Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 188 - 28. september 2007 tíðindi – Fólk her niðri flenna og siga, at hasir føroyingarnir vita ikki, hvønn teir hava sett í starv, sigur Kristine Stricker Hestbeck skemtandi. Kendi danski presturin fer at avloysa í Dómkirkuni komandi hálva árið Trúarlív Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo - Mín missión sum prestur er at formidla evangeliið, so fólk kunnu nerta tað við hondunum og kenna, at hetta er viðkomandi fyri teirra egna lítla lív á hesi løgnu jørð. Hetta sigur kendi og orðkringi danski presturin Kristine Stricker Hestbeck, sum verður avloysari í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi kom- andi hálva árið, har hon avloysir Marjuna Lómaklett, sum fer í barnsburðar- farloyvi. Livandi kirkjan Nýggi presturin sigur seg onga ímynd hava av, hvussu tað er í Føroyum,. - Men eg havi altíð verið bergtikin av náttúruni har uppi. Og so, at Føroyar eru ein partur av ríkisfelags- skapinum, og kortini so fullkomiliga øðrvísi, sigur Kristine Stricker Hestbech. Men hon hevur eina hóming av, at føroyska kirkja er ikki so modernað, sum tann danska. – Fólk her niðri siga, at tit vita ikki, hvat tit hava sett í starv har uppi, flennir hon, og leggur afturat, at sjálv ynskir hon sær, at kirkja er ein livandi og nær- verandi partur av tilveruni hjá fólki her og nú. Fólk skulu kenna seg aftur í kirkjuni, sum sjálvandi eisini skal umboða trygg- leika og traditión. - Føroyingar hava ikki sokallaða 1992 ritualið, men 1912 ritualið. Hetta merkir, at í Danmark fóru stórar broytingar fram í 1992, tá málburður og ritualini vórðu moderniseraði. Hetta sigur mær somikið, at talan er um eina konservatismu í sambandi við ritualir og siðvenjur, hugleiðir Kristine Stricker Hestbech, og skoytir upp í, at hon sjálv er ein sera modernaður prestur. – Tí hevur tað ikki avgerandi týdning fyri meg, um eitthvørt hevur verið galdandi í 500 ár, sigur Kristine Stricker Hestbech, sum heldur, at kirkjan skal vera eitt stillarúm í einum gerandisdegi, har alt annað gongur við rúkandi ferð. - Tá alt er kaos uttanfyri, skal friðurin valda og tíðin ganga spakuligari í kirkjuni, sigur hon. Kendur prestur At koma til Føroya at virka sum prestur er ein gamal dreymur, sum hevur fylgt Kristine Stricker Hestbech øll árini, síðani hon læs teologi í Århus. - Men eg vildi ikki gera tað, meðan døturnar vóru smáar. Nú tær eru so vaksn- ar, kann eg vera burtur frá teimum í eitt hálvt ár, sigur Kristine Stricker Hestbech, sum segði frá sær fasta starvið sum prestur í Suður- sælandi á nýggjárinum. Síðani hevur hon verið free- lancari, hevur hildið fyri- lestrar og verið við í kommisiónini um arbeiðs- og familjulív, samstundis sum hon hevur lokið prógv sum psykoterapeutur. Kristine Hestbech ikki hvør sum helst. Hon er kendur fyrilestrahaldari í Eg eri ein modernað