mánadagur 1. oktober 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 1. oktober 2007
17
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Við væl skipaðari
verju og atsóknum
uttan stórvegis himpr,
tók NSÍ stórt stig á
FM vegnum ímóti
HB, sum var alt ov
pjakut
NSÍ-HB
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
NSÍ liggur trygt og væl á
FM kósini. 2-1 á heimavølli
ímóti meistarunum úr HB
var stórt stig hjá teimum í
Runavík ímóti fyrsta meist-
araheitinum nakrantíð. Trý
umfør undan kappingar-
enda bendir einki á, at
tiltiknu gummibeinini, sum
ofta hava spælt favorittum
við lítlum ella ongum
meistararoyndum eitt puss,
hesa ferð skulu gera av við
favorittarnar.
Fyrstu tíggju minuttirnir
og yvirtíðin vóru ikki so
sannførandi, men tá ið talt
varð saman og drigið frá, so
var heimasigurin sjálvsøgd
avleiðing eftir dygdargott
og samvitskufult handverk
hjá heimaliðnum. Kortini
gjørdist tað í yvirtíðini
meiri spennandi, enn tey á
og
aftanfyri
heimaliðið
bríggjaðu seg um.
Í
yvirtíðini
minkaði
Rógvi Jacobsen um munin,
og teir seks minuttirnir,
sum Eiler Rasmussen hevði
lagt afturat, vóru ógvuliga
langir fyri NSÍ. HB tveitti
alt arsenalið fram í roynd at
fáa í hvussu so er eitt stig
við sær suður aftur, men tað
eydnaðist ikki.
HB legði sannførandi
fyri, og fyrstu løtuna sóust
møguleikarnir væl og virð-
iliga, sum tað alt kapping-
arárið hevur verið roknað
við eru í liðnum.
NSÍ var um ein háls, tá ið
mótstøðumenninir
undan
lotinum spældu skjótt og
funnu væl hvønn annan.
HB hevði bóltin á stólpanum
aftanfyri Jens Martin Knud-
sen, og Milan Kuljic hevði
fína skotroynd útifrá. Men
bólturin fór ikki í málið, og
tá ið tíggju minuttir vóru
farnir, fusaði góða HB
spælið burtur, og so við og
við kom munurin til sjóndar,
ið ber við sær, at NSÍ er
oddalið, og at HB við øllum
sínum kanónum ikki hevur
møguleika at vinna meiri
enn bronsukrónurnar.
Maður í mans stað
Orsaka av skaða var Nenad
Stankovic
ikki
á
NSÍ
miðvøllinum. Jústinus R.
Hansen hevur ikki spælt
nógv í ár, men hann kom
væl frá uppgávuni sum av-
loysari á verjukenda mið-
vallarplássinum undir liðini
á Sjúrði Jacobsen. Framm-
anfyri
teir
báðar
vóru
Jónhard Frederiksberg, Bogi
Løkin og Hjalgrím Elttør,
sum stuðlaðu væl undir
Christian Høgna Jacobsen,
ið røkti fremstu ódnina.
Christian Høgni átti at
havt sett hol á miðskeiðis í
1. hálvleiki. Fyrst sendi
hann við høvdinum - eftir
innlegg frá Einari Hansen
– upp um málið, og lítla
løtu seinni var landsliðs-
spælarin aftur upp á spæl.
Einar Hansen royndi seg
ímóti málinum, bólturin
støkk til Christian Høgna,
men tá ið hann royndi seg í
málteiginum, varð bólturin
blokeraður.
Leiðslumál til heimaliðið
lá í luftini, og eftir fleiri
framleggingar afturum HB
miðverjuna, eydnaðist tað
fimm minuttir undan hvíld-
ini. Jónhard Frederiksberg
var fyrstur á, eftir at Pól
Thorsteinsson hevði lagt
innfyri, og verjan ikki hevði
ruddað burtur.
Málið lyfti NSÍ, og eftir
steðgin løgdu heimamenn-
inir fyri sum eitt ódnarveður.
Góðar
skotroyndir
og
vandamikil
hornasparks-
innlegg í HB brotsteigin
bendu á, at tvífalding av
heimaleiðsluni lá í luftini,
og eftir stórt korter varð 2-
0. Málinum syrgdi HB fyri.
Enn eina ferð var tað Einar
Hansen, sum átti frísparks-
innleggið, og hesa ferð var
tað HB miðvallarin Milan
Kuljic, sum við høvdinum
stýrdi bóltin í málið aftan-
fyri sín egna málverja.
Grundstuðulin
NSÍ er á meistarakós. Talan
er um góða javnvág á liði,
har fá mistøk verða gjørd,
og har tað sjáldan kemur
fyri, at tað verður lopið
framav.
Hjalgrím
Elttør
iðrar seg sjálvandi um, at
hann hesa ferð í yvirtíðini
sá reytt, eftir at hann tvær
ferðir hevði sæð gult – aðru
ferð fyri at standa ov nær í
frísparksstøðu og seinnu
ferð fyri at seinka innkasti!
Fremsta orsøkin til, at tað
hevur hilnast so væl hjá
NSÍ og aftur hesa ferð
gjørdi tað, er verjuparturin.
Miðvallararnir eru óførir at
hjálpa til, og teir fýra í
aftastu røðina eru meist-
arliga tryggir. Óli Hansen
er góður liðformaður í
miðverjuni,
har
Jóhan
Troest
Davidsen
hevur
ment seg at vera sannan
álitismann, veteranurin Pól
Thorsteinsson hevur rættu-
liga funnið stevið aftur á
høgra vongverjanum, og í
hinum
borðinum
hevur
Einar Hansen ment seg so
mikið
nógv,
at
størri
avbjóðingar enn vongverju-
pláss á U-21 landsliðnum
bíða honum.
Undan kappingarbyrjan
varð HB roknað sum størsti
favoritturin at vinna FM.
Tann møguleikin er burtur,
og í Runavík vóru góðar
ábendingar um, hví tað ikki
hevur gingið eftir vild.
Álopið hevur altíð verið
besta HB vápnið. At tað
ikki er so hvast, sum tað
ofta hevur verið, kemst av,
at tað eru ov nógvir, sum í
álopsmyndingini skulu hava
bóltin, og at tað ov ofta eru
tvær og tríggjar nertingar,
áðrenn spælt verður víðari.
Sovorðið gongur ikki, tá
ið tað er verja av NSÍ
kalibrinum, sum tað verður
spælt ímóti. At tað ber til at
vera meiri miðvísur og
beinleiðis í álopsmyndingini
vísti NSÍ. Tað bar breidd og
tyngd við sær, og tað kann
væl fara at vísa seg at verða
gull vert um ein lítlan
mánað. Hesa ferð varð
ivaleyst størsti snávingar-
steinurin á veg ímóti fyrsta
FM heitinum ruddaður av
vegnum!
Størsta forðingin ruddað
av FM vegnum
Undan kappingarbyrjan varð HB roknað sum størsti favoritturin at vinna FM, men tann møguleikin er burtur, og í gjár staðfesti
NSÍ sín gullkjans
Mynd: Hilmar Jan Hansen
HB
NSÍ
Ítrótturin skerdur
Orsaka av vitjanini hjá
Bill Clinton er ítrótturin
í Sosialinum í dag nakað
skerdur. Meira tilfar um
Formuladeildina og
ítróttur annars verða í
blaðnum í morgin
Sosialurin
Óli vil ikki
tosa um gull
Dysturin hjá NSÍ ímóti
HB í gjár var ein avger-
andi roynd fyri liðið úr
Runavík, men hóast tað
endaði við sigri, so vil
NSÍ-liðformaðurin ikki
tosa um, at NSÍ nú
verður føroyameistari.
- Hesin dysturin var ikki
nakar altavgerandi
dystur fyri okkum. Vit
hava framvegis tríggjar
dystir eftir at spæla, og
nú hyggja vit fram til
næsta dyst. Vit taka ein
dyst í senn, segði Óli
Hansen.
Hann var væl nøgdur
við avrikið hjá NSÍ.
- Vit byrjaðu ikki so
væl, men nakað út í
fyrra hálvleiki taka vit
yvir. Vit skora eitt mál í
fyrra hálvleiki og eitt í
seinna hálvleiki, og eg
eri sera væl nøgdur við
okkara avrik í dag, segði
hann.
NSÍ skal í seinastu
trimum dystunum spæla
ímóti GÍ, VB/Sumba og
KÍ.
HB royndi
sítt
HB-spælarin Rókur av
Fløtum Jespersen segði
eftir dystin í Runavík í
gjár, at HB gjørdi sítt
fyri at vinna dystin.
- Hóast vit ikki hava
møguleikan at vinna
FM, so er einki galið
við motivatiónini hjá
okkum. Vit venja nógv
og venja væl, og vit
vilja vinna allar
dystirnar, sum eru eftir,
segði Rókur.
- Dysturin í dag var eitt
sindur rótutur, men til
tíðir var eisini gott spæl.
Vit komu til Runavíkar
fyri at royna at vinna
dystin, men vit gjørdust
ov stuttir, og tað er
skuffandi at tapa hendan
dystin.