Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 • 28. september 2007 Vikuskifti 22 Tann 1. september 2007 vitjaði bólkurin Police í Århus. Bólkurin hevur ikki verið saman í 20 ár, so her var høvi at uppliva rockgarpar av tí rætta slagnum; teir, ið vístu veg fyri 20 árum síðani. Police var ein trio. Soleiðis sæð er onki broytt. Tað vóru teir somu menninir á bassi, trummum og guitari, ið komu á pall í Århus. Bara 20 ár eldri. Fyri 20 árum síðani var bólkurin vegvísari. Øðrvísi og hevði sín serliga stíl. Bert tríggir mans og so við karismatiska sangaranum, Gordon Sumner, alias Sting. Stewart Copeland spældi trummur og Andy Summers guitar. Bólkurin gjørdist skjótt kendur og lá millum teir fremstu fyri 20 – 25 árum síðani. Eitt stað millum rock og punk lá hesin melodiøsi tónleikurin, ið kanska eisini hevði ein feril av poppi í sær, tí hann var tó so reinur og fall so væl í oyruni, at hann neyvan var til ampa hjá nøkrum, eins og harði rock- og punktónleikurin kanska var tað. Løg sum Roxanne, Message in a Bottle, I can’t stand loosing you og Every little thing she does is Magic eru kend løg hjá bólkinum. Men eisini lagið Every Breath you Take er kent og er helst kendasta lagið millum tey, ið bert duga at nevna eitt lag við bólkinum. À ferð til Århus Vit vóru nøkur, sum høvdu tikið hendan møguleikan, at uppliva Police eitt leygarkvøld í Århus í álvara. Tíðliga leygardag settu vit leiðina móti Århus. “Tíðliga” merkir um middagsleitið, ella nakað aftaná. Vit høvdu nevniliga verið so hepnir at fingið møguleika at spæla á Skarv fríggjakvøld, so tað hóskaði so væl saman við ferðini annars. Og at fleiri gestatónleikarar tóku lut hetta kvøld, so sum Pætur við Keldu og vinkona okkara Guðrun Sólja, gjørdi ikki kvøldið verri. Men nú vóru vit so á veg í leigubili. Neil, Hjalmar, Thorbjørn, Guðrun, Knút, Tróndur og Dagfinn. Lagið var sjálvandi gott. Vistu ikki heilt hvat vit kundi vænta, men tó var væntandi, at Sting var pallvandur framvegis. Sum vit nærkaðust Århus, gjørdist ferðslan tættari og seinni gekk at koma fram, men fram komu vit. Vit settu bilin uttanfyri byggning hjá Vestas. At tað seinni skuldi vísa seg at verða ein truppulleiki, sum tann í ævintýrinum um Eldførið, er bert ein onnur søga, ið ger alt stuttligari. Tí hvør kundi vita, at fleiri Vestasbyggningar eru í Århus, so trupult bleiv at finna bilin aftur? Police og sonur Sting Inni á økinum vóru fólk tíðliga á veg. Stundisliga byrjar alt nú á døgum – í hvussu er í útlondum. Tað vísti seg, at sonur Sting hitaði upp. Júst sum pápin, stóð hann á odda fyri eini trio. Og hann bæði sá út sum Sting fyri 20 – 30 árum síðani, og ljóðaði sum hann. Hetta var bæði stuttligt og eisini eitt nokkso gott tónleikaligt upplivilsi. So komu teir á pall. The Police. Og tað ljóðaði beinanveg sum teir. Eyðkent. Serstakliga merktist beinanvegin, at Sting var í toppformi og enn sjálvsagdur frontmaður. Og tað var ikki nógv hóvasták. Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Sting og Police. Soleiðis eitur tað nú mannamillum, tá The Police aftur eru savnaðir á konsertferð, 20 ár eftir at teir stungu í sekkin og fóru hvør til sítt. Sting er á odda, eins og hann var tað. Hann hevur megnað at halda seg á toppinum undir egnum navni hesi 20 árini, men tá Police savnast aftur á palli, so eru tað løgini frá sjeyti- og fyrst í áttatiárunum, sum eru at hoyra Tað vísti seg, at sonur Sting hitaði upp. Júst sum pápin, stóð hann á odda fyri eini trio. Og hann bæði sá út sum Sting fyri 20 – 30 árum síðani, og ljóðaði sum hann »Løgreglumenn« stinga aftur nøsina fram