fríggjadagur 28. september 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 • 28. september 2007
Vikuskifti 17
Meira um Myanmar
Um tú vilt hava meira at vita um stríðið í Burma ber
til at vitja heimasíðuna HYPERLINK ”http://www.
freeburmacoalition.com” www.freeburmacoalition.
com, sum er ein heimasíða til frama fyri
demokratiskum broytingum í landinum. Eisini ber
til at vitja almennu heimasíðuna hjá burmesisku
stjórnini HYPERLINK ”http://www.myanmar.com”
www.myanmar.com, sum eisini umrøður ófriðin í
landinum.
Bloggarar siga frá
Bloggarar í Burma eru sera aktivir í hesum døgum.
Ein máti at sleppa undan sensurinum hjá stjórnini
er at leggja sínar egnu reportasjur út á netið. Ein
av hesum bloggarum er Ko Htike, og hansara
heimasíða sæst her: HYPERLINK ”http://ko-htike.
blogspot.com/” http://ko-htike.blogspot.com/. Her
verða bæði myndir og upptøkur lagdar út.
naðarstýri av
er eftir til heilsuverk, skúlar og
útbyggingar.
Mótmælisgongurnar, sum
nú eru at síggja, eru tær mest
umfatandi, síðan uppreisturin
í 1988, sum endaði í einum
blóðbaði. Stjórnin sendi tá herin
at berja mótmælini niður, og
hjálparfelagsskapir mettu tá, at
eini 3000 fólk lógu eftirá.
Í dag ber heimurin ótta fyri, at
sama søga skal endurtaka seg,
og at hernaðarleiðslan fer at nýta
harðar metodur í síni roynd at
teppa allar røddir, ið vága sær at
krevja demokratiskar broytingar
og vanlig mannarættindi.
Tí hava fleiri statsleiðarar
heitt á stjórnina í Burma
um at vísa hóvsemi yvirfyri
demonstrantunum.
Stjórnin ræðist
munkarnar
Tey, sum kenna nakað til viður-
skiftini í Burma, siga frá, at tað
eru bert tveir stovnar, ið veruliga
megna at mobilisera fólkið
– tað er hernaðarstýrið og tað
buddhistiska trúarsamfelagið.
Buddhistisku munkarnir eru
sera høgt í metum millum manna,
og tí aftrar stjórnin seg við
at fara ov harðliga fram mót-
vegis munkunum. Avleiðingin
kann nevniliga vera, at fólkið
av álvara fer at venda sær frá
hernaðarstýrinum, um munkarnir
verða bardir niður. Stjórnin hevur
eisini altíð roynt at sitið væl um
sátt við andaligu leiðararnar í
Burma.
Aung Naing Oo var ein av
luttakarunum í uppreistrinum í
1988, og hann trýr uppá, at tað
endiliga skal eydnast fólkinum at
koppa generalunum.
- Eingin visti, hvat hendi í
1988. Tíðindi um tey mongu
deyðu uppreistrarfólkini vórðu
ikki borin kring heimin, og tí
legði heimssamfelagið ikki trýst
á stjórnina. Nú kunnu fólk fylgja
við á internetinum, og øll verðin
situr og fylgir gongdini. Tað er ein
heilt onnur søga í dag, sigur Aung
Naing Oo við BBC.
Hann leggur afturat, at ein
annar týðandi munur kann vera,
at í 1988 vóru tað studentar, ið
stóðu á odda fyri uppreistrinum,
men í dag eru tað buddhistisku
munkarnir, sum ganga fremst, og
teir kunnu møguliga loyva sær
meira enn studentarnir.
Men eitt mark er tó fyri,
hvat stjórnin letur sær lynda.
Mánadagin boðaði hon frá,
at útigonguforboð verður sett
í verk, og fólk hava ikki loyvi
at savnast í stórum tali. Hetta
forboð hevur tó ikki verið virt,
og mótmælini hava hildið fram
kring landið.
Tí hevur stjórnin nú sent
hermenn út á gøturnar, og
seinastu tíðindini siga, at
samanbrestir hava verið millum
munkar og hermenn í gøtunum í
Rangoon.
Kinverjar eru
fjálturstungnir
Meðan vesturlendskir statsleið-
arar heita á stjórnina í Burma
um at vísa hóvsemi og krevja
broytingar í landinum, letur Kina,
sum er størsti grannin hjá Burma,
ikki við seg koma. Kina er størsti
handilspartnarin hjá burmesisku
stjórnini og er kanska tað einasta
landið, sum kann leggja veruligt
trýst á stjórnina.
Kina hevur eina traditión fyri
ikki at leggja seg út í innanhýsis
viðurskiftir í øðrum londum, og tí
noktar kinesisku leiðararnir fyri
at leggja trýst á stjórnina. Kina
hevur seinastu árini flutt vápn
inn til Burma og veitt stjórnini
diplomatiskan stuðul.
Tann stóri trupulleikin hjá
kinesisku stjórnini er tó, at
hon ikki vil koma í ringt ljós
í altjóða samfelagnum, nú
olympisku leikirnir í Peking
standa fyri durum. Um stjórnin
í Burma fer harðliga fram ímóti
mótmælisfólkunum, verður Kina
skuldsett fyri at stuðla einum
harðrendum hernaðarveldi, ið
kúgar fólksins vilja.
Kinesiska stjórnin leggur
ómetaliga stóran dent á at
skapa eitt gott altjóða image,
áðrenn leikirnar í 2008. Einki
skal oyðileggja ta mynd, sum
kinesiska stjórnin roynir at skapa
av Kina, tá landið veruliga kemur
í miðdepilin í 2008. Støðan í
Burma kann seta Kina í eitt ringt
ljós, og hetta er stjórnin í Peking
greið yvir.
Burma er eitt av teimum mest
afturlatnu londunum í heiminum,
og saman við Norðurkorea hevur
burmesiska stjórnin megnað at
hildið fólkinum í landinum í einum
jarntaki. Spurningurin er, hvussu
leingi hetta kann halda fram.
Buddhistisku munkarnir eru sera høgt í metum
millum manna, og tí aftrar stjórnin seg við at fara
ov harðliga fram mótvegis munkunum. Avleiðingin
kann nevniliga vera, at fólkið av álvara fer at
venda sær frá hernaðarstýrinum, um munkarnir
verða bardir niður. Mynd: Polfoto