fríggjadagur 28. september 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 28. september 2007
17
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Eitt lið sum Kyndil fer altíð eftir gullinum, so sjálvandi er
málið hjá okkum aftur í ár at vinna meistaraheitið.
Hjalti M. Jacobsen, Kyndil
Nógvir pro-
filar givnir
VÍF hevur fram ímóti
nýggja kappingarárinum
mist fleiri av leikarunum,
sum hava verið at kalla
fastir á liðnum seinastu
10 árini. Ingi Olsen, sum
hevur talst ímillum allar
bestu leikararnar í landin
um, er farin at venja
Neistan, Harald Bjørgvin
er givin at spæla á hægsta
stigi, John Zachariassen
ætlar ikki at spæla í ár,
og harumframt hevur
Áki G. Olsen valt at taka
eitt sabbatár frá hond
bólti. Harafturat er Áki
Olsen so mikið skaddur,
at hann neyvan spælir
við tann fyrsta góða mán
aðin av kappingini, og tí
verður tað eitt rættiliga
ungt VÍFlið, sum kemur
at royna seg í ár.
Dani við
stýrisvølin
Seinastu
nógvu
árini
hevur Dia Midjord staðið
á odda fyri besta mans
liðnum hjá VÍF. Dia og
VÍF komu tó ásamt um
at enda samstarvið undan
FMfinalunum
síðsta
kappingarár, og tí var
neyðugt hjá VÍF at finna
ein
nýggjan
venjara.
Nýggi venjarin er danin
Morten Hust Pedersen,
sum hevur fingist nógv
við hondbólt. Morten
skal nú royna at fáa ungu
vestmenningarnar at taka
yvir eftir eldra ættarliðið,
har flestu av leikarunum
nú eru givnir.
Fleiri av mest royndu
spælarunum hjá VÍF
vera ikki við í ár, og
tí vera tað fleiri av
ungu spælarunum í
felagnum, sum skulu
taka yvir. Ein av
hesum er kvívíking
urin, Regin Joensen.
Hann ásannar, at liðið
hevur mist nógvar
av stóru profilunum,
men metir, at ungu
spælararnir eru klárir
at taka yvir
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
VÍF er næstmest vinnandi
liðið í føroyskum manshond
bólti eftir Kyndil, sum eisini
vann meistaraheitið síðsta
kappingarár ímóti júst VÍF.
Tað er blivið til heili 21
meistaraheiti í søgu felags
ins, og tað síðsta av hesum
bleiv vunnið í 2005.
Í nýggju øldini hevur lið
ið at kalla á hvørjum ári ver
ið við heilt frammi í oddin
um. Tað er eisini blivið til
trý meistaraheitið seinastu
sjey árini, men seinastu
fimm árini hevur VÍF havt
tað trupult í mest týðandi
dystunum.
Liðið
hevur
nevniliga fleiri ferðir tapt í
bæði steypafinalum og FM
finalum, og tí eru teir
kanska óhepnir ikki at hava
vunnið enn fleiri meistara
heiti ella steypafinalur.
Sjálvt um liðið fleiri ferð
ir hevur tapt mest týðandi
dystirnar seinastu árini, so
er tó eingin sum helst ivi um
góðu hondbóltsevnini í Vest
manna. Og hondbóltsevnun
um fáa teir heilt sikkurt brúk
fyri í ár. Fleiri av størstu
profilunum seinnu árini vera
nevniliga ikki at finna á
liðnum hjá VÍF í ár av
ymiskum orsøkum, og tí
vera tað fleiri av ungu leikar
unum í felagnum, sum skulu
bera liðið víðari.
Vit hava tikið eitt prát við
ein av hesum ungu leikarun
um, Regin Joensen, sum
væntar, at VÍF nokk skal
koma at gera seg galdandi.
Mist nógv fólk
VÍF er helst tað liðið, sum
hevur verið úti fyri størstu
broytingunum til nýggja
kappingarárið. Teir hava
mist nógvar av leikarunum,
sum hava verið við til at
manna liðið, og tað eru
fleiri av størstu profilunum,
sum ikki vera við í ár.
Ja, vit hava mist nógv
fólk til kappingina, sum ligg
ur fyri framman. Ingi Olsen
er blivin venjari hjá Neistan
um, Harald Bjørgvin er giv
in, John Zachariassen verður
ikki við fyribils, og harafturat
hevur Ái G. Olsen valt at
taka eitt sabbatár frá hond
bóltinum. Tí vera tað nógvar
av yngru leikarunum, sum
nú vera fastir á liðnum, sigur
Regin Joensen.
Hann heldur tó, at ungu
leikararnir eru væl fyri og
klárir at taka yvir tær ymisku
rollurnar á besta liðnum.
Vi hava vant rættiliga
hart síðani einaferð í august
mánaði, og eg haldi, at vit
eru í rættiliga góðum form.
Nýggi venjarin, Morten
Hust Pedersen, krevur rætti
liga nógv av okkum leikar
um, og eg haldi eisini, at
spælararnir lúka krøvini hjá
venjaranum. So eg meti
heilt víst, at vit eru klárir at
fara undir kappingina, held
ur Regin.
Málið er at enda
í oddinum
Sum sagt oman fyri, so er
VÍF eitt av liðunum í bestu
mansdeildini í hondbólti,
sum seinastu nógvu árini
hevur verið við heilt frammi
í oddinum. Sjálvt um liðið
hevur mist nógvar spælarar
til komandi kappingarárið,
so sigur Regin, at málið hjá
teimum er at enda heilt
frammi í oddinum.
VÍF miðar altíð høgt í
føroyskum hondbólti, og
tað er eingin ivi um, at vit
aftur í ár ætla at vera við
heilt frammi í oddinum.
Málið er at koma í finaluna
um meistaraheitið, og eru
vit fyrst komnir har til, so
ætla vit okkum sjálvandi all
an vegin, sigur sterki høgri
bakkurin.
Regin sigur seg annars
vænta eina rættiliga harða
kapping í ár, men hann
heldur, at kanska serliga
KÍF kann fara at yvirraska.
Kollfirðingar síggja út
til at hava eitt rættiliga gott
lið, og teir kunnu heilt víst
gerast eitt yvirraskilsi í ár.
Annars vænti eg eina rætti
liga harða kapping, har øll
liðini kunnu vinna ímóti
øllum, tí liðini tykjast vera
rættiliga jøvn, heldur Regin
Joensen.
Góður geistur
á liðnum
Tá vit at enda spurdu Regin,
hvat hann metti vera sterk
astu síðuna hjá liðnum,
nevndi hann beinanvegin
hugin til hondbólt.
Hugurin hjá monnum er
rættiliga góður at bæði venja
og spæla hondbólt, og so
haldi eg, at har er sera góður
geistur á liðnum. Hetta er
nakað, sum vit sjálvandi
skulu taka við til fyrsta dyst
in leygardagin. Harafturat
haldi eg eisini, at vestmenn
ingar alt íð hava havt ein góð
an vilja, og hesin fer at hjálpa
okum í ár, sigur hann.
Hinvegin heldur hann, at
manglandi rutinan hjá unga
liðnum kann gerast ein
trupulleiki.
Liðið hjá okkum er
ungt, og nógvir av leikarun
um í hópinum hava ikki tær
stóru royndirnar. Tí er rutin
an á liðnum ikki so stór.
Hetta kann sjálvandi gerast
ein trupulleiki til tíðir, men
eg trúgvi ikki, at tað fer at
bila, sigur kvívíkingurin at
enda.
Seinastu nógvu árini hev
ur VÍF sum sagt verið fast
ur fúsur í oddinum av før
oyskum hondbólti. Nú er
tað at kalla eitt nýtt lið, sum
fer undir kappingina, og tí
verður spennandi at síggja,
um ungu menninir fara at
halda sær heilt frammi í
oddinum.
Nýtt ættarlið skal taka yvir í VÍF
Sjálvt um vestmenningar hava mist nógv fólk í mun til síðsta kappingarár, so sigur ein av ungu leikarunum, Regin Joensen, at teir framvegis ætla sær at spæla við
heilt frammi í oddinum, og at málið fyrst og fremst er at røkka finaluni um meistaraheitið.
Mynd: Álvur Haraldsen