fríggjadagur 28. september 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 188 • 28. september 2007
Vikuskifti
Teir spældu síni løg. Tey kendu og
minni kendu.
Sting fegnaðist um, at eini
45 túsund vóru komin at lurta.
Og annars hevði hann smáar
viðmerkingar av og á.
Men her var eyðsýnt, at tað
var tónleikurin, sum var í hásæti.
Ikki eitt sing-along show, har tað
snýr seg um at dansa, syngja og
klappa, heldur enn at lurta. Her
var tað tónleikurin hjá Police, ið
var í miðdeplinum.
Og øll tey kendu løginin komu.
Til stóra fragd fyri ung og eldri.
Og teir smæddust ikki fyri at hava
longri solopettir, enn vanligt var á
útgávunum.
At onkur smávilla hoyrdist
– serliga at byrja við, og
einamest hjá trummuleikaranum,
er fyrigeviligt, tá ein hugsar um,
at bólkurin ikki hevur verið saman
í 20 ár. Og tá so fáir mans eru um
at skapa ljóðmyndina, so hvílir
nógv á hvørjum enstøkum.
Men sum heild, og sum kvøldið
gekk, gekk alt upp í hægri eind.
Trummuleikarin vísti seg eisini frá
síni bestu síðu við einum øðrvísi
savni av lutum til ásláttur, sum
hann skapaði serstakt huglag við.
Sting var veruliga trimmaður
og var lokomotivið. Men hann
var eisni frontmaður fyri 20 árum
síðani, so onki óvæntað í tí. Men
hann var sum so onki fánaður.
Spældi og sang sum ein eingil,
júst sum vit kenna hann.
At danskir ummælarar so at
siga jarðløgdu konsertina og
Police, er á ein hátt skiljandi. Og
tó. Teirra jarðlegging gekk mest
út uppá, at alt var ov stívt og at
onki samband var við lurtaran og
so framvegis.
Eg veit ikki hvussu við teimum
44.990, sum umframt okkum
vóru komin at lurta, men okkara
ferðalag hevði so ikki væntað
sær skemtisøgur millum hvørt
lag og annað slíkt. Sting gjørdi
sær enntá ómak at fáa fjøldina
at rópa í kór. Og tað er hóast alt
nakað av sambandi.
Men ummælarar skulu skriva
okkurt, og tá tónleikurin var ok,
men ikki so nógv annað hendi,
so er kanska trupult at fylla
spaltupláss.
Tónleikaliga var hetta ein fin
konsert. Júst á hædd við tað, ið
væntandi var.
Hvørki meira ella minni!
Heimferð
Eftir tveir tíma longu konsertina,
fylgdust vit í ferðalagnum eitt fitt
petti saman við vinum og øðrum
kendum, men so við og við fall
burturav , tí ilt er at halda saman
millum 45.000 fólk. Men hetta var
sum so ongin skandala, tí ætlanin
var ikki, at vit øll skuldu sama
veg. Onkur ætlaði at yvirnátta í
Århus og onkur at venda nøsini
aftur heimeftir.
Guðrun og undirritaði skuldu
við tokinum, hon til Odense og eg
til Keypmannahavnar.
Men her mátti snildi nýtast.
Hýruvogni er nevniliga vónleyst at
fáa fatur á júst eftir eina konsert
og bussarnir líktust teimum, ið
ein sær myndir av í India og har
á leið, so fullir vóru teir. Við hjálp
frá vinfólki eydnaðist at “tumla”
og tveir fittir mans – og ein
dáma, sum teir eisini høvdi tikið
uppí – koyrdu oman á tokstøðina.
Í tokinum mótvegis Odense og
Keypmannahvn sótu vit so - á
dúrkinum – millum fleiri hundrað
deyðatroytt fólk.
Skemtiligt var tó, at ein dani
um 25-30 ár, sum lá millum
vinmenn sínar og durvaði,
einaferð lat eyguni upp hugdi
undrandi, og eftir lítlan støðg
so spurdi, meðan hann hugdi at
Guðruni.
- Er tað ikki tú, sum dugur at
syngja? Hvat var tað nú tí vann?
Hann fekk sjálvsagt svar, og
meira bleiv ikki av hesum, men
eg kundi ikki lata vera við at
hugsa, at tað er fløvandi, at fólk
enn minnast til og hesum játtaði
Guðrum eisini. Men hon hevur
bæði bein á jørðini og letur seg
ikki so lætt taka av fótum, men
øll kennast helst við kensluna
av, at tað er gott at merkja
viðurkenning.
Vit náddu Odense og eg helt
– einsamallur millum øll hini
- fram til Keypmannahavnar.
Ein fín konsertferð var at enda.
Police vóru stórt sæð teir somu
og megnaðu sína uppgávu. Sting
vísti, at hann er minst líka góður,
ella betri.
At skemtisøgurnar og tað,
ið danskir ummælarar annars
vantaðu fyri at fáa samband
við fjøldina, ikki var har, gjørdi
onki. Tí tónleikurin var har og
tónleikararnir, og í góðum vinalag
er eisini lætt at trívast, so alt í alt
var hetta til UG, hóast ein song er
kærkomin tíðliga sunnumorgun,
eftir slíka ferð.
Men her var eyðsýnt, at tað var tónleikurin, sum var í hásæti. Ikki eitt sing-along show, har tað snýr seg um at dansa, syngja og klappa, heldur enn at lurta. Her var tað tónleikurin hjá Police, ið var í
miðdeplinum
Ferðalagið; nú vóru vit so á veg í leigubili. Neil, Hjalmar, Thorbjørn, Guðrun, Knút, Tróndur og Dagfinn. Lagið var
sjálvandi gott. Vistu ikki heilt hvat vit kundi vænta, men tó var væntandi, at Sting var pallvandur framvegis