Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 189 - 1. oktober 2007 Í morgun klokkan 11.12 lendi flogfarið við fyrrverandi amerikanska forsetanum í Vágum. Tað var ein sera blíður og avslappaður Bill Clinton, sum heilsaði upp á mongu fólkini, sum vóru komin at bjóða honum vælkomnum CLINTON Rigmor Dam Dorit Hansen Myndir: Jens Kristian Vang Eitt sindur eftir klokkan ell­ ivu í morgun setti Bill Clin­ ton fót á føroyska jørð. Og tað sum fyri fyrrverandi amerikanska forsetan uttan iva kendist sum eitt lítið fet á langari fyrilestrarferð kring heimin, kann gerast eitt risafet inn í framtíðina fyri Føroyar. Fitt av fólki vóru savnað á flogvøllinum, og Bill Clinton valdi heldur óvænt­ að at fara úr gráa Volvo bil­ inum at heilsa upp á fólk, og gav hann sær góðar stundir til at práta við børn, ung og vaksin. Bill Clinton var í covboy­ buksum og grágrønari blusu, og avslappaður og í góðum lag prógvaði hann sítt tiltikna fólkatekki. Hann prátaði við bæði høg og lág, og tosaði bæði um sítt samband við Føroyar og um komandi forsetavali, har kona hansara er millum toppkandidatarnar. Hann segði millum ann­ að, at hann føldi seg í fam­ ilju við føroyingar, tí írskir munkar vóru fyrstu niður­ setufólk í Føroyum, og hann var av írskari ætt. Um Hillary Clinton segði hann, at hann helt USA var til reiðar til ein kvinnuligan forseta. Sveipaður í marglæti Á stuttu ferð síni í Føroyum fær amerikanski forsetin best møguligar umstøður. Í Norðurlandahúsinum fær hann eitt rúm fyri seg sjálv­ an, har hann kann slappa av, áðrenn og aftaná fyrilest­ urin. Harumframt hevur hann fingið løgmanssuitina á Hotel Føroyum, har blái løbarin er rullaður út. Bill Clinton heldur fyri­ lestur fyri á leið 500 áhoyr­ arum, men bara nøkur útvald fólk sleppa at hitta hann persónliga. 50 framst­ andi føroyingar fáa høvi hvør í sær at verða avmynd­ að saman við Clinton. Har í millum vera løgmaður, borgarstjóran í Tórshavn, løgtingsformaðurin, nevnd­ in í arbeiðsgevarafelagnum, stjórin í samvit og stjórin í norðulandahúsinum um­ framt samstarvsfelagarnir í sambandi við vitjanina. Fyrilesturin hjá Bill Clinton verður klokkan 15.45 og varðar ein tíma, og aftaná verða spurningar settir honum í ein hálvan tíma. Síðani sigur 42. amer­ ikanski forsetin farvæl og fer beina leið av landinum aftur. Eitt fótafet fyri Bill Clinton Vit hava fingið undirskrift frá amerikanska manninum Tað var ein prátingarsamur Bill Clinton sum heilsaði uppá fólk vesturi í Vágum fyrrapartin í dag