Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-28, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. september 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 188 - 28. september 2007 33 Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Trivnaðartænastan Pedagogur ella heilsurøktari til Dagtilhaldið við Hoydalsvegin Søkt verður eftir pedagogi ella heilsu­ røktara at arbeiða 22 tímar um vikuna. Endamálið við Dagtilhaldinum er at skapa eitt umhvørvi, har brúkarin fær kensluna av at gera mun í gernadisdegnum hjá sær sjálvum og øðrum. Dagtilhaldið er opið gerandisdagar frá kl. 11 til 15. Vit vænta, at tú: • tekur lut í avbjóðingini at skipa gerandisdagin í Dagtilhaldinum • sjálvstøðugt kann seta í gongd og skipa fyri virksemi • sær týdningin av góðum samstarvi Setunarviðurskifti: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag ella Almanna­ og Heilsu­ røktarafelagið Nærri fæst at vita um starvið frá Jonnu Petersen, leiðara á tlf: 289100. Umsókn við hjáløgdum próvskjølum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skulu sendast til: Dagtilhaldið við Hoydalsvegin Stílað: Jonna Petersen, leiðari Hoydalsvegur 4 100 Tórshavn Umsóknarfreist 15. oktober 2007 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna­ og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Treingir tú til luftskifti? Leingist tær eftir at fløva onnur við tínum førleikum og royndum? Og hevur tú hug at oysa av tínum ágrýtni í einum nýggjum toymi innan føroyska byggivinnu? So ert tú vælkomin inn í hitan hjá okkum. PB Consult sóknast eftir verkfrøðingi, byggifrøðingi ella líknandi til projekterings- og eftirlitsarbeiði innan fyri: • HVS-skipanir • Kloakkskipanir • Vatnveiting • Fjarhitaskipanir • Sprinklaraskipanir Í okkara nýggja verkfrøðingavirki fært tú møguleika at arbeiða sera sjálvstøðugt, at taka avgerðir og í stóran mun sjálv/ur at leggja tær arbeiðs- dagin til rættis. Vit vænta, at tú hevur førleika í forritum sum AutoCad, Word og Excel. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu millum teg og okkum. Vit eru í holt við fleiri spennandi verkætlanir, og tí er best, um tú kanst byrja skjótast gjørligt. Men vit bíða fegin eftir tí rætta persóninum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Pætur Húsgarð, tlf 23 82 00 ella teldupost ph@pbc.fo Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 5. oktober 2007. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starv í nýggjum ráðgevingarvirki Heykavegi 6B • Postsmoga 1395 • FO-110 Tórshavn Telefon: 30 82 00 • Faks: 30 82 01 • www.pbc.fo PB Consult er ráðgevandi verkfrøðisvirki, sum bleiv sett á stovn í mars í ár. Felagið veitir ráðgeving innan HVS-skipanir, vatnveitingar og vatnreinsiverk, kloakkleiðingar og kloakkreinsiverk, fjarhitaskipanir, sprinklaraskipanir, køvigasskipanir, projekteringsleiðslu og byggileiðslu. Pætur Húsgarð og Bjarni Jakobsen, sum hava útvið 18-ára royndir innan ráðgevandi verkfrøði, eiga PB Consult. Felagið er limur í Foreningen af Rådgivende Ingeniører (F.R.I.) og er vælútgjørt við nýggjasta útbúnaðinum, sum hoyrir til á einari nýmótans teknistovu. FØROYA HANDILSSKÚLI lýsingar