fríggjadagur 28. september 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 28. september 2007
23
tíðindi
ður prestur
Nýggi presturin í dómkirkjuni er ein kend
persónligheit í Danmark. Hon var limur í donsku
kommisiónini, Chance for balance, sum arbeiddi
við, hvussu vit fáa betri javnvág millum arbeiðs- og
familjulív. Kristine Stricker Hestbech hevur nøkur góð
ráð til, hvussu vit kunnu fáa betri javnvág í lívinum, við
at lata persónligu virðini stýra valum okkara
Sæt pris på livet
Danmark, og kend frá kjak
sendingini „Tal med Gud“ í
DR2. Eisini var hon ein av
viðmerkjarunum hjá DR1 í
sambandi við krúnprinsa
brúðleypið í 2004.
Eg var ikki í iva, tá ið eg
sá avloysarastarvið í Føroy
um. So eg og maðurin
hugdu hvønn annan djúpt
inn í eyguni, tí hetta var ein
møguleiki, sum ikki mátti
gleppa mær av hondum,
sigur Kristine Stricker Hest
bech. Tá visti hon ikki,
hvørja kirkju talan var um
– bara at tað var í Suður
streymoyar Eystara Presta
gjaldi.
Eyðmjúkliga til verka
Men hóast Kristine Stricker
Hestbech er ein sera moder
naður prestur, sigur hon
vera eyðmjúka mótvegis
starvinum sum avloysari í
føroysku kirkjuni.
Eg komi fyrst og fremst
upp fyri at røkja eina upp
gávu, so gerandisdagurin
hongur saman. Eg komi
ikki upp við broytandi vind
um, men vóni at fáa nakrar
royndir og at blíva klókari
uppá, hvussu tit hava kirkju,
sigur hon.
Og so eri eg eisini spent
upp á at síggja, hvussu
nógv
kirkjan
fyllir
í
almenna orðaskiftinum; um
hon er meiningsdannari
etiskt og mentunarligt.
Positivt og negativt
Spurd, hvat hon roknar við
er serliga positivt við før
oysku kirkjuni, heldur hon,
at fólk kenna seg heima í
kirkjuni her.
Í Danmark hava síðstu
ættarliðini ikki fingið ein
kristnan barnalærdóm. Eg
ímyndi mær, at í Føroyum
er eitt felags grundarlag,
ein samtykt, sum ger, at tú
skalt ikki aftur til røturnar,
hvørja ferð tú tekur eitt
evnið upp. Nevni eg Káin
og Ábel í Danmark, so má
eg fyrst fortelja søguna um
teir, áðrenn eg kann koma
víðari. Hetta rokni eg við er
nógv øðrvísi her uppi, sigur
nýggi presturin, sum er til
tikin hittinorðað og øðrvísi
djúphugsin í talum sínum.
Um hon dugir at ímynda
sær nakað negativt við før
oysku kirkjuni, sigur hon
seg ikki vita nóg mikið til
at úttala seg enn.
Men hetta við at halda
fast í gamlari siðvenju,
kanska er tað negativt og
kanska er tað positivt fyri
føroyingar. Her í Danmark
er tað í øllum førum
soleiðis, at prestarnir, sum
bara halda fast um tað
gamla, hava stórar trupul
leikar, tí fólkið flýggjar úr
kirkjum
teirra,
sigur
Kristine Stricker Hestbech.
Búgva á Velbastað
Tá nýggi presturin fekk boð
ini frá bispi um, at hon var
sett í starv sum avloysari í
eitt hálvt ár fyri Marjuna
Lómaklett,
gjørdist
tað
henni eisini greitt, at ongin
bústaður fylgdi við starv
inum.
Men fólk hava víst mær
sera stóra vælvild, sigur
hon glað. Og hon greiðir
frá, at tá hon var har uppi í
síðstu viku, í sambandi við
ráðstevnuna um arbeiðs og
familjulív, kom ein Dorete
Block inn í Norðurlanda
húsið.
Har boðaði hon frá, at
eg var vælkomin at búgva í
íbúðini í træhúsi hennara á
Velbastað hetta hálva árið.
Eg kenni ikki Doretu, men
tað var okkurt við, at ein
vinkona mín hevur eina vin
konu í Jútlandi, sum kendi
ein, sum kendi Doretu. So
tað kanst tú ætla, at eg eri
spent uppá og takksom fyri,
sigur ein fegin Kristine
Stricker
Hestbech.
Hon
kemur til Føroya leygar
dagin og verður innsett sum
prestur í Havnar Kirkju nú
sunnudagin. Hon avloysir í
tíðarskeiðinum 1. oktober
til 15. mars 2008.
Á almennari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum
tann 21. september helt Kristine Stricker Hestbech
fyrilestur unidr heitinum »Hvussu fáa vit betri
javnvág millum arbeiðs- og familjulívið?« Kristine
var limur í donsku kommisiónini, sum føroyingar
nú eisini hava sett niður
Mynd: Jens Kristian Vang
• Gør dig klart, hvilke værdier der er vigtige for dig i dit liv.
På den måde får du lettere ved at træffe dine valg.
• Mærk, at livet er det bedste, der kunne overgå dig - og
værdsæt de gode ting i din tilværelse.
•
Livet består af øjeblikke - kunsten er at gå langsomt
igennem dem.
•
Tag kontrol over dit liv. Lav om på det, der kan ændres og
accepter det, der ikke kan.
•
Øv dig i at sige ”pyt med det”.
•
Husk en gang i mellem bare ”at være” og dagdrømme,
uden mentalt at være på vej til det næste.
•
Tag imod omsorg. Det er godt at kunne læsse af.
•
Ingen lægger en dag til sit liv ved at bekymre sig - så øv
dig i ikke at tage sorgerne på forskud, de bliver måske
ikke til noget.
•
Tiden er ikke noget, der løber fra dig, men noget der
kommer til dig.
•
Vær nærværende i alt, hvad du laver: fra gulvvask til
godnathistorie.
•
At leve er som et åndedrag: at ånde ind og ånde ud - så
husk at standse op og træk vejret.
•
Vi kan ofte føle vores liv som en centrifuge - så husk at
mærke efter, hvor dit centrum er.