Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 2001síða 18

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 90 - 11. mai 2001 Nr. 90 - 11. mai 2001 35 gult34 cyan34 magenta34 svart34 gult35 cyan35 magenta35 svart35 C M Y K HEILSANIR Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« Góðu Marian og Bogi (+ Guðrið) Hjartaliga tillukku við hjúnabandsdegnum, stóra takk fyri hjálpina. Ynskja vit á Spógvavegi Góða elskaða Annika! Hjartaliga tillukku á 13 ára degnum 11. mai. Nú ert tú teen. Kærar heilsanir mamma og babba Góða elskaða mostir! Hjartaliga tillukku á 13 ára degnum 11. mai, takk fyri, at tú ert so góð við meg. Guðrið Góða Fanný Vit øll ynskja tær hjartaliga tillukku í morgin og alt tað besta, vóna tú fært ein góðan dag. Bestu heilsanir ommirnar og abbarnir Góða Elia Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum tann 14. mai, eisini ein heilsan til lítlu systir. Kærar heilsanir omman og abbin á Skála Góða mamma & sviger Hjartaliga tillukku við 43 ára degnum, alt tað besta í fram- tíðini. Ynskja Sólbjørn og Eyðbjørg Vit elska teg. Góða elskaða Herdis omma Hjartaliga tillukku á 75 ára føðingardegnum 9. mai. Takk fyri alt tú og abbi eru fyri okkum. Eisini ein heilsan til Mariann á 6 ára degnum 10. mai. Allarbestu heilsanir Herdis og Torkil Góði Sveinur Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum 11. mai. Ynskja vit øll, Rúna Gudstænastur Dýri biðidagur 11. mai Fámjin: Petur Martin Ras- mussen Havnar kirkja: Sonja Klein kl. 11 Nólsoy: Sverri Steinhólm kl. 12 (sjónvarpað) Argir: Heri Joensen kl. 11, altargongd Christianskirkjan: Niels Pauli Danielsen kl. 11 Kl. 18 forbønsgudstænasta Mikladalur: Hans Eiler Hammer kl. 12, altarg. Miðvágur: David Johanne- sen kl. 11 Sandavágur: David Jo- hannesen kl. 18 Eiði: Emil Olsen kl. 11 Kollafjørður: Marjun Bæk kl. 11, konfirmatión Kvívík: kl. 12, altarg., (skriftarmál kl. 11.50), Martin Restorff Jacobsen Í Vestmanna, Hósvíkar, Hvalvíkar, Haldórsvíkar og Tjørnuvíkar kirkjum gong- ur talvan fyri Guds orðs boðan Elduvík: Uni Næs kl. 12 Í Fuglafjarðar prestagjaldi gongur talvan Dýra biðidag fyri Guds orðs boðan Sandavágur: Inga Poulsen Dam kl. 11 Søldarfjørður: Meinhard Bjartalíð kl. 11 Leiti: Erland Beder kl. 12 Sandur: Jákup Reinert Hansen kl. 12 Gudstænastur 4. sunnud. e. páskir Tvøroyri: Petur Martin Rasmussen kl. 11 Hvalba: Ólavur Rasmussen kl. 12 Havnar kirkja: Sverri Steinhólm kl. 11 Kaldbak: Sonja Klein kl. 12 Vesturkirkjan: Heri Joensen kl. 11, altargongd Árnafjørður: Niels Pauli Danielsen kl. 11, altarg. Christianskirkjan: Hans Eiler Hammer kl. 11 Sandavágur: David Jo- hannesen kl. 11 Norðskála: kl. 10.40 skriftamál, kl. 11 messa Emil Olsen Kollafjørður: Marjun Bæk kl. 11, altargongd Tjørnuvík: Martin Restorff Jacobsen kl. 12 Hvalvík: Inga Poulsen Dam kl. 11 Fuglafjørður: Uni Næs kl. 11, altargongd Hellur: Uni Næs kl. 17 Glyvrar: Meinhard Bjarta- líð kl. 11, altargongd. Talvan gongur fyri føroyska bíbliuútgávu Porkeri: Erland Beder kl. 12 Útimøti á Hvítanesi Heimamissiónin hevur útimøti á Hvítanesi sunnukvøldið kl. 20 við sangbólkinum Gittit o.ø. Adventkirkjan Leygardagin kl. 10 bíbliu- gransking og barnabíbliu- tími. Evni: Klandursom systkin, kl. 11 guds- tænasta. J. V. Danielsen. Nebo, Toftir Sangkórið í Ebenezer hevur sangfund á Svangaskarði sunnudagin. Frelsunarherurin, Tórshavn Leygardagin kl. 11 úti- møti. Sunnudagin kl. 11 møti, major Tjåland talar, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti. Finngerð Djurhuus Olsen talar. Mánadagin kl. 17 skótar. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla kl. 14 sunnudags- skúli, kl. 17.30 bøn og kl. 18 møti har Jón Joensen av Strondum talar og Sigrid Sivertsen syngur. Mánakvøldið kl. 20 bønar- møti hjá Miu og Magnus Simonsen, Áargeil 15. Øll eru vælkomin. Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 orðsinstænasta við kommunión í Kerit. Leygardagin kl. 11.30, sunnudagin kl. 11 orðsins- tænasta v/kommunión í Mariukirkjuni, kl. 14 sunnudagsskúli. Meinigheitshúsið Dýra biðidag kl. 18 møti. Sunnudagin kl. 14 sunnu- dagsskúli, kl. 18 møti, barnaansing verður. Mánakvøldið kl. 20 venur Manskórið. Kirkju- og missións- húsið á Argjum Hóskvøldið og sunnu- kvøldið eingin bíbliutími. Víst verður til ársmøti í Nesvík. Heimasíða okkara: www.koma.fo Ebenezer Sunnudagin kl. 10 Minnismáltíð Harrans, kl. 12 sunnudagsskúli, kl. 18 evangel. møti, kl. 21 útimøti. Mánadagin kl. 20 bønarmøti. Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morg- unmøti, kl. 12.15 sunnu- dagsskúli, kl. 18 evangel- iskt møti. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 10-12 og kl. 12.45-14 bønarseminar við John Beynon, tilm. við kunningardiskin í Fila- delfia ella á tlf. 314828, kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 11 morgunmøti við John Beynon, kl. 16 samkomu- fundur, kl. 22 útimøti við Filadelfia. Møtiskráin hjá Filadelfia sæst á heimasíðu okkara: www.filadelfia.fo Samkoman Immanuel Fríggjakvøldið kl. 20 Kongsins Herlið, 8 ár og eldri eru vælkomin. Sunnudagin kl. 13 sunnu- dagsskúli kl. 17 møti. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman við Høgna Poulsen, presti. Evni: Dómarabókin. Rhema á Hálsi Týsdagin kl. 17 felags bønarmøti í Filadelfia fyri fundarrøðini hjá Aril Edvardsen á hvítusunnu. Mikukvøldið kl. 20 evan- gel. møti. Fríggjakvøldið kl. 18- 19.30 A.T.A.P. barnaklubb- ur. Sunnudagin kl. 11 møti og sunnudagsskúli. Øll eru hjartaliga vælkomin. Filadelfia, Sundalagið Sunnukvøldið kl. 18 sang- kvøld við Jens Lisberg Band. Ársmøti í Nesvík Fríggjadagin kl. 11 Gudstænasta í Norðskála kirkju. Evni frá kl. 14 er Andaliga arbeiði millum børn í dag, kl. 19.30 møti við Regin Høgnesen, kl. 22 ungdómskvøld. Leygardagin kl. 10 upp- legg og orðaskifi við Ásbjørn Jacobsen. kl. 14 frágreiðing frá arbeiðinum, kl. 19.30 møti við Knút Larsen, kl. 22 Ungdóms- kvøld. Sunnudagin kl. 11 guds- tænasta á vanligum støðum, kl. 15 familjumøti við Kristu Magnussen, kl. 18 møti við Thomas Dam. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 opið hús við Oyvind Olsen. Sunnudagin kl. 17 møti við Martin Olsen, kl. 17 barnamøti. Tú ert vælkom- in í Kelduna. www.keldan.fo Ørkin, Saltangará Evangeliskt møti verður í Arbeiðarafelagshúsinum »Hæddini« í Saltangará sunnudagin kl. 17. Húsmøti verður týsdagin kl. 19 í Saltangará hjá Jonnu & Palla Højgaard, Saltangará. Verið hjartaliga vælkomin. TILTØK 02. mai Jørgina Hansen, Tórshavn, ættað av Eiði, 78 ár. 04. mai Jona Hammer, Tórshavn, ættað frá Norðskála, 82 ár. 06. mai Elisabeth Poulina Maria Jacobsen, vanliga nevnd Mia, Tórshavn, 69 ár. 08. mai Kirstin Nybo í Keypmannahavn, 47 ár. ANDLÁT FØÐINGAR 1. mai fingu Annika Gregoriussen og Leivur Thoms- en, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3750 gr. 3. mai fingu Gerda K. Heinesen og Brian Vágslíð, Skála, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3100 gr. 3. mai fingu Hergerð Geyti og Edmund Debes, Hós- vík, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4100 gr. 3. mai fingu Ivy Jakobsen, Tórshavn og Rúni Poulsen, Nólsoy, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4050 gr. 4. mai fingu Katja og Kristian Dam, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3650 gr. 5. mai fingu Ása Danielsen og Heini Mohr Morten- sen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3300 gr. 6. mai fingu Sølvi Viola Fredriksen og Frói Jacobsen, Ålesund, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3930 gr. 7. mai fingu Mirjam M. og Kári Vitalis, Keypmanna- havn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3450 gr. 7. mai fingu Malan Petersen og Jóanis Lisberg, Tórs- havn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3700 gr. 8. mai fingu Ebba Parker Øre og Bogi Petursson Nielsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4000 gr. EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Úr morgunlestrunum hjá Torgarð presti. Síggið, hvussu miklan kærleika faðirin hevur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guðs børn; og tað eru vit. 1. Jóhs. 1,1 Tað er júst sum Guds børn, at vit hava lært bønina »faðir- vár«. Í øllum tí, sum vit menniskju nevna »okkara« ella »várt« er bønin »faðirvár« eitt av tí, sum verður verandi, so leingi verøldin stendur. Alt, sum vit nevna »okkara« er skiftandi – komandi og far- andi. Lond og fólk hvørva í søguni, heim og hús falla av og farast. Gud er tann, sum verður verandi og er faðir vár um all- ar ævir. Tá ið áposturin Paulus hugsaði um viðurskifti okkara við Gud og faðirin, tók hann einastaðni til um okkum menn- iskju: »Vit eru starvsfelagar Guds«. Og eru vit starvsfelagar Guds, eru vit eisini starvsfelagar hjá hvørjum øðrum, og tí leggur ápostulin eisini afturat: »Starvsfelagar at gleðini hjá hvørjum øðrum«. Og tá ið talan er um gleðina, kunnu vit ikki annað enn hava tað í huga, at »faðirvár« lika so væl sum alt annað, ið boðað verður í bíbliuni, er ein gleðiboðskapur, eitt evangelium um hann, sum hevur lært okkum »faðirvár«, hevur lært okkum at rópa Gud faðir. Hann sum í gjár og í dag og um allar ævir er hin sami. Tað hevur verið sagt, at tað at rópa Gud faðir er tað lættasta av øllum. Sjálvt eitt barn kann læra tað, áðrenn tað lærir at skyna á klokkuni ella at telja dagarnar. Men tað kann eisini verða sagt, at tað er tað torførasta at læra av øllum. Og tað kemur serstsakliga fyri, tá ið vit eru til- komin og so væl at okkum komin, at vit halda okkum ikki hava fyri neyðini at biðja nakran um nakað og allarminst ein fjaran Gud í himlinum. Men evangeliið boðar okkum, at tað er tann størsti kærleik- in, sum er okkum fyri, at vit hava fingið loyvi til at kalla Gud faðir, og at tað er tann størsti heiður, okkum er sýndur, at hann vil kalla okkum børn síni. Tað er hetta, sum ápostulin Jóhannes skrivar á gamalsaldri: »Síggið, hvussu miklan kærleika, faðirin hevur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guds børn; og tað eru vit«. 80 ÁR Jákup Martin Sólbjørg, Klaksvík, verður 80 ár týs- dagin 15. mai. LÆKNAVAKTIR Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygard. 12. mai: Kári Rasmussen, tlf. 447010 Sunnud. 13. mai: Andreas Petersen, tlf. 441086 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi- dagar kl. 13-14. Tlf. 314544.