Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 189 - 1. oktober 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í dag, tann 1.oktober, fyllir Bjarni Hansen í Runavík 80 ár. Honum so líkt, leggur hann einki í, at nakað ser­ ligt verður gjørt burtur úr sær, so hann er sloppin sær av landinum og er farin til Norra at vitja einastu eftirlivandi systrina, Esther, sum býr í Stavanger. Bjarni er ættaður úr Hósvík og er yngstur av átta systkjum. Pápin var bátasmiðurin og bóndin í Frammi­ stovu, Hans Jakku í Toftum, og mamm­ an Jensina, sum var ættað av Hvítanesi. Beiggjarnir hjá Bjarna vóru Hans Petur, Edvard og Kim, og systrarnar Bodil, Petrea, Helga og Esther. Altíð hevur Bjarni verið fittur til hendurnar, so lítið mundi vera at ivast í, at hann fór at fáa sær onkra hand­ verksliga útbúgving, og so var. Hann lærdi til blikksmið, og hetta var eisini lívsstarvið meginpartin av hansara bestu árum. Sum beinleiðis avleiðing av yrkinum verður hann millum manna ofta nevndur Bjarni Blikk. Sum so mangur, hevur hann eisini roynt sjólívið, bæði við farma­ og fiskiskipi, og umborð hevði hann aloftast kjans sum kokkur. Evni og hegni til matgerð og bakstur hevur hann framúr, og tá tað kemur til at fáa tað at smakka væl, stendur hann einki aftan fyri teir professionellu. Bjarni kom í 1953 úr Hósvík til Runavíkar, har hann byrjaði sína egnu blikksmiðju, og líka til hann legði frá sær fyri fimm árum síðani, bar til at fáa rørdeilir frá honum ella okkurt rør­ og blikkarbeiði gjørt. Tá virksemið var upp á tað mesta, hevði hann bæði lærlingar og fleiri mans í arbeiði, men seinnu mongu árini arbeiddi hann fyri tað mesta einsamallur. Tá Bjarni kom á Skálafjørðin at búgva, rann skjótt saman millum hann og Sannemi, fødd Petersen, dóttir Hans­ inu og Johan í Skúla í Saltnesi. Sannemi og Bjarni giftust í 1957, og tey fingu synirnar Johan Hans, sum býr í Runa­ vík, og Hilmar Jan, sum býr í Havn. Í sínum yngru árum hevði Sannemi arbeitt í handli í Oyrunum á Toftum, og tá dreingirnir vóru mestsum undankomnir, hevði hon hug at leita sær aftur til handilsyrki, og serliga at fáast við blómur og allan livandi vøkst­ ur. Skjótt var blikksmiðjan blómuhand­ il, samstundis sum bæði gávulutir, rør og annað var at fáa. Onkur hevur í skemti tikið til, at har fekst alt uttan livandi grind… Sannemi og Bjarni vóru saman um alt, tey tókust við, og yvirhøvur var tað so, at møtti tú øðrum teirra onkrastaðni, so mundi hitt eisini vera í nánd. Hetta kundi vera bæði til kristilig møti, politiskar fundir og onnur tiltøk, ella um tey bæði høvdu onkur ørindi at gera í Havn ella aðrastaðni. Tey vóru altíð at síggja saman. Systir Sannemi, Andrea, giftist á ungum árum til Svøríkis, og í samfull 18 summur á rað vitjaðu Sannemi og Bjarni í Falköping. Nevnast kann, at ta einu ferðina endaðu tey bæði í lokala­ vísini har við bæði grein og mynd, sum teir trúgvu summargestir, tey vóru. Í august 2002 andaðist Sannemi, eftir at hon í fleiri ár hevði havt trupulleikar við hjartanum. Stórur var missurin, men Bjarni var greiður yvir, at soleiðis er lívið og at tey, vit hava rundan um okk­ um, eru ikki annað enn lán, ið skal latast aftur. Saknurin var sjálvandi stórur, men við ljósum lyndi og áliti á, at skaparans vegir ikki altíð eru menniskjans vegir, er Bjarni komin víðari við lívinum. Tað stóð annars einki til summarið eftir at Sannemi var farin, tí tá fekk Bjarni brádliga sjálvur ein blóðpropp í hjartað, so hann noyddist niður at fáa eina sokallaða »bypass«­skurðvið­ gerð, sum tíbetur spældi væl av. Síð­ ani hevur hann gjørt stóran innsats við at broyta kostvanarnar og at fáa ríkiligt av motión, og sæst dagliga fara stunandi avstað við hesum mod­ ernaðu gongustavunum. Hóast er givin við blikksmiðju og handli, er hann ikki setstur hendur í favn, men hevur í barndómsbygdini Hósvík funnið sær høli, har ætlanin er at vinna tøvd teppi burtur úr ull, heldur enn at hon verður koyrt burtur og brend. Síðani skulu hesi teppi send­ ast av landinum sum neyðhjálp úr Før­ oyum, tí tøvd ull gevur góðan hita. Ikki so galið av einum manni, ið nú fer um tey 80! Bjarni ger ongan háva burtur úr sær sjálvum, hóast hann ongantíð smæðist við at siga sína meining og at gera greitt, hvørji virði hann hámetir í lívinum. Tað er eingin, ið kann siga, at hann ikki veit, hvar hann hevur Bjarna, tí bæði tá tað kemur til tað andaliga, politikk ella onnur lívsins viðurskifti, er hann maður fyri at siga og standa við sítt. Skemtingarsamur er hann sum fáur, og hóast lættliga kensluborin, so tað skjótt kann glitra í eygnakrókunum, er ein sunnur látur ongantíð at forakta, og viðhvørt er skálkurin so væl fjaldur, at summi kunnu ivast, um tað nú er skemt ella álvara, ið kemur frá honum. Hóast føðibrævið sigur, at árini nú eru 80 í tali, er Bjarni nógv ár yngri í sinn, enn hann er í skinn, og tað er helst bara tað gránaða hárið, ið kann avdúka, at maðurin ikki er heilt ungur longur. Sum sagt, so heldur hann runda føð­ ingardagin í dag hjá systrini í Stavan­ ger. Tiltikið er slagið í Toftum í Hósvík fyri gott minni og góð evni at siga frá, so óivað munnu tey bæði fríska uppaftur nógv av tí, tey minnast og hava upplivað, bæði hvør sær og saman. Higani skulu berast bestu ynski um mong og góð ár aftrat. Hjartaliga tillukku við føðingar­ degnum, Bjarni! næstringar Bjarni Hansen 80 ár Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Amalia Petersen (Malla) f. Simonsen Selatrað andaðist á Eysturoyar Røktar- & ellisheimi 29. septembur, 95 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Selatraðar kirkju Mikudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Marita, Óli , Símun, Hannelena, Egil og Sonja Ina Wessberg fødd Djurhuus, ættað úr Vági búsitandi í Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin. Bønarhald verður í Kirkjugarðskapellinum týsdagin kl 18 Jarðarferðin verður onsdagin kl. 13.00. Tey sum vilja minnast Inu, kunnu lata eina gávu til barnalegurnar við Ástjørn, konto í Norðoya Sparikassa. 85 ár 2. oktober fyllir Fía Poulsen, Kunoy, 85 ár. Dagurin verður hildin í heiminum hjá Eghild og Helga. heilsanir Góði elskaði Rani Hjartaliga tillukku við 6 ára føðingardegnum 2. okt. Jesus pápi signi framtíð tína. Muss og klemm frá mammu, pabba og Báru Góði fitti Rani Hjartaliga tillukku við 6 ára degnum 2. okt. Bára fær eisini eina heilsu. Eg eri so góð við tykkum bæði. Heilsan Birgit Góði abbin Hjartaliga tillukku við føðingar­ degnum 29. sept. Ynskir Bogi Góða Annika Hjartaliga tillukku á 11 ára degnum 1. okt. Heilsan omma og gubbi