fríggjadagur 28. september 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 • 28. september 2007
Vikuskifti 19
Húsini standa í Suðurrás, sum er ein
blindvegur frá Frælsinum. Umhvørvi er
friðarligt og barnavinarligt. Tað eru bert
100 m til Venjingarskúlan, Læraraskúlan
og frítíðarskúla. Vøggustovan og
barnagarðin á Landavegnum og á
Øksnagerði eru í umhvørvinum.
Somuleiðis er stutt til Vesturkirkjuna,
Landssjúkrahúsið, Fróðskaparsetrið,
Náttúrugripasavnið og nógvu
arbeiðsplássini á Vestaru Bryggju og
Viðarnesi.
Tað tekur bert fáa minuttir til gongu til
býin – eisini er stuttur teinur til gongu
oman á Sandagerð.
Rundanum húsini er ein stórur
urtagarður við fleiri hugnaligum krókum
og skotum og vøkrum blómubedum,
runnum og trøum. Her eru nógvir
møguleikar til tey, sum dáma væl at
brúka nakað av tíð í urtagarðinum og
eisini er stórt og gott pláss til børnini at
spæla í.
Húsini eru í trimum hæddum. Í
miðhæddini er ein durur, gongd,
baðirúm, køkur, stova og tvey kømur. Frá
stovuni er útgongd til eina terassu og
víðari út til urtagarðin. Bæði frá stovuni
og køkini kanst tú njóta góða útsýnið
yvir vakra urtagarðin.
Á loftinum er ein stór hugnalig
loftsstova, vesi og tvey kømur. Í
loftsstovuni eru vindeyguni frá loft til
gólv, so her er ljóst og opið.
Í kjallaranum er ein íbúð, sum hevur
vesi, baðirúm, køk, stovu og eitt kamar.
Inngongdin til íbúðina er til eitt felags
kjallararúm. Eisini er felags vaskirúm
og turkirúm. Íbúðin gevur tær góðan
møguleika at fáa eitt eyka ískoyti til
húsaleiguna.
Tú fært meira at vita um ognina við at
ringja til Skyn á tlf. 35 74 00.
Sethús við íbúð í Suðurrás í Tórshavn
Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo
Fakta:
Búðstaður: Suðurrás 10, Tórshavn
Byggiár:
1977
Hæddir:
3
Stødd innan: 245 fermetrar
Grundøkið:
400 fermetrar
Prísuppskot: kr. 2.500.000
Íbúðin í kjallaranum