera fyrimunir og vansar við. Men
fyri tey her á landi, sum fegin síggja eina
munadyggari ferðavinnu og síggja, at dyrnar
til land okkara verða latnar víðopnar, er
ein slík vitjan sjálvandi sera kærkomin. Tí
hon er við til at selja Føroyar sum eitt nú
ferðamannaland. At meiri kunning og vitan
um okkara land kemur út til onnur lond og
fólk kann so eisini gagna okkum í aðrar mátar.
At vit flyta okkum frá ”dunnuhylinum” og
gerast meira heimsborgarar. Ein tjóð sum
okkara hevur avgjørt gott av at fáa íblástur
uttanífrá eisini, hóast vit vilja varðveita og
verja sereyðkenni, siðir og mentan.
Vinnuhúsið, sum stendur fyri hesi vitjanini,
eigur rós uppiborið fyri tað stóra arbeiði, ið
er lagt í at fáa hesa vitjan í lag og fyrirreika
hana. Vit ynskja øllum teimum, sum hava vit
vitjanina at gera, góða eydnu. Nú eru tað
so bara veðurgudarnir, sum kunnu forkoma
okkum henda so einastandandi møguleika.
Ein kann sjálvandi spyrja, hví vit skulu leggja
so nógva í eina slíka vitjan! Svarið er einfalt:
hon er við til at seta Føroyar á heimskortið.
Hon kann lata nógvar dyr upp, og vit skulu
heldur ikki gloyma, at land okkara eisini
hevur nógv at bjóða gestum og umheiminum.
Hví ikki gera Føroyar til stað, har toppfundir
á politiskum stigi verða hildnir. Til slíkar
toppfundir hoyrir eisini kenslan av friðsælu
og at kunna flyta seg frá stórbýarresinum til
náttúruperlur og pláss, sum rætt og slætt eru
øðrvísi.
Ein týðandi táttur í sambandi við slíkar vitjanir
eru tey mongu fjølmiðlarfólkini, sum koma til
landið. Miðlahúsið í Vágsbotni hevur gjørt av
at lata upp dyrnar fyri hesum fólkum og fer
húsið at virka sum altjóða pressusentur rundan
um Clintonvitjanina.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Grein í Sosialinum hjá
Thomas J. Askham burdi
fingið okkara mynduleikar
at vakna. Tá eg sigi burdi,
er tað tí, at eg ikki vænti at
tað rørir nakran í politisku
skipani ella innan almennu
umsitingina. Hetta hevur
ført til, at Tryggingarfelag
ið Føroya, hevur kunnað
hóreiggjað sær sum teim
um lystir.
Tað skal sigast
beinanvegin, at álvarsomu
avgerðirnar, sum Vanlukku
tryggingarráðið og al
menna tryggingin semjast
um er beiskur kostur hjá
teimum, sum er rakt av
óhappi. Málsetningurin
tykist vera, at skaðarakti
undir ongum umstøðum
skal fáa tað, hann hevur
rætt til. Um tað ikki ber til,
so roynir man at hava
útgjaldið so lágt sum
møguligt.
Uppleggið tykist vera, at
man avmaktar skaðarakta
sálarliga, so hann gevst at
stríðast fyri sínum rætti.
Tey sum sita í Vanlukku
tryggingarráðnum vita av
royndum, at tá fólk koma
illa fyri, so hava tey helst
ikki orku at krevja sín rætt.
So tey gera bart, og senda
skaðarakta frá einum staði
til annað, ofta skal ein lata
somu skjøl, upp í fleiri
ferðir?
Tað eru fá, ið hava orku
at stríðast fyri sínum rætti,
og um onkur av teimum
avvarðandi ikki trakkar til,
verða tey sjálv trakkað
niður. Hetta eigur ikki at
vera so, tí mugu vit stríðast
av øllum alvi.
Tí er tað mín áheitan til
alt okkara sjófólk, verka
folk og onnur, at standa lið
um lið, tá FF gevur Vinnu
málaráðnum eitt krav um,
at allir borgarar skulu vera
fíggarliga dekkaðir, um
skaði rakar. Um ikki, verða
fiskimenn noyddir, at seta
hart móti høðrum. Tí vit
kunnu ikki góðtaka, at
fiskimenn í sínum vanda
mikla starvi, ikki eru
tryggaðir á nøktandi hátt.
Tað besta ein kann siga
um
Vanlukkutryggingarráðið
er, at tað so saniliga livir
upp til navnið. Tað er ein
sonn vanlukkulig lagna at
skula stríðast móti hesum
harkaliði, sum so nógv
spurnartekin verða sett við.
Sum ein sera móður og
hart koyrdur maður tók til
nú ein dagin, ”hatta eru
harðkókaðir kriminellir
fýrar.”
Havi sjálvur sett mær
spurningin, hava vit ikki
brúk fyri mannarættindisfe
lagsskapi, sum tekur sær
okkar illa viðfarnu
borgarum? Havi nú ein tíð
spælt mær við tankan um,
at borgarar, sum hava verið
fyri ágangi kundu samlast,
so vit fingu eina rørslu,
sum hart og kontant átalaði
brot á mannarættindini.
Vit skulu ikki góðtaka, at
ágangurin og sorgarleikur
in heldur á, vit skulu hevja
okkar rødd og krevja rætt
vísi. Thomas J. Askham
hevur víst dirvi, og vit eiga
at vísa í verki, at vit standa
saman við honum og øð
rum, sum hava verið fyri
vanbýti.
Vanlukkutryggingarráðið livir upp til navnið?
Føroya
Fiskimannafelag
JAN HøJgAARd
Vedrørende trafikforhold
ene ved Hoyvíkar Skúla.
Mens vi venter, Heðin
Mortensen, kan du måske
indledningsvis svare på,
hvornår den parkerings
plads skal være færdig?
Og dernæst: Kan du
være så venlig at svare på,
om kommunen finder det
acceptabelt, at man, mens
man planerer til parkerings
pladsen, sløjfer den sti fra
busstoppestedet, hvor
børnene trygt kunne gå, og
tvinger dem til at gå imell
em bilerne i selve opkørsl
en til skolen. – Er det det,
der hedder god færdsels
kultur?
Børn og biler skal være
adskilt! Man kan ikke tale
om trivsel på skolen, så
længe trafikforholdene er,
som de er.
Inde er trygt og godt
ude er kaos, og du er an
svarlig, Heðin Mortensen.
Det er for dårligt, Heðin Mortensen
NINA dAHL
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.