fríggjadagur 28. september 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 28. september 2007
15
Hans Andrias Olsen, úr Árnafirði, andaðist
mikudagin á Sambýlinum á Heygnum, 80 ára
gamal kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkra
húsi heim í Christianskirkjuna, leygardagin kl
18.00. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni
sunnudagin kl.13.30. Tey, ið vilja minnast Hans
Andrias, kunnu lata eina peningagávu til kirkjuna í
Árnafirði, konta í Norðoya Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu, tá okkara elskaði maður,
pápi, verpápi og abbi
Páll Sandá
Vágur
gjørdist sjúkur, doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir, vitjanir,
uppringingar og peningagávur til Meinigheitshúsið.
Tøkk til heimahjálparar, heimasjúkrasystrar og
Suðuroyar Sjúkrahús.
Eisini ein stór tøkk til tykkum, sum vitjaðu Páll í
heiminum, meðan hann var sjúkur.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Eina stóra tøkk til øll tykkum, sum hjálptu til
við ervinum.
Vegna tey avvarandi
Selma
Majken, Eileen, Anja, Bárður og
Sonni við familjum
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu
samkenslu, tá mamma, vermamma, omma,
langomma og olduromma okkara
Svenhilda Olsen
vanliga nevnd Hilda
á Toftum
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum, sum við umsorgan vóru um hana,
á sjúkralegu hennara.
Takk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Takk fyri hjálpsemi við jarðarferð og ervið.
Takk til prest fyri troystarrík orð, takk til
kirkjutænarar og sangarar.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til Missiónshúsið.
Familjunnar vegna
Børnini
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá góða mamma, vermamma, omma og
langomma okkara
Tolina Højgaard
Vestmanna
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkið við Neyst fyri kærleika og góða
røkt. Takk til Hansy Skarðsá fyri góð orð og vakrar
tónar á Mørkini. Takk til Agnar Nielsen
og Ingu Dam, prest, í kirkjuni.
Eisini ein tøkk til Óla Jacobsen fyri góð orð. Takk
til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar
og øllum tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðini.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
missiónshúsið og tykkum sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Tova og Hans
Tað var ísakalt uttanvert skipssíðuna
hetta kvøldið. Men uppaftur kaldari
kendist tað, tá boðini um, at Narvi
var farin, bert 48 ára gamal, bórust
yvir telefonina.
Narvi varð føddur í Hvalba, mið
lingur av trimum brøðrum. Har sleit
hann sínar barnaskógvar í einari
bygd við so nógvum avbjóðingum
fyri ein óvita, hugsast kann. Vaks
upp vesturi á Heyggi. Har var tað
Heygsvatn og Fiskieiði, ið vóru tey
mest spennandi spæliplássini, ein
kundi hugsa sær. Ein so djarvur
unglingi, sum Narvi var, lat sær ikki
siga tvær reisur. Saman við sínum
javnaldrum, sum tá vóru nógvir í tali
á Heyggi, vóru hesi pláss á skránni
nærum dagliga. Men líka so djarvur,
hann var, líka so lítillátin var hann.
Gjørdi ongan háva burtur úr sær
sjalvum. Altíð við tí góða orðinum
og einum smíli, ið dróg menniskju at
sær. Soleiðis var Narvi, óansæð nær
ein møtti honum.
Tá barnaskúlin var liðugur, var tað
sjógvurin, ið dróg. Sigldi trúliga til
hann fór á sjómansskúlan at nema
sær útbúgving. Fann sær konu av
Strondum, har hann setti búgv. Sigldi
í nógv ár sum stýrimaður hjá Torm
og var sum vera man nógv avhildin.
At hann sum stýrimaður hevur rætt
að manga kósina fyri ymisk frávik,
er sjálvsagt. Men tann kósin hann
setti sær frá barnsbeini av helt líka
til tað síðsta. Tað var undrunarvert
so avkláraður tú vart, hóast tú
viknaði dag fra degi. Alt tað myrka
og dapra, sjúkan hevði við sær,
kláraði hon ikki at kúga títt lætta og
ljósa lyndi.
Ein kundi skrivað so nógv um
Narva, men tað verður alt ov drúgført
i einum vanligum dagblað. Kann tó
ikki lata vera við at minnast aftur á
allar biltúrarnar við tær. Alt tú visti
at greiða frá um bilar var nakað heilt
fyri seg. Síðan tíðina saman til skips,
har tú heldur ikki smæddist burtur
ímillum. Hetta eru minni, ið fløva,
ein tíð, ið ikki kemur aftur.
At enda vil eg minnast teg Asbjørg
og børnini. Móðir og brøðir tínar og
teirra kæru. Tit hava mist ein, ið stóð
tykkum nær og var góður við tykk
um. Má Harrin styrkja tykkum í
tíðini, ið kemur. Narvi er har, sjúka
og pína ikki er longur. Tad var tað,
hann bygdi sítt álit á.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa
frið yvir Narva.
Frændi
Narva til minnis
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra mamma,
vermóðir, omma og langomma okkara
Karen Lykke Gregoriussen
Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, blómur,
kransar og peningagávur.
Tøkk til Hera Joensen, prest.
Tøkk til sangararnar.
Tøkk til tykkum, ið hjálptu til við ervinum.
Tøkk til heimahjálpirnar
Ein serstøk tøkk til Ingrid, Esther og Súsonnu.
Og tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni
seinasta teinin.
Familjunnar vegna
Birna og Beinta