mánadagur 1. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 1. oktober 2007
15
nøvn
hann ikki, at núverandi
strategi er gongda leiðin.
- ST og USA eiga sum
skjótast at seta seg við sam-
ráðingarborðið og tosa við
iranar, eins og vit á sera
væleydnaðan hátt gjørdu
við Norðurkorea. Í staðin
fyri diplomati eru relatión-
irnar millum Iran og serliga
USA gjøgnumsúrgaðar av
fíggindagering,
og
Iran
kennir seg hótt við aggress-
iva retorikkin úr Hvítu
Húsunum um Rogue States
og The Axis of Evil. Iran
ynskir fyrst og fremst eitt
treytaleyst lyfti um trygd
frá USA og altjóða sam-
felagnum, og tað skulu teir
fáa, um hetta er prísurin
fyri at steðga kjarnorkuætl-
anum landsins, metir Hans
Blix.
Hann heldur, at sunt
diplomatiskt skynsemi hev-
ur verið fráverandi í roynd-
unum at steðga, at Iran fær
møguleikan at framleiða
kjarnorkuvápn. Og í staðin
fyri at nýta Norðurkorea
sum modell, har treytaleysur
dialogur uttan hóttanir vísti
seg at geva úrslit, verður
enntá tosa um bumbuálop á
Iran.
- Eitt hernaðarligt álop
hevði verið katastrofalt og
hevði havt øvugtar avleið-
ingar. Um iranska stjórnin
ikki ætlar at framleiða eina
kjarnorkubumbu
nú,
so
høvdu teir ætlað tað eftir
eitt álop. Bumbuálop á
útbúnaðin fyri kjarnorku-
framleiðslu seinkar bert
gongdini í nøkur fá ár, og
eins og við Irak er talan enn
um ógrundaðar gitingar
um, at landið veruliga ætlar
sær hesi vápn. Iran er fleiri
ár frá eini skitnari bumbu,
og tí er tað alt í verðini ov
tíðliga til yvirhøvur at tosa
um hernaðarligar loysnir.
Mítt ráð er at troyta allar
hugsandi
diplomatiskar
leiðir fyrst, slær Blix fast.
Ónda ringrásin
Og júst prátið um Iran leiðir
okkum aftur til tað, sum
sambært harra Blix er
grundleggjandi trupulleik-
in. Og tað er, at tey átta
londini, sum longu hava
kjarnorkuvápn (sí fakta-
kassa), ikki vísa nakran
sum helst vilja til at avvápna
seg sjálvi, samstundis sum
stóru kjarnorkuveldini fara
í
hernað
ímóti
øðrum
londum, sum menna kjarn-
orku, og sum kanska – og
kanska ikki – hava í hyggju
at framleiða kjarnorkuvápn.
Tað er sambært Blix himm-
alrópandi dupultmoralur og
ein ónd ringrás, tí statir
kenna seg sárbærar uttan
ógvusligu vápnini. Úrslitið
er ein domino-effekt. Ein
hættislig kapprenning um
enn sterkari og meiri ný-
mótans hópoyðingarvápn.
- Tað snýr seg um at
skapa eitt altjóða umhvørvi,
har hópoyðingarvápn ikki
eru neyðug. Men tað vera
tey, tá USA, Ongland,
Russland og Kina bert økja
um kjarnorkuvápnagoymsl
urnar í eini kapping, sum
ger heimin til eitt vanda-
miklari stað. Og við aktu-
ellu ætlanini hjá ameriku-
monnum um eitt missil-
skjøldur
í
Eysturevropa
kenna Kina og Russland
seg noydd at dubba seg enn
meiri, um tey skulu fylgja
við, sigur Hans Blix.
Sjálvur hevði hann ynskt,
non-proliferation
avtalan
um, at nøgdin av kjarnorku-
vápnum stigvíst skal mink-
ast, varð fylgd. Avtalan
verður eftirmett fimta hvørt
ár í ST, seinast í 2005, og
niðurstøðan er, at tað í
løtuni gongur øvugtan veg.
- Fyri vesturlendsku kjarn-
orkuveldini snýr tað seg
ikki um vápnini sjálv, men
heldur um, hvør hevur tey.
Pakistan er eingin trupul-
leiki, tí hernaðarstýrið er
ein amerikanskur allieraður,
og USA hevur beinleiðis
hjálpt India at fáa kjarn-
orkuvápn, helst fyri at
skapa eina alliansu ímóti
Kina. Men tá tað kemur til
Norðurkorea, Iran og Libya,
so eru trupulleikar, tí mann
ikki brýggjar seg um, hvør
situr við stjórnarvaldinum.
Við hesum hugburði verður
tað ógjørligt at avvápna
heimin, sigur Hans Blix.
Globalisering og
yvirgangur
Men mitt í øllum prátinum
um hópoyðingarvápn og
ræðumyndir um heimsins
undirgang er tað kortini
eisini rúm fyri bjartskygni í
hugaheiminum hjá 79 ára
gamla manninum uppi á
Hotel Føroyum.
- Globaliseringin hevur
elvt
til
ein
ófatiligan
interdependens, sum bindur
okkum øll saman og ger
allar statir úr eystri í vestur
úr suðuri í norð tengdar at
hvørjum øðrum, ikki minst
búskaparliga. At heimurin
er tættari samanknýttur enn
nakrantíð áður, ger tað
minni sannlíkt, at nakar
statur í veruleikanum skuldi
funnið uppá at nýtt kjarn-
orkuvápn. Tað er irrationelt,
sjálvt fyri sera ivasamar
politiskar
leiðarar.
Hesi
vápnini hava hóast alt ikki
verið nýtt síðani 1945 (tá
USA kastaði tvær kjarn-
orkubumbur
oman
yvir
japansku býirnar Hiroshima
og Nagasaki tann 6. og 9.
august í 1945, blðm.), og tí
kunnu vit eisini loyva
okkum at vera bjartskygd,
hóast tað í løtuni gongur
skeiva vegin, sigur Hans
Blix.
Kona hansara Eva er nú
komin av kamarinum og
stendur og bíðar í forhøllini.
Tey bæði skulu nevniliga
ein túr í hagan um eina løtu.
Men áðrenn Blix reisist,
skundi eg mær at seta hon-
um spurningin um, hvussu
tætt altjóða terroristar eru
hesum vápnum. Og her tosi
eg ikki um nationalstatir og
altjóða felagsskapir við eini
adressu og einum telefon-
nummari. Her tosi eg um
anonymar yvirgangsbólkar,
sum
operera
uttanfyri
nationalstatsligu karmarnar.
Bólkar, sum ikki kenna seg
alt meiri tengdar at restini
av heiminum, sum Blix
tosar um, og sum fegnir
vilja lata lív fyri einum
hægri máli. Nær síggja vit
tað fyrsta yvirgangsálopið,
har hópoyðingarvápn verða
nýtt?
- Well, tað er sjálvandi
ein vandi, sum altjóða
samfelagið eigur at vísa
størsta ans. Men í løtuni
hava yvirgangsfelagsskapir
heilt einfalt ikki tólini til at
framleiða
hópoyðingar-
vápn, og tað letur seg illa
gera at framleiða hópoyð-
ingarvápn í loyndum, uttan
at landsins stjórn veit av tí.
Og so er tað jú kortini ein
nationalstatur,
sum
er
involveraður og gevur grønt
ljós, um hópoyðingarvápn
skulu framleiðast og nýtast.
Hendan sannroynd styrkir
mína tesu um, at eitt yvir-
gangsálop við hópoyðingar-
vápnum er ósannlíkt, metir
Hans Blix.
Men hann gevur mær
kortini rætt í, at »røttu«
vápnini í hondunum á teim-
um skeivu fólkunum av
sonnum er ein »disturbing
thought«, sum hann málber
seg.
Eva ótolnast, og Hans
Blix reisir seg. Gud viti,
hvussu ofta hon tilsamans
hevur bíðað eftir manninum,
sum milt sagt verður yvir-
fallin av journalistum, hvag-
ar hann so kemur. Men áðr-
enn hann fer, vendir hann
sær á:
- Eg eri ikki pasifistur, og
tað er ST-lóggávan heldur
ikki. Men kríggj eigur at
vera undantakið, meðan
diplomati,
diplomati
og
aftur diplomati eigur at vera
reglan,
sum
altjóða
samfelagið eigur at dúva
uppá, tá stríð taka seg upp.
Dupultmoralurin má steðga,
og kjarnorkuveldini mugu
nú lyfta í felag, tekur Hans
Blix samanum.
Og vit vita eftirhondini,
hvør adressan er...
upultmoralurin
og Kina bert økja um síni kjarnorkuvápn í eini kapprenning, sum ger heimin til eitt vandamiklari
lív er ognað bardaganum ímóti hópoyðingarvápnum
Mynd: Sunva Lassen
- um kjarnorkuvápn:
Átta lond hava í løtuni kjarkorkuvápn. Tey eru USA,
Ongland, Frakland, Russland, Kina, India, Pakistan
og Ísrael. Hóast samlaða nøgdin av kjarnorkuvápnum
er farin úr 55.000 niður í 27.000 síðani kalda kríggið,
er nøgdin í løtuni í vøkstri. 188 lond eru limir í Non-
proliferation-avtaluni frá 1968, hvørs endamál er at
koma niður á 1000 hópoyðingarvápn. Fyrstu og
einastu ferð, at kjarnorkuvápn hava verið nýtt, var, tá
USA blakaði tvær bumbur oman yvir japansku
býirnar Hiroshima og Nagasaki í 1945. USA er eisini
tað landið, sum stendur fyri helvtini av útreiðslunum
fyri samlaðu nøgdini av kjarnorkuvápnum.
FAKTA