fríggjadagur 28. september 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 188 - 28. september 2007
Formaður
Tórshavnar kommuna
Tórshavnar kommuna søkir eftir einum formanni til eitt arbeiðs-
mannalið, ið telur 3-4 fólk.
Dentur verður lagdur á evni til at røkja samstarv millum fólk.
Arbeiðsøkið
Ymisk sløg av arbeiði, ið verða gjørd við hond, mest røkt av
gøtum. Annars kann tað vera alt, ið hoyrir undir Lendisdeildina.
Vit rokna við, at tú
ert lagaligur í samvirki við fólki, men dugir kortini at tala beint
fram, tá neyðugt er og hevur gott tol.
Setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkis-
felag. Umframt grundlønina verður latin formansviðbót.
Umsókn
við upplýsing um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar
kommunu, postrúm 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi
19. oktober 2007. Merkið umsóknina „arbeiðsmannaliðið“.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til røktarleiðaran, Jógvan Olsen, ella
býargartnaran, Tóra í Hoyvík, tlf. 30 20 10.
lýsingar
Deild A
Kirurgisk songjardeild
Sjúkrarøktarfrøðingur
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi at arbeiða
0,8 tíð í skiftandi vaktum frá 01.11.07 ella eftir
nærri avtalu.
Førleikakrøv:
• Prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• Fakligan áhuga og royndir
innan kirurgiska økið
• Góð samstarvsevnir
Lønar-og setanartreytir sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri fæst at vita um starvið frá:
Anna Løve Sørensen, deildarsjúkrarøktarfrøð-
ingur deild A, tlf. 454545 lokal 511, ella Jonu
Nielsen, fyristøðukvinnu, lokal 106.
Umsókn við avriti av prógvi, autorisation
og møguligum viðmælum skulu sendast til:
Klaksvíkar Sjúkrahús, Umsjónarmaðurin, FO-700
Klaksvík.
Umsóknarfreist 15.10.2007.
Klaksvíkar Sjúkrahús
700 Klaksvík · Tlf: 45 45 45 · Fax: 45 73 63
Hús í Klaksvík til sølu
Ognin Undir Klakki 49 til sølu, um hóskandi boð
fæst.
Matr. nr.
125f
Grundøki: 521 m2
Húsini:
ca. 140 m2 í einari hædd,
tó við bilrúmi í kjallarahædd ca. 25 m2
Hetta eru betonghús, klødd við timbur og takt
við tjørupappi. Húsini, sum eru frá 1987, hava
urtagarð, eru øll renoveraði og í góðum standi.
Útsýnið er gott.
Ábyrgd tlf. nr. 457791/222252
um...
...er lisin
-so ert
tú við!