Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 188 - 28. september 2007 ] Kyndil mist stuðulsleikarar Kyndil hevur mist fleiri av stuðulsleikarunum frá síðsta kappingarári, nú tað bert er ein dagur til nýggja kappingin fer í gongd. Sterki spælstýrarin, Høgni Klein, sum eisini bleiv ársins leikari í 2006, er niðrið í Danmark í arbeiðsørindum, og hann verður í øllum førum ikki við til kappingarbyrjan. Harafturat hevur Kyndil mist rók Akralíð, sum er farin til Danmarkar at spæla, um framt Ragnar Stakksund, sum er farin niður í lestrarørindum. So samanumtikið hevur Kyndil mist fleiri av mest týdningarmiklu spælarunum síðsta kappingarár. Ársins spælari nú í Kyndli Íslendingurin, Finnur Hansson, hevði eitt sera gott kappingarár við strandingum í fjør. Teir vunnu steypakappingina, og Finnur endaði eisini sjálvur næstovastur á toppskjúttalistanum í bestu mansdeildini. Fyri hetta bleiv Finnur valdur til ársins leikara í Atlantic Airways-kappingini. Í ár er Finnur tó ikki at finna í StÍF longur. Hann hevur nevniliga valt at skifta til Kyndil, har hann eisini hevur spælt áður. Kyndil hevur sostatt tryggja sær ein hollan styrk fyri fleiri av mistu leikarunum. Síðsta kappingarár endaði sigursvanda havnarliðið, Kyndil, enn einaferð við gullinum, og eingin ivi er um, at málið hjá Kyndli aftur í ár er at enda á ovastu rók. – Málið hjá okkum er sjálvandi at endurvinna meistaraheitið. Teir ungu spælar­ arnir hava tó ongantíð vunnið steypakappingini, og tí hevði verið stuttligt, um vit klára at koma langt í henni eisini, sigur ein av ungu spælarunum á liðnum, Hjalti M. Jacobsen HONDBÓLTUR Teitur Joesen teitur@sosialurin.fo Stóran part av síðsta kapp- ingarári líktist sigursvanda havnarfelagið, Kyndil, mest av øllum einum liði í svárari kreppu í bestu mansdeildini í hondbólti. Í grundspælinum fingu teir at kalla einki at rigga, og undan jólum lógu teir heilt niðri í botninum av Atlantic Airways-kapp- ingini. Tá teir so taptu fyrsta dystin í endaspælinum fyri botnliðnum, H71, mundu tey flestu halda, at nú var hetta kappingarárið av hjá Kyndli, og at tað nú bert ráddi um at gera seg kláran til næsta kappingarár. Men tað er ikki uttan grund, at Kyndil við sínum 30 meistaraheitum er mest vinnandi felagið í føroysk- um manshondbólti. Viljin at vinna er óvanliga stórur hjá spælarunum í felagnum, og síðstu níggju dystirnar av farna kappingarári vendi Kyndil alt á høvdið. Sjey sigrar og tveir javnleikir gjørdu, at Kyndil endaði á øðrum plássi, og harvið tryggjaðu teir sær sætið í finaluni. Her lótu teir ongan iva vera um, hvat var betra liðið. Tveir dystir á rað vunnu teir á VÍF, og so var 30. meistaraheitið ein veru- leiki. Nú stendur eitt nýtt kapp- ingarár fyri framman, og Kyndil telist sjálvandi aftur í millum favorittarnar at vinna meistaraheitið. Vit hava tikið eitt prát við unga spælstýraran, Hjalta M. Jacobsen, um vónirnar fyri nýggja kappingarárið. Meistararnir mist fleiri av profilunum Ein av trupulleikunum hjá Kyndli síðsta kappingarár var helst, at teir ikki vóru nóg væl fyri í grundspælin- um. Hjalti M. Jacobsen væntar tó neyvan, at hetta verður nakar trupulleiki í ár. - Vit hava vant rættiliga hart í ár. Vit byrjaðu longu at styrkivenja í summar, og í august byrjaði regluliga hondbóltsvenjingin. Tað hava eisini verið nógvir mans og vant, og eg haldi, at støðið á veningunum hevur verið rættiliga høgt. Eg trúgvi ikki, at vit nakrantíð áður hava verið í so góðum fysiskum form undan kappingarbyrjan, sig- ur Hjalti. Tað eru tó fleiri broytingar at finna í hópinum hjá Kyndli í mun til síðsta kapp- ingarár. Fleiri av stóru pro- filunum eru ikki at finna á liðnum í ár av ymsum grundum, men felagið hevur tó fingið onkran stór- an profil afturat hópinum. - Ja, her hava verið stórar broytingar. Vit hava mist bæði Høgna Klein, Rók Akralíð og Ragnar Stakk- sund, og hetta er sjálvandi nakað sum merkist. Vit hava tó fingið Finn Hansson afturat liðnum, og hann má metast at vera ein fongur fyri liðið, so tað skal nokk fara at ganga væl í ár, sjálvt um vit hava mist fleiri av profilunum, heldur Hjalti. Ætla at endurvinna meistaraheitið Tá vit spurdu Hjalta, hvat málið hjá liðnum var til komandi kappingarárið, var eingin ivi at hóma í svarin- um. - Eitt lið sum Kyndil fer altíð eftir gullinum, so sjálv- andi er málið hjá okkum aft- ur í ár at vinna meistara- heitið. Teir ungu spælararnir á liðnum hava annars ong- antíð vunnið steypakapping- ina, og tí hevði verið stutt- ligt, um vit klára at koma langt í henni eisini, staðfest- ir ungi spælskiparin. Hann leggur tó afturat, at tað neyvan fer at vera nøkur løtt uppgáva at vinna meist- araheitið. - Hini liðið eru øll góð, og eg vænti, at kappingin verður sera jøvn í ár, har øll liðini kunnu taka stig frá øll- um. Serliga Neistin og KÍF síggja sterk út í ár, og tey kunnu væl fara at gera seg galdandi í oddinum, heldur Hjalti. Vinnaramentalitet­ urin drívur verkið At enda spurdu vit Hjalta, hvørjar hann metti vera sterkastu síðurnar hjá mest sigursvanda felagnum í landinum, og ungi kyndils- maðurin var slett ikki í iva. - Vit hava ein øgiligan vinnaramentalitet á liðnum. Vit vilja vinna! Harafturat haldi eg, at vit spæla rætti- liga skjótan hondbólt, og sterka verjan hevur eisini verið eitt vørumerkið síðstu árini, og hetta er sjálvandi eisini nakað, sum vit ætla at varðveita, sigur Hjalti. Hann ásannar tó eisini, at liðið hevur nakrar veikar síður. - Størsti veikleikin er helst, at hópurin ikki er nóg breiður. Harafturat haldi eg ikki, at vit eru nóg sterkir í kontrafasuni, og hetta merk- ir, at vit fáa alt ov fá løtt mál. Hetta er so nakað, sum vit mugu royna at arbeiða við, sigur Hjalti M. Jacob- sen at enda. Spennandi verður at vita, um Kyndil fer at tryggja sær 31. meistaraheitið, tá kappingin kemur at enda í mars mánaði komandi ár. Tað ber sjálvandi ikki til at siga, at so verður, men eingin ivi er um, at Kyndil fer at spæla við heilt frammi í oddinum komandi kapp- ingarár. Kyndil fer altíð eftir gullinum Vinnaramentaliteturin hevur altíð verið eitt eyðkenni hjá Kyndli, og hetta ásannar ungi spælskiparin, Hjalti M. Jacobsen eisini. Hann sigur, at málið hjá Kyndli er at endurvinna meistaraheitið, og so vónar hann, at teir kunnu røkka langt í steypakappingini komandi kappingarár. Mynd: Álvur Haraldsen