fríggjadagur 28. september 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 • 28. september 2007
Vikuskifti
16
Frælsishetja í húsavarðhaldi
Stóra frælsishetjan í Burma er Aung San Suu Kyi. Hon varð sett í
húsavarðhald í 1989, men demokratiski flokkurin, ið hon stóð á odda
fyri, vann kortini valið, sum var fyriskipað í 1990. Hernaðarstýrið
viðurkendi tó ikki úrslitið, og Suu Kyi var sitandi í húsavarðhaldi
til 1995. Síðan 2000 hevur hon við jøvnum millumbilum sitið í
húsavarðhaldi. Hon vann Friðarheiðursløn Nobels í 1991.
Útlandið løðir
Burmesiska stjórnin gevur ”oyðileggjandi eindum”
skuldina fyri ófriðin, sum hevur verið í Burma seinastu
vikurnar. – Tað eru nakrar oyðileggjandi eindir bæði
innanfyri og uttanfyri okkara landamørk, sum øvunda
Myanmar, ið er eitt friðarligt og framkomið land, og
tey mótmælini, sum vit nú síggja, eru løgd tilrættis
í útlandinum, sigur Tura Myint Maung, ráðharri í
religiónsmálum.
Tá stjórnin í Burma um miðjan
august gjørdi av at tvífalda
prísin á brennievni, var brádliga
ovboðið hjá einum stórum
parti av burmesiska fólkinum.
Beinanvegin sóust tilvildarligar
mótmælisgongur kring landið, og
herurin royndi at steðga mótmæl
andi mannamúgvunum alt fyri
eitt.
Mótmælisgongurnar mentust
tó spakuliga, og seinastu tíggju
dagarnar hava hundraðtúsundtals
fólk verið úti í gøtunum og gjørt
vart við sína ónøgd við landsins
leiðslu. Teir mongu buddhistisku
munkarnir í landinum hava gingið
á odda frá byrjan av, men teir
hava nú fingið stuðul frá vanliga
fólkinum eisini. Nógv bendir tí á,
at fólkið í Burma tekur undir við
mótmælunum, sum munkarnir
hava birt uppundir.
Í skrivandi stund hevur hernað
arstýrið sent hermenn og stríðs
vognar út á gøturnar at berja
uppreisturin niður við táragassi
og kniplum. Harumframt
verða ávaringarskot latin av
ímóti mannamúgvuni. Áðrenn
evstamark frættu um tey fyrstu
mótmælisfólkini, ið hava latið
lív. Spurningurin er nú, hvussu
leingi mótmælini fara at vara, og
hvussu harðliga stjórnin ætlar at
fara til verka.
Heimurin hyggur at
Meðan munkar, studentar og
onnur vísa sína ónøgd og krevja
broytingar í gøtunum í Rangoon
og hinum stóru býunum í Burma,
fylgja heimsins leiðarar væl
við gongdini í hesum fjarskotna
landinum í Fjareystri.
Amerikanski forsetin George
Bush hevur longu boðað frá, at
USA fer at herða tey økonomisku
tiltøkini, sum USA og ES hava
sett í verk ímóti Burma.
Eygleiðarar meta tó, at sank
tiónir ímóti burmesiska stýrinum
ongan veruligan týdning hava.
Hesar sanktiónir hava verið í gildi
í fleiri ár, men hernaðarstýrið er
ikki viknað av hesi orsøk, og tí
hava tær seinastu útmeldingarnar
hjá vesturlendskum leiðarum bert
symbolskan týdning. Burmesiskir
útisetar vísa eisini á, at hesar
sanktiónir bert raka vanliga fólkið
og ikki hernaðarstýrið, sum livir
fjart frá veruleikanum á gøtuni.
Bretski forsætisráðharrin,
Gordon Brown, krevur, at ST
trygdarráðið verður kallað saman
at viðgera støðuna í fyrrverandi
bretsku koloniini. STtrygdarráðið
hevði í hyggju at samtykkja eina
resolutión ímóti hernðarstýrinum
í januar í ár, men Kina nýtti sín
vetorætt, og samtyktin vann tí
ikki frama.
Eitt land í armóð
Burma hevur verið stýrt av heri
num síðan 1962, tá herleiðslan
framdi eitt kvett ímóti landsins
fólkavalda stýri, og seinastu
mongu árini hevur ein stórur
partur av fólkinum livað í ringastu
armóð.
Stjórnin í Burma nýtir nærum
ein helming av allari landsins
fíggjarlóg til herin. Hetta merkir
sjálvandi, at lítið av pengum
Munkar bjóða her
Burma
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Øll eygu heimsins eru í hesum døgum vend
ímóti tí afturlatna landinum Myanmar (eisini
nevnt Burma), hvørs hernaðarjunta hevur
knúskað allar demokratiskar rørslur við harðari
hond seinastu mongu árini. Yvirfyri teimum
jarnhørðu generalunum, ið goyma seg handan
stríðsvognar og alvápnaðar herdeildir, standa
buddhistiskir munkar við einum boðskapi um
kærleika, frið og frælsi. Spurningurin er, um
hernaðarstýrið fer at hóra undan, ella um
demokratisku kreftirnar loksins megna at koppa
tí harðrenda einaræðinum