Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 188 - 28. september 2007 tíðindi Dagurin 29. september. Mikkjalsmessa. Dagur hildin høvuðs­ einglinum Mikael til heiðurs. Ein av teimum mishalgi­ døgunum, sum nógv hevur verið hildið um í Føroyum, serstakliga av tí, at hann hevur verið so nær knýttur at seyðahaldi. 30. september. Hieronymus, deyður í 420. Tann lærdi kirkjulærarin, sum var komin úr Stridon í Bosnia. Í Róm var hann skrivari hjá pávanum Damasusi Fyrsta, sum setti hann at týða bíbliuna av nýggjum. Úrslitið var tann latínska bíblian Vulgata, ið enn verður nýtt í kat­ ólsku kirkjuni. 1. oktober. Remigius, deyður í 533. Galliskur aðals­ maður, sum longu 22 ára gamal varð valdur til biskup í Reims Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 90 ára degnum 27. august. Blíðar heilsanir Begga Niclasen, Klaksvík Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 90 ára degnum tann 15. september. Heilsan Annimalla So varð Berith flutt um ta sýn, haðani eingin kemur aftur. Hon var ikki mett av døgum, men herviliga sjúkan vann at enda og køvdi hennara lívs­ ljós. Hóast vit vistu, hvønn veg tað bar, so kendu vit henda miskunnar­ leysa sviðan, sum deyðin altíð elvir, tá onkur, sum vit eru góð við, verður tikin frá okkum. Berith varð fødd 26. januar 1954 undir Skorðum í Froðba og var sostatt bert 53 ára gomul, nú hon varð noydd at leggja árarnar inn. Hon var dóttir Johild og Bjarna Joen­ sen og vaks upp sum miðlingur í ein­ um systkinnaflokki uppá fimm. Har úti undir Skorðum vaks hon upp í hugnaligum bygdaumhvørvi. Gekk í skúla uppi á Hamri, áðrenn leiðin gekk inn á Tvøroyri. Berith búði stór­ an part av uppvøkstrinum hjá abban­ um Andreasi og ommuni Dagmar, sum búðu í grannalagnum. Hetta umhvørvið segði hon farvæl við fyri seinastu ferð henda vakra sunnudagin í august mánaði, tá fylgið fór vøkru leiðina úr kirkjuni um Hamar, út á Bø, undir Skorðar og um Skarð áðrenn endaliga hvíldar­ staðið undir Akursgerði. Hetta var ein av ársins vakrastu døgum, og tað kendist sum øll náttúran hesa løtu steðgaði á og beyð Berith farvæl. Berith starvaðist heili 29 ár á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta boðar frá trúskapi, og at hon var væl umtókt á sínum arbeiðsplássi. Ung fann hon saman við Poul Jesp­ ersen úr Trongisvági, og fingu tey dóttrina Marit saman í 1971. Tey settu føtur undir egið borð við nýggj­ um og snotiligum húsum úti í Skarði, sum Poul saman við øðrum bygdi sjálvur. Hann var framúr góður hand­ verkari og starvaðist tá sum maskin­ maður á nýggja flakavirkinum á Tvøroyri. Men lagnan var teimum hørð. Poul gjørdist sjúkur ein myrkan dag í november 1980 og doyði brádliga bert 32 ára gamalur. Fyri Berith og Marit, sum tá var bert 9 ára gomul, ja fyri alla familjuna vað hetta ein dyggur smeitur. Men Berith so líkt, so fall hon ikki í fátt. Hon bretti upp um armar og átók sær einsamøll allar skyldur við uppaling og húsum, sum hon megnaði fyrimyndarliga. Fyri góðum 14 árum síðani fann hon saman við Erling Østher Joensen av Sevmýri. Tey fingu nøkur góð ár saman, har tey ein part av tíðini búðu í Danmark, har Erling starvaðist. Berith hevði tá av heilsuávum sagt starvið frá sær á Sjúkrahúsinum á Tvøroyri. Men aftur var lagnan teimum hørð, tá Erling misti sonin Jákup í syrgi­ ligari ferðsluvanlukku. Tá var Berith honum góður stuðul, tí hesar umstøð­ ur vóru henni ikki heilt ókendar. Nú er so Berith farin. Hon var ein sera stillfør og hugnalig kvinna. Hon var lítillátin og trokaði seg ikki fram­ at, men hevði tó sínar meiningar, sum hon bar so rámandi fram. Hon var trúgv sum trøllið og altíð klár við einum smíli og einum góðum orði. Berith og kona mín Anita stóðu sum vera man hvørji aðrari sera tætt sum systrar, men harumframt untist okkum at hava mangar góðar løtur saman, bæði í Froðba og á flatlondum, sum vit eru henni og Erlingi sera takksom fyri. Góða Marit og Pól, góði Erling og góða Johild, vit syrgja saman við tykkum. Marit og Erling, tit bæði góvu Berith nógva og góða umsorgan, seinastu dagarnar, hon átti. Í sváru tíðini var tað ein uggi, at Berith slapp aftur til heimbygdina. Soleiðis legði hon eyguni saman á sama stað, har hon fyrstu ferð sá dagsins ljós. Orð kunnu tykjast so fátøk í slíkari støðu. Men orðini er hóast alt tað, sum vit mugu brúka fyri at seta orð á okkara kenslur og okkara samkenslur. Sum prestur so væl segði tað í kirkj­ uni, so vóni eg eisini, at tey góðu minnini, sum vit eiga eftir Berith, vilja fylla tað tómrúm, sum nú kenn­ ist so svíðandi. Friður yvir minnið um Berith Joensen. Jóannes Minningarorð um Berith Joensen úr Froðba Fóru avstað hósdagin 20 sep., og komu til Bergen fríggjadagin 21. sep. kl. 20.00. Sama kvøldið fóru vit niðaná Fløjen . Ein vøkur sjón at síggja Bergen úr hæddini eitt góðveðurs­ kvøld. Leygarmorgun kl. 10. kom ferðaleiðarin. Hon gekk við okkum í tí elsta av Bergen og greiddi frá, millum annað um Sverra konga. Vit vitjaðu Bryggen og fingu mangt forvitnisligt at vita. Seinast fóru vit á Hanseatisk­museum. Vit vóru øll 33 sera væl­ nøgd við túrin, sum myndin sigur frá. Eysturoyar gongufelag hevur í ár, gjørt 13 túrar í Føroyum og 1 túr í Noregi. Luttakaratalið er um 30 fólk hvønn túrin. Eysturoyar Gongufelag í Bergen 2007 Kristian Martin Eliasen, um Noregstúrin, ið Eysturoya gongufelag hevur verið á, í Heyst. Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið