Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 189 - 1. oktober 2007 – eitt risastig fyri Føroyar Tveir fegnir tvíburar úr Sørvági, 15 ára gomlu Nicolai og Daniel Jensen fingu autograf frá Clinton Smádreingir úr barnagarðinum í Sandavági høvdu teknað forsetanum føroysk fløgg. Hann gjørdi ikki mætari enn at taka ímóti fløggunum, skriva teimum eina heilsan á, og handa teimum tey aftur Heimspressan stóð fyri forsetanum, tá hann kom niðan á Hotel Føroyar, har hann løgmanssuitan stóð klár Eftir ætlan fær fyrrverandi amerikanski forsetin bert eina gávu frá føroyingum. Vinnuhúsið skal handa honum og Hans Blix hvør sína gávu, og avgjørt er, at teir fáa hvør sín bláan glas­ fugl, sum Tróndur Patursson hevur gjørt. Tróndur Patursson, lista­ maður, sigur við Sosialin, at hann er fegin um, at Bill Clinton fær ein av hansara glasfuglum. ­ Bill Clinton hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri frið í heiminum. Hevði tað verið Reagan ella Bush, hevði eg neyvan verið líka fegin, sigur Tróndur Patursson. Bláu fuglarnir eita Frælisfuglar, og Tróndur Patursson vónar, at tað kann stuðla føroyska stríðnum fyri tjóðarfrælsi, at ein amerikanskur forseti nú eisini eigur ein før­ oyskan frælsisfugl. Bláu glasfuglarnir skulu eisini prýða hølini uppi í Norðulandahúsinum, har fremstu vinnulívsfólk sam­ an við útlendskari pressu eru savnaði í dag. Frælisfugl í gávu Tað er ikki á hvørjum degi at man sleppur at heilsa uppá ein fyrrverandi forseta. Bill Clinton gav sær góðar stundir, og var sera avslappaður á flogvøllinum