Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 - 28. september 2007 27 Av tí at báðir skipararnir umborð á Smyrli gevast vegna aldur, verður hervið søkt eftir tveimum skipsstjórum til Smyril at byrja fyrst í novembur ella eftir nærri avtalu Starvið Skipsstjórin hevur leiðsluna og ábyrgdina av øllum virkseminum, sum fer fram umborð á Smyrli, herundir eisini starvsfólkamál. Høvuðsuppgávur • At tryggja at allar formligar ásetingar verða hildnar, herundir allar trygdarfyriskipanir • At virka fyri mennandi arbeiðsumhvørvi og at tryggja, at trivnaðurin umborð er í hásæti • At skipa fyri vikuligum fundum við manning og leiðslu umborð • At virka sum bindilið millum høvuðsskrivstovu og skip • At hava fíggjarligu ábyrgdina fyri rakstrinum og gera fíggjarætlan • At tryggja eitt høgt, støðugt og mennandi tænastustøði • At gera mánaðarligar rapporteringar um fólkafl utningsviðurskifti, virksemi og ætlanir • At arbeiðssetningurin hjá fyritøkuni verður fylgdur Talan er um eitt leiðarastarv innan føroyskan ferðafólkafl utning við spennandi avbjóðingum, har skipsstjórin fær ábyrgdina av størstu innanhýsis farleiðini í Føroyum. Viðkomandi kemur at seta sítt fi ngramerkið á tænastustøði umborð, og kemur sostatt at viðvirka til, at Strandfaraskip Landsins sum heild fær eitt positivt viðmæli, tá talan er um tænastu. Starvið gevur góðan møguleika fyri persónligari og fakligari menning. Førleikakrøv • Vinnubræv sum skipsførari • Búskaparlig og analytisk evnir • Góð leiðslu- og samstarvsevnir • Skal kunna arbeiða málrættað • Góðan telduførleika • Væl fyri málsliga í føroyskum og enskum Harafturat leita vit eftir einum persóni, ið hevur drúgvar royndir, er kreativur, nýhugsandi, róligur, upplýsandi og sum dugir væl við starvsfólki og ferðafólki. Lønarviðurskiftir- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Mánaðarlønin (Endaløn) er í løtuni 32.687,- + eina viðbót á 8.214,- umframt ein eftirløn á 1634,- Arbeiðstíðin er eitt til eitt, umframt feria. Umsóknir Umsókn við avritum skal sendast til: Strandfaraskip Landsins Att: Stjóraskrivstovan Postboks 88 FO-110 Tórshavn og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 4. oktober 2007. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Regin Vágadal, stjóra, á tlf. 343012 Skipsstjórar til Smyril Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan- lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í fi mm deildir: Samferðslu-, Sjó-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild. Við hesum verður søkt eftir einum skips- eletrikara/maskinmeistara at seta í fast starv umborð á “MF Smyril”. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað sum 1-1. Arbeiðs- og vaktarskipanin kann til eina og hvørja tíð verða fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan, eins og skips-eletrikarin/ maskinmeistarin kann verða fl uttur á annað skip og aðra arbeiðs- vaktarskipan. Starvið fevnir um • Skips-eletrikarin/maskinmeistarin skal vera við til at tryggja, at maskinaríð og allar el-instalatiónir eru í so góðum standi at øll, bæði manning og ferðafólk, kunnu kenna seg trygg • Tryggja at lógir og reglur á økinum verða fylgdar • Veita ein eff ektivan dagligan rakstur • Tryggja, at arbeiðsgongdir eru í tráð við málsetningin hjá fyritøkuni Skips-eletrikkari/maskinmeistarin skal eisini vera við til at: • Tryggja ein støðugan rakstur av skipinum • Seta upp mannagongdir fyri viðlíkahaldsarbeiði • Hava eftirlit við maskinarínum, el- instalatiónum o.l. • Samstarva og tryggja gott samstarv við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar Førleikakrøv • STCW áteknað vinnubræv sum Maskinmeistari • Galdandi heilsuprógv • Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð • Sløkkileiðaraprógv • Roykkavaraprógv Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið. Umsóknir Umsóknin skal, saman við avriti av vinnubrævið, prógvum og møguligum ummælum, sendast til: Strandfaraskip Landsins Att.: Starvsfólkadeildin Boks 88 110 Tórshavn Umsóknarfreist Freistin at søkja starvið er 8. oktobur 2007, kl. 12:00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jan Haldansen, sjódeildin, tlf. 343000, ella við e-posti: jah@ssl.fo Skips-eletrikari/maskinmeistari til Strandfaraskip Landsins Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan- lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í fi mm deildir: Samferðslu-, Sjó-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild. Við hesum verður søkt eftir einum stýrimanni at seta í fast starv umborð á “MF Sam”. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað sum 1-1. Arbeiðs- og vaktarskipanin kann til eina og hvørja tíð verða fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan, eins og stýrimaðurin kann verða fl uttur á annað skip og aðra arbeiðs- vaktarskipan. Starvið fevnir um Stýrimaðurin skal vera við til at tilrættaleggja ein eff ektivan dagligan rakstur, og at tryggja, at arbeiðsgongdir eru í tráð við málsetningin hjá fyritøkuni. Stýrimaðurin skal eisini vera við til at: • Tryggja at trygdin umborð er í samsvari við altjóða krøv • Tryggja at skipið verður lastað í samsvari við altjóða krøv • Meta um viðlíkahaldstørvin umborð • Seta upp mannagongdir fyri viðlíkahaldsarbeiði og dokking • Samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar Førleikakrøv • STCW áteknað vinnubræv sum skipari við handilsskipum • STCW áteknað GMDSS, GOC prógv • Galdandi heilsuprógv • Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð • Sløkkileiðaraprógv • Roykkavaraprógv Herumframt vænta vit, at tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert ábyrgdarfullur og ágrýtin, hevur góð samstarvsevni og góðan røkjuskap. Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Umsóknir Umsóknin skal, saman við avriti av vinnubrævi, prógvum og møguligum ummælum, sendast til: Strandfaraskip Landsins Att.: Starvsfólkadeildin Boks 88 110 Tórshavn Umsóknarfreist Freistin at søkja starvið er 8. oktobur 2007, kl. 12:00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jan Haldansen, sjódeildin, tlf. 343000, ella við e-posti: jah@ssl.fo Stýrimaður til Strandfaraskip Landsins Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan- lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í fi mm deildir: Samferðslu-, Sjó-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild. Reyði Krossur Føroya Landsinnsavnan hjá Reyða Krossi Føroya 3. novembur 2007 kl. 11.00 til kl. 14.00 Reyði Krossur Føroya skipar fyri húsainnsavning, hús úr húsi við bússum. Peningurin, sum innkemur, skal brúkast til hjálp har neyð og elendigheit ræður grunda á náttúruvanlukkum, sjúku og ófrið. Meira á heimasíðu okkara www.redcross.fo