Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 188 - 28. september 2007 tel 30 30 30 www.ft.fo www.nummar.fo info@nummar.fo www.gulu.fo info@gulu.fo Seinasta freist at lata broytingar inn til telefonbókina 2008 er mikudagin 7. november 2007 Mikudagin 7. november 2007 er seinasta freist at koma við rættingum til Hvítu Síðurnar í Telefonbókini fyri 2008 (vanliga telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu Síðurnar er á síðu 563 í Telefonbókini 2007, og skal sendast til: Kundaskráseting, Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 79 68. Eykaupptøkur v.m.: Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum telefon- nummari við undirstrikingum, eykaupptøkum og/ella undir- upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja undir- striking, eykaupptøku ella undirupptøku. Búmerki: Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu Síðum. Prísurin fyri búmerki er kr. 2.000,00 (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku. Fyri búmerki í litum er prísurin kr. 3.000,00 fyri hvørja upptøku. Mikudagin 7. november 2007 er seinasta freist at boða frá av nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu Síðum. Prísir: (A) Standardlýsing ........................................ kr. 900,00 (B) Innramming............................................. kr. 1.000,00 (E) Grafisk lýsing fyri mm (min. 30 mm) ....... kr. 30,00 (Sí dømi á s. 565 í Telefonbókini 2007) Litlýsingar Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at lýsa við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta bak- grund er kr. 600,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr. 1.400,00. Skrásetingar-/rættingarblað til Gulu Síður er á síðu 564 í Tele- fonbókini 2007, og skal sendast til: Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66. GG: Prísirnir á Gulu Síðum eru uttan mvg! Í mars 2008 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum. Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum. Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist óbroytt. Hvítu Síður Gulu Síður Telefonbókin 2008 So hevur Landsverk fýra spennandi og avbjóðandi størv, tú kanst søkja, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum kanst geva títt íkast til framhaldandi menning av okkara tænastum. Deildarleiðari til bygningadeildina Høvuðsuppgávur · greina og raðfesta nýbygging og viðlíka­ hald við atliti at funktionaliteti, estetikki og góðsku · góðkenna verkætlanir og taka støðu til møguligar broytingar, umframt viðgera onnur byggimál, har bygging, bygningar, lendi og formlist eru partur av viðgerðini · arbeiða og uppbyggja ein politikk fyri al­ menna byggilist · fyrireika og samskipa landsbyggireglugerð fyri Føroyar · stuðla og menna eitt kreativt arbeiðsumhvørvi Førleikakrøv Tú ert útbúgvin arkitektur. Leiðsluroyndir og aðrar royndir frá verkætlanum innan byggivinnuna er ein fyrimunur. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra, á 540 801 ella á ob@lv.fo. Verkfrøðingur til framleiðsludeildina Høvuðsuppgávur · yvirskipaður rakstur av skervverkunum saman við formonnunum á verkunum kring landið · skipa fyri viðlíkahaldi og dagføring av verkunum · kostnaðarmeta og eftirkalkulera asfalt­ og verklagsarbeiðir Førleikakrøv Tú ert útbúgvin verkfrøðingur, ella hevur aðra viðkomandi útbúgving. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Torkil Olsen, deildarleiðara, á 540 841 ella á to@lv.fo Verkfrøðingur/Arkitektur/Byggi­ frøðingur til verkleiðsludeildina Høvuðsuppgávur · byggileiðsla · aðrar byggiharrauppgávur, t.d. prosjekt­ stýring Førleikakrøv Tú ert útbúgvin verkfrøðingur, arkitektur, byggifrøðingur, ella hevur aðra viðkomandi útbúgving. Royndir innan viðkomandi virkisøki gevur fyrimun. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kristian Rasmussen, deildarleiðara, á 540 851 ella á kr@lv.fo Smiðjuformaður til maskinmiðstøðina Høvuðsuppgávur · leiða og reka smiðjuna í Kollafirði · umvælingar av amboðum · ábyrgd av seramboðum · útleigan av amboðum innanhýsis · viðlíkahald av ferjulegum Førleikakrøv Tú ert útbúgvin maskinmeistari, ella hevur aðra viðkomandi útbúgving og helst royndir innan økið. Góður teldukunnleiki og vanligt koyrikort krevst. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóan Petur Patursson, rakstrarleiðara, á 540 950 ella á jpp@lv.fo Setanartreytir Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálunum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum og CV skulu vera okkum í hendi 8. oktober. Merkið umsóknina ávikavist: Starv á bygningadeildini · Starv á framleiðsludeildini · Starv á verkleiðsludeildini · Starv á maskinmiðstøðini Hevur tú skapanargleði og hugflog, og vilt tú síggja úrslit av tínum arbeiði? STARVSLÝSING Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.