Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 189 - 1. oktober 2007 ] Stórsigur í toppdysti Fremad Amager var greiði sigursharrin, tá ið liðið hevði vitjan av Skjold í 2. deild eystur sunnudagn. Hetta var ein toppdystur, men úrsliti gav ábendingar um nakað annað. Fremad Amager vann nevniliga dystin heili 6-2, og so kundi føroyska felagið á Amager fegnast um, at oddastøðan var staðfest. Eingin av ungu føroysku spælarunum, sum royna seg í Fremad Amager, spældu við í hesum dystinum. Claus aftur á vøllinum Claus Bech Jørgensen fekk eina lítla løtu á vøllinum, tá Blackpool spældi ímóti Watford í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Blackpool manglaði fleiri av sínum spælarum, og tí var pláss aftur blivið fyri Claus í hópinum. Hann sæt tó á beinkinum og kom á vøllin móti endanum av dystinum. Úrslitið gjørdist 1-1, eftir at Blackpool eitt korter fyri leiklok við brotssparki javnaði leiðsluna hjá Watford. Tað var ikki væl leiktan fótbólt, ið áskoðararnir í Vági fingu at síggja sunnudagin. Eitt mál kom í dystinum, og tað átti Skála. Formuladeildin Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Dysturin millum VB/Sum- ba og Skála hevði lítlan og ongan týdning. VB/Sumba hevði ongan møguleika at bjarga sær yvirliving í For- muladeildini, meðan Skála hvørki kann vinna heiðurs- merki ella hevur møguleika at flyta niður. Pætur sigursharri Tað var als ikki talan um nakað flott fótbóltsspæl á Eiðunum. Fríska lotið darv- aði eisini, og alt í alt var tal- an um ein rótutan dyst. Ikki vóru nógv gjøgnumførd álop, og málmøguleikar vóru sera fáir. Og málið, sum Skála fekk í 10. minutti, kundi heldur ikki teljast sum ein málmøguleiki. Pætur Dam Jacobsen hevði bóltin í høg- ru síðu, og tað var líkt til, at tað var eitt innlegg, sum sneiddi sær í netmeskarnar til hálvleiksúrslitð. Vindurin vaks Seinni hálvleikur líktist nógv fyrra hálvleiki. Eisini her vóru fáir málmøguleikar, men størsta møguleikan átti uttan iva innskifti Óbi, sum kom púra fríður móti málin- um, men misnýtti. Skála var omaná meginpartin av seinna hálvleiki og bæði kundi og burdi havt skorað eitt mál afturat. Einki mál kom afturat í hesum heldur rótuta dysti, og Skála fekk hóast alt trý uppiborin stig. Við sigrinum togaði Ská- la seg uppá sætta plássið í Formuladeildini, meðan VB/Sumba mest sum er far- ið í tómgongd í botninum. VB/Sumba-Skála 0-1 (0-1): Skála vann rótutan dyst Skála VB/Sumba Skála skoraði einsamalla málið í dystinum ímóti botnliðnum VB/Sumba Heiðurin at spæla fyri Tað má vera tungt at fara á vøllin at berjast í 90 minuttir uttan kunna broyta nakað á stigatal- vuni. Júst soleiðis hevði VB/Sumba tað, men á vøllin fóru teir sjálv- sagt. - Vit høvdu heiðurin at spæla fyri. Tað er alt- íð gott at veitra farvæl á ein góðan hátt, sigur lið- skipari hjá VB/Sumba, Dan Djurhuus. - Av tí at vit eru fluttir niður, lá einki trýst á okkum undan dystinum. Vit skuldu bara inn at spæla fótbólt, sigur Dan og leggur afturat, at ætlanin er at flyta upp aftur komandi kapping- arár. - Vit vóru nógv bet- ri Bogi Gregersen hjá Skála er ikki bangin at gera sína greiðu niður- støðu av dystinum í Vági sunnudagin. - Vit vóru nógv betri enn teir. Í nógva vindin- um kundu vit koma und- ir trýst í deyðbóltsstøð- um, men høvdu stóru møguleikarnar og skor- aðu, sigur Bogi. - Vit kunnu spæla nógv meira frítt, hava ongar nervar áðrenn dyst, men spæla sjálv- andi fyri at vinna, sigur Skála-framherjin um støðuna, har teir hvørki kunnu vinna heiðurs- merki ella flyta niður. Hóast B71 tvær ferðir var á odda, so megnaði GÍ at fara um fjørðin við øllum stigunum B71-GÍ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir langan aldudal er GÍ rættuliga komið fyri seg aft- ur. Í fýra teimum seinastu umførunum hava teir vunn- ið níggju stig. Á Sandi var heimaliðið tvær ferðir á odda, men tá ið síðsta bríks- lið ljóðaði, var GÍ omaná. Bæði í málum – 3-2 – og í manntali. Símun Hansen hjá B71 sá bæði gult og reytt í tíðini, sum Ransin Djurhuus hevði lagt aftur- at. Talan var um uppgerð millum tveir ymiskar mátar at nýta fótbóltsevnini. Sandoyingar eru við at mynda nýtt lið. Miðalaldurin var lágur, og hann lækkaði uppaftur meiri, tá ið teir tíð- liga vóru noyddir at skifta miðverjan Andres Rasmuss- en út. Saknur var í skadda toppskjúttanum Clayton Soares, men B71 dugdi væl við bóltinum, og tað eru fleiri nýggj spennandi B71 nøvn á veg inn í Formula- umhvørvið. Hóast B71 tapti, so er eingin ivi um, at liðið eisini næsta kappingarár verður í bestu deildini, og tá fara nýggju menninir at fáa nýggjar møguleikar at mennast. Gøtumenn duga at spæla fótbólt, og teir vístu enn eina ferð, at teir megna heilt væl at gagnnýta stóru likam- ligu orkuna. Miðalaldurin var hægri enn hjá B71, og hann hækkaði ikki so lítið í 74. minutti, tá ið 38 ára gamli Magni Jarnskor kom á vøllin fyri ein av teimum yngstu – Pól Jóhannus Justi- nussen. B71 legði seg á odda bein- anvegin. Miðvallarin í høg- ru Gudmund Nielsen legði innfyri, og Rasmus Nielsen skoraði. Eitt korter seinni javnaði Christian Lundberg við fínum langskoti. Rasmus Nielsen legði B71 framum aftur eftir ein stóran tíma. Hesa ferð átti Símun Hansen uppleggið. Eitt lítið korter undan leik- loki var Christian Lundberg aftur upp á spæl. Hesa ferð umsetti hann brotsspark til mál. Sandoyingar vóru ikki fegnir um dómin. Teir vildu vera við, at liðformaðurin, Eirikur Poulsen, hevði tamt bóltin við bringuni og ikki við arminum. Men tað var dómarin ikki samdur við teimum í. Í síðstu løtu fekk GÍ sigursmálið. Hans Pauli Pet- ersen, sum hesa ferð hevði miðvallarkjans, stýrdi við høvdinum bóltin í málið aftanfyri Símun Rógva Han- sen, sum hevði hondina á. Sjálvandi vóru sandoying- ar vónbrotnir av úrslitinum, men teir uggaðu seg við góða leikliga avrikinum. Gøtumenn fóru fegnir til hús. Næsta takið hjá teimum verður NSÍ í Sarpugerði. Tá fer tað at vísa seg, hvus- su drúgvir teir í GÍ eru! B71-GÍ 2-3 (1-1): Gøtumenn eru drúgvir GÍ B71