mánadagur 1. oktober 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 189 - 1. oktober 2007
1,500
1,400
1,300
1,200
1,100
1,000
0,900
24/9
25/9
28/9
29/9
30/9
26/9
27/9
Gongdin hjá topp 3 (vika 39)
Safe Invest
Navijoe
Hogni
www.kaupthing.fo
Íløguspælið á ilogur.fo - 1. vika
Djørvu spælararnir staðið seg best
ÍLØGUSPÆLIÐ
Hilmar Simonsen
Júst ein vika er liðin, síðan
íløguspælið varð skotið í gongd,
og hesa vikuna hava vit sæð ein
rættiligan tilmeldingarstorm, men
eisini stóra renting til teir fremstu
spælararnar.
Nummar eitt, tvey og trý hava
rentað milliónina við ávikavist
84,07, 76,21, og 57,69 prosentum,
og tað er sera nógv samanborið
við marknaðin sum heild. Og
bróðurparturin
av
teimum
tilmeldaðu liggur ikki á tí latu
síðuni.
- Taka vit støði í fríggjadegnum, so
síggja vit, at 3.117 vóru tilmeldað.
Av hesum høvdu 2.085 gjørt
íløgur, sigur Jan Otto S. Holm,
deildarstjóri í Kaupthing Bank,
sum fegnast um stóra áhugan fyri
íløguspælinum.
Hóast
spælið
kom
seinni
í
gongd enn ætlað, orsakað av
byrjunartrupulleikum
fyri
gott
tveimum vikum síðani, so hevur
hetta ikki minkað um áhugan fyri
spælinum. Áðrenn spælið varð
skotið í gongd vóru umleið 1800
tilmeldað, men hetta talið er sum
sagt økt munandi.
Tak kjansir
Ymiskt er, hvussu ymsu spælararnir
hava staðið seg higartil, men Jan
Otto S. Holm ivast ikki í, at teir
sum hava staðið seg best eru teir,
sum hava torað at satsa.
- Tað er onki at dylja yvir, at tú
vinnur ikki eitt tílíkt spæl, um tú
ikki tekur kjansir. Hetta er ikki sum
at gera íløgur í tí veruliga lívinum,
har tað ræður um at spjaða
váðan. Her hevur tú 3 mánaðir at
fáa peningin at vaksa, í veruliga
lívinum hevur tú kanska fl eiri ár,
greiðir Jan Otto Holm frá.
Vit eru nú komin inn í næstu
spæliviku, hvørji ráð hevur tú til
spælararnar?
- Tað ræður um at halda høvdið
kalt. Hevur ein handil givið tær
vinning, so er kanska rætt at selja
og heysta vinningin. Hevur ein
handil givið tap, so er kanska
eisini rætt at selja, tí tað er ikki
vist, at gongdin fer at venda í
bræði. Annars vil eg mæla til at
fylgja við og kanna, hvat ávirkar
partabrævakursir, sigur hann.
Í nógvum førum er talan bert
um ábendingar. Til dømis verða
oljupartabrøv vanliga ávirkað av
oljuprísinum, men hyggja vit eftir
Atlantic Petroleum, so er hetta
ikki galdandi.
Jan Otto S. Holm vísir á, at onki
er givið upp á forhond, tá talan er
um íløgur, og tað er ikki altíð lætt
at spáa um gongdina. Og hetta
ger íløguspælið til nakað serligt.
- Í veruliga lívinum kann ein tola, at
alt ikki gongur eftir vild í byrjanini,
men í íløguspælinum er ikki nógv
tíð til at bíða.
sansir.fo
Topp 10 (1. okt. 2007 kl. 11.07)
Leikari
Reiður peningur Partabrævaogn
Ogn
Avkast
Safe Invest
1.840.661,24 kr.
0,00 kr.
1.840.661,24 kr.
+84,07 %
villi80
1.762.086,29 kr.
0,00 kr.
1.762.086,29 kr.
+76,21 %
hanna21
1,48 kr.
1.576.943,78 kr.
1.576.945,27 kr.
+57,69 %
jubiijan
1.564.351,76 kr.
0,00 kr.
1.564.351,76 kr.
+56,44 %
foelv
2,23 kr.
1.421.559,53 kr.
1.421.561,76 kr.
+42,16 %
navijoe
1.405.384,62 kr.
0,00 kr.
1.405.384,62 kr.
+40,54 %
johanna
822.058,97 kr.
364.256,81 kr.
1.186.315,78 kr.
+18,63 %
sabjorn
11,75 kr.
1.170.393,00 kr.
1.170.404,75 kr.
+17,04 %
NightOwl
773.955,28 kr.
384.719,32 kr.
1.158.674,60 kr.
+15,87 %
dul
1.018.986,83 kr.
125.896,26 kr.
1.144.883,10 kr.
+14,49 %
Bestu spælararnir í íløguspælinum hava rentað milliónina við upp í
84,07 prosent eftir einari viku. Hetta er jú eitt spæl, har tað ræður
um at taka kjansir, um ein vil fylgja við toppinum.
lýsingar