Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 189 - 1. oktober 2007 AltjóðA politikkur Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com Stríðið ímóti hópoyðingar­ vápnum og serliga kjarn­ orkuvápnum er vorðið hansara lívs bardagi. Men hann má hugtungur stað­ festa, at tað gongur tann skeiva vegin, tá vit hitta tann sympatiska svian í for­ høllini á Hotel Føroyum. Tí hóast samlaða nøgdin av kjarnorkuvápnum síðani kalda kríggið er farið úr 55.000 niður í 27.000, eru kjarnorkuvápnini í løtuni aftur í vøkstri. Og 79 ára gamli Dr. Hans Blix, sum gjørdist heims­ kendur, tá hann frá 2000 til 2003 stóð á odda fyri umstrídda vápnaeftirlitinum hjá ST í Irak, peikar hvørki á Iran, Norðurkorea ella al­ Qaeda sum tann størsta trupulleikan, tá hann ger status. ­ Um USA ikki gongur á odda og vísir viljan til at avmarka sínar egnu vápna­ goymslur, áðrenn teir krevja hetta av øðrum londum, so gera Russland og Kina tað sama, og so er kapprenningin millum kjarnorkuveldini í gongd. Tað er tað, sum hendir í løtuni, og sum ger bardagan ímóti hópoyðingarvápnum sera truplan, sigur Hans Blix. Trýstið undan Irak-innrásini Eftir tvey ár sum svenskur uttanríkismálaráðharri var hann í heili 16 ár – frá 1981 til 1997 – formaður fyri The International Atomic Energy Agency (IEAE) undir ST, hvørs uppgáva var at kanna og hava eftirlit við heimsins kjarnorku­ vápnum. Og tá hann í 2000 var »headhuntaður« av Kofi Annan til at standa á odda fyri vápnaeftirlitsliðunum hjá ST í Irak, hvørs uppgáva var at kanna, um Saddam Hussein hevði hópoyðingar­ vápn ella ikki, kom Hans Blix av sonnum í brenni­ depilin í heimspressuni. Fyrst og fremst tí hann ikki leveraði tey úrslit, sum amerikumenn vildu hava. Eftir fleiri hundrað kann­ ingar kundi hann framvegis ikki blástempla høvuðs­ grundgevingina fyri at leypa á Irak, sum var, at Saddam Hussein hevði hóp­ oyðingarvápn. ST­trygdar­ ráðið fór í tvíningar. USA og Ongland gingu egnar leiðir. Úrslitið var eitt kríggj uttan eitt ST­mandat. Og kanningarnar hjá Blix og kompaní vórðu steðgaðar, tá innrásin í mars 2003 varð veruleiki. Hann hevur síðani tosað um tað øgiliga politiska trýstið, sum honum var fyri upp undir innrásina. Tey londini, sum vildu sleppa í kríggj ímóti Irak, royndu alt hvat tey kundu at fremja karaktermorð ímóti honum. Rapportir vórðu skrivaðar, og Blix pástendur, at CIA avlurtaði hansara telefon­ samrøður. Neokonservativu heykarnir í Hvítu Húsunum vóru við øðrum orðum alt annað enn fegnir um hendan svian, sum hevði lykilin til eitt vælsignilsi frá ST um at leypa á Irak. Men vælsign­ ilsið kom ongantíð, fyrst og fremst tí harra Blix og hansara eftirlitsfólk ikki funnu tey vápnini, sum kundu legitimera kríggið. Sjálvur yppir hann øksl, meðan hann hyggur út ígjøgnum stóru vindeyguni í forhøllini á Hotel Føroy­ um. ­ Sum vápnaeftirlits­ maður í tænastu fyri ST mást tú halda teg til fakta. Og tað var tað einasta, sum eg gjørdi. Eg fór ikki at billa ST og heiminum inn, at Saddam hevði hópoyð­ ingarvápn, so leingi sum eingi prógv vóru fyri tí, slær Blix fast. Og tað er hann glaður fyri í dag. Tí tað vísti seg nevniliga, at amerikanska fregnartænastan heldur eingi vápn fann, eftir at Saddam var beindur av vegnum. Ein sannroynd, sum hevur kastað ein myrk­ an skugga á alt grundarlagið fyri Irak­krígnum, og sum m.a. táverandi amerikanski uttanríkismálaráðharrin Colin Powell opið hevur viðurkent, eftir at hann fór frá. Tað var annars Powell, sum fór beint ímóti Blix og hansara fólki og helt ta legendarisku Power Point framløguna í ST, sum vístu satellitt­myndir av mystisk­ um bygningum í Irak, sum sambært amerikansku fregnartænastuni vóru loyniligar verksmiðjur, sum framleiddu dómadagsvápn. Ein pástandur, sum seinastu fýra árini eyðmýkjandi er afturvístur. Við eini ávísari nøgd av sjálvgleði lenar 79 ára gamli sviin seg afturá. ­ Eftirtíðin vísti, at tú sum sivilur embætismaður ikki má geva eftir fyri politiskum trýsti. Iranskar kjarnorkuætlanir Síðani Hans Blix og hansara fólk vórðu tikin úr Irak í 2003, hevur maðurin ognað sítt lív til bardagan ímóti hópoyðingarvápnum. Blix er í løtuni formaður fyri eini altjóða kommissión ímóti hópoyðingarvápnum, sum hevur skrivað eina stóra rapport við heitinum Weapons of Terror, og sum inniheldur 60 tilmæli um, hvussu vit sleppa av við ella í øllum førum minka um nøgdina av hópoyð­ ingarvápnum. Samstundis ferðast hann kring heimin við boðskapinum um, at heimurin má standa saman í stríðnum ímóti hesum vápnum. Hann var eisini millum høvuðspersónarnar í nýggju avtaluni við Norðurkorea um at steðga at ríka uran. Ein avtala, sum í løtuni stendur sína roynd. Og hann er virkin í aktuellu krepp­ uni millum Iran og altjóða samfelagið, sum snýr seg um, at Iran ikki vil steðga við sínum kjarnorku­ programmi. Sambært víð­ gongda shiamuslimska for­ setanum Mahmoud Ahma­ dinejad hava iransku kjarn­ orkuætlanirnar einans »frið­ arlig endamál«, men um­ heimurin er skeptiskur. ST hevur sett revsitiltøk í verk ímóti Iran, men hóast Blix tekur undir við, at Iran eigur at steðgast, metir Harra Blix og du - Tað snýr seg um at skapa eitt altjóða umhvørvi, har hópoyðingarvápn ikki eru neyðug. Men tað verða tey, tá USA, Ongland, Russland o stað. Úrslitið er ein domino-effekt, og tað ger bardagan ímóti hópoyðingarvápnum sera truplan, sigur 78 ára gamli Dr. Hans Blix, hvørs l - um Hans Blix: Føddur í 1928 í Uppsala í Svøríki. Løgfrøðingur frá universitetinum í Uppsala, doktari við universitetið í Stokkhólm í 1959 og Ph.D. frá Cambridge University. Eftir eina langa yrkisleið sum embætismaður í svensku uttanríkistænastuni var hann í 1978-1979 svenskur uttanríkismálaráðharri. Frá 1981 til 1997 varð hann stjóri á The International Atomic Energy Agency (IEAE) undir ST, og frá 2000 til 2003 stóð hann á odda fyri vápnaeftirlitinum hjá ST í Irak. Hann gav í 2004 út bókina “Afvæbningen af Irak” og er nú formaður fyri Altjóða kommissiónini ímóti hópoyð- ingarvápnum. FAKTA - Meðan USA og Ongland krevja av øðrum londum, at tey skulu avvápnast, ríka tey sjálvi sínar egnu vápnagoymslur og tvíhalda um rættin til kjarnorkuvápn. Tað er reinur dupultmoralur, og tað er fremsta orsøkin til, at vit í løtuni síggja ein vøkstur í samlaðu nøgdini av kjarnorkuvápnum. Tað metir Dr. Hans Blix, fyrrverandi stjóri fyri vápnaeftirlitinum hjá ST. Lesið samrøðu um framtíðarútlitini fyri altjóða hópoyðingarvápnum, um persónliga trýstið undan innrásini í Irak og um núverandi kreppuna millum altjóða samfelagið og Iran