Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 189 - 1. oktober 2007 Ein maður varð tikin fyri at koyra fullur umvikuskiftið. Hann hevði heldur einki koyrikort LØGREGLUTÍÐINDI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Vikuskiftið hevur verið rímiliga friðarligt. Sambært vakthavandi á politistøðini eru bert smávegis nevni­ verdigar hendingar farnar fram. Okkurt smávegis herverk, onkur brotin rútur, og annars okkurt smávegis ferðsluóhapp. Ein bilur fór runt í morgun á Kaldbaks­ vegnum og endaði á takin­ um, men bilførarin fekk tíbetur ikki skaða. Annars hava ferðmátingar verið framdar á Kambsdali, og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 135 kilo­ metrar um tíman, og koyri­ kortið varð tikið. Ein annar bilførari varð tikin fyri at koyra við kenning, og við­ komandi hevði heldur einki koyrikort. Ein onnur syndarlig hend­ ing fór fram inni á Strondum í gjár, tá ein maður koyrdi á sjógv við bili sínum. Tá vit tosaðu við løgregluna í Runavík í morgun, høvdu teir ikki fingið fatur á øllum avvarandi, og teir kundu bert vátta, at hendingin var farin fram. Annars hevur verið nakað av fullum fólki, sum hava sovið rúsin av sær á løgreglu­ støðunum kring landið. Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, er rættiliga fortørnaður um, at Pál Weihe, formaður í Fyribyrgingarráðnum, ber fram falskar pástandir í fjølmiðl­ unum pUNkTGjaLD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í sambandi við spurningin um at økja punktgjaldið á eitt nú sodavatni, hevur for­ maðurin í Fyribyrgingar­ ráðnum, Pál Weihe, úttalað seg í fjølmiðlunum um, at eisini tað sukurfría soda­ vatnið er vandamikið, orsak­ að av evninum, sum latið verður í ístaðin fyri sukur. Men Einar Waag heldur lítið um hesar ávaringar, sum hann skýrir beinleiðis falskar. ­ Pál Weihe vísir – sam­ bært hansara egna munni – til eina italska kanning frá 2005. Men hendan kanning er síðani væl og virðiliga mótprógvað av bæði evropeisku og donsku mat­ vørumyndugleikunum, og sukurfría sodavatnið er fullkomiliga blástemplað, sigur Einar Waag. Hann vísir millum annað til eina frágreiðing, sum finst á heimasíðuni hjá Fødevarestyrelsen, har evnið Aspartam, ið er evnið, sum verður nýtt í staðin fyri sukur í sodavatni, verður fríkent. Hetta sama evni verður eisini nýtt í eini røð av matvørum í staðin fyri vanligt sukur. Tað undrar eisini Einar Waag, at talan yvirhøvur er um at leggja størri punk­ gjald á sodavatn, og hann spyr, um politikarar hava gloymt, at MVG í sínari tíð varð innført júst fyri at sleppa undan punktgjøldum á vørurnar. Einar Waag er ógvuliga bersøgin, tá hann úttalar seg um tað, Pál Weihe hevur sagt í fjølmiðlunum. ­ Tá ein slíkur autoritetur kemur við so ódokumenter­ aðum pástandum, so má eg spyrja meg sjálvan, um líka lítið skil er í øllum øðrum, hann fæst við, sigur Einar Waag við Sosialin. Pál ber fram falskar pástandir Fullur uttan koyrikort Einar Waag heldur lítið um pástandirnar hjá Pál Weihe um søtievnini, sum vera nýtt í sodavatni í staðin fyri sukur Løgreglan gjørdi ferðslukanningar um vikuskifti. Ein bilførari var tikin fyri at koyra við kenning, og hann hevði heldur einki koyrikort Sandingar fáa nýtt bókasavn Um ikki so langa tíð fáa heimasandsfólk nýtt bókasavn. Sands kommuna hevur eina umsókn liggjandi inni í Mentamálaráðnum um stuðul til ein slíkan bygning. Tað var annars Daniella Olsen sum gav kommununi 2 milliónir krónur til hesa ætlanina. Daniella er ættað av Sandi, men hevur annars starvast sum lærari í Havn. Kommunan ætlar at nýggja bókasavnið skal byggjast á einum staði tey nevna á Mørkini Miklu, skrivar heimasíðan bkv.fo. Frystigoymsla byggjast í Vestmanna Hesa seinastu tíðina hevur rættiliga nógv virksemi verið Undir Holmsbakka í Vestmanna. Hetta er staðið, har tann nýggja frystigoymslan í bygdini skal liggja. Tað eru eigararnir av Vestmanna Fiskavirki, sum hava tikið stig til hesa frystigoymsluna, skrivar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu. Frystiorkan verður ætlandi millum 60 og 70 tons um døgnið. Kommunan skal gera økið byggibúgvið. Bygningurin skal eftir ætlan standa liðugur um ársskiftið, og skal kunna goyma 1500 tonsum.