Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Her setur Moore ljóskastaran á, hvussu hesar sjúkratryggingar eru við til at gera lívið hjá vanliga amerikanarum torført. Serliga hart rakt eru teir 47 milliónir amerikanarnir, ið onga sjúkratrygging hava. Ein, sum vit møta í filminum, hevur mist tveir fingrar, hann fær eitt ”tilboð” frá sjúkrahúsinum, vilt tú hava longutong seymaða á aftur, so kostar hetta 64.000 dollarar, men um tú ”bert” vilt hava ringfingurin, so kostar hetta 12.000 dollarar. Moore viðger serliga tey, sum hava ein dýra sjúkratrygging, ið tó eru endaði í pappírsveldinum hjá hesum tryggingarrisum. Hetta er vanlig fólk, sum eru rakt av vanlukkum, sum væntaðu at fáa afturgoldið peningin, sum viðgerðin hevur kostað, men so er ikki. Hesi enda ofta sum stórir skuldarar og missa hús og heim, um tey ikki beinleiðis doyggja av vantandi ella skeivari viðgerð. Á ferð við Moore Michael Moore roynir at skilja, hví amerikanarar ikki vilja hava eitt alment sjúkrahúsverk. Hann fer kring heimin, til Frankaríki, Ongland, Kanada og entá til arvafíggindan Kuba, fyri at finna fram til, hvussu hesi lond kunnu hava almenna sjúkraviðgerð og samstundis varðveita støði á viðgerðunum og geva læknunum eina góða løn. Einasta staðið í heiminum, har amerikanarar geva ókeypis sjúkraviðgerð er á Guantanamo Basanum á Kuba. Við einum bólki av bjargingarfólkum frá 11. september 2001, ið øll gjørdust sjúk av at arbeiða í toftunum eftir álopið, men nú ikki fáa viðgerð í USA, fer hann til Kuba. Fyrst til Guantanamo, har tey nærum verða skotin. Síðani fáa øll viðgerð frá kubanskum læknum. Her er Moore sera lítið kritiskur. Hann burdi t.d. sæð, at eitt land sum Kuba sjálvandi vil seta seg sjálvt fram sum eitt paradís innan læknavísindi, men at veruleikin helst er ein annar fyri vanliga kubanan. Sigur nógv um USA Filmurin snýr seg ikki bert um heilsupolitikk og sjúkraviðgerðir, men um USA sum heild. Tað sigur nógv um USA, at kendir forsetar sum Georg W. Bush, Ronald Reagan, Georg Bush Senior allir hava verið sera harðir mótstøðumenn móti at gera sjúkrahús og viðgerðir almennar og ókeypis. Tað sigst, at Hillary Clinton vil arbeiða fyri at geva amerikanarunum almena sjúkrahjálp, men sambært Moore er hetta ivingarsamt, tí kendir amerikanskir politikarar eru allir í lummanum á privata amerikanska heilsuídnaðinum á onkran hátt. Moore reingir veruleikan Moore er endaður sum heimsins størsti dokumentarfilmsleik stjóri. Hann fekk Palme D´Or virðislønina við Fahrenheit 9/11 í 2004. Seinasti filmurin hjá honum kom ongantíð í biografar í Evropa. Hann var mest um Utah og Salt Lake City og hvussu fundamentalistar fóru við honum og filminum hjá honum, ið var atfinningarsamur mótvegis Bush- stjórnini. Moore fordragar altíð veruleikan, so tað er heilt ótrúligt, hann hevur evni at blása viðurskifti út um allar proportiónir og minka um onnur ting, ið veruliga eru trupul, tó er filmurin væleydnaður. Áskoðarin gerst sera indigneraður av øllum søgunum um órættvísi og mannamun. Moore kemur á mál við filminum og hann fær sett málið á breddan og líka sum Al Goresa bardagi móti veðurlagsbroytingunum. At broyta politiska umhvørvið í USA verður tó ein risabardagi. 15 Nr. 188 • 28. september 2007 Vikuskifti filmar Sicko Leikstjóri: Michael Moore Framleiðslustjórar: Meghan O’Hara, Jennifer Latham, Michael Moore Bob Weinstein og Harvey Weinstein. Sýndur í Havnar Bio Tað er ikki ofta, at orðini sjúkra­ trygging og komedia eru at hoyra í somu vending, men í speiska og tragikomiska filminum hjá Michael Moore er evnið amerikanska sjúkraverkið Ummæli Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com