Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 189 - 1. oktober 2007 ] Málmaðurin takkaði fyri seg Málmaðurin hjá Frem Jørgen Nielsen takkaði í gjár fyri seg. Jørgen Nielsen hevur valt at leggja størri orku í lesnaðin, og tí gevst hann nú at spæla fótbólt á høgum stigi. Jørgen Nielsen royndi seg eitt skifti í Liverpool, og annars hevur hann spælt fyri donsk feløg sum Nakskov, Næstved, Hvidovre og nú seinast Frem, har hann hevur vart málið í 238 dystum. Jørgen Nielsen er 36 ára gamal. Frem tapti uttan Atla Føroyski landsliðsspælarin Atli Danielsen hevði leikbann, tá ið Frem sunnudagin spældi ímóti Herfølge í donsku 1. deild. Atli hevur eisini leikbann næsta dystin. Fram plagar at hava gott tak á Herfølge, men hesaferð noyddust teir at lúta. Herfølge vann dystin 2-0, og Henrik Toft gjørdi bæði málini. Frem manglaði fleiri av sínum stuðulsspælarum til dystin. Eftir 1-4 tapið fyri B36 í gjár hevur AB so at siga ongan møgu- leika at yvirliva í Formuladeildini. B36 stríðist framvegis fyri sínum FM-møguleika Fótbóltur Pætur Albinus patur@sosialurin.fo AB hevur størsta partin av kappingarárinum ligið undir niðurflytingarstrikuni, og í gjár gjørdist alt bara meira greitt, at AB skal leika í næst- bestu deildini komandi kapp- ingarár. Ein lítil teoretiskur møguleiki er framvegis fyri at yvirliva, men vónin á Argj- um man verða úti eftir tapi ímóti B36 í gjár. B36 gjørdi næstan tað, teir vildu, og teir avgjørdu dystin longu í fyrra hálvleiki. Frísparkssnillingur avgjørdi B36 setti seg við róðrið á dystinum frá fyrsta bríksli og hevði fult tamarhald. AB fylti lítið á vøllinum, og B36 fekk loyvi at spæla sítt spæl. Við fleiri naskum royndum fyrstu løtuna vísti B36, hvat munur er á toppi og botni. Spurningur var næstan bara, nær hol kom á. Og áskoðararnir skuldu ikki bíða leingi. Longu í 3. minutti bleiv dømt fríspark til B36 stutt uttanfyri brotsteigin, og hetta setti Alex Dos Santos hegnisliga í netið. Eftir hetta helt sama leik- gongdin fram, og í 27. minutti fekk B36 fríspark á júst sama staði, har fyrsta málið kom frá. Alex Dos San- tos varð aftur settur á skjóta, og eins og tað fyrsta málið, sneiddi brasiliumaðurin hetta í sama málhorn. Ein endur- tøka av einum máli. Hetta gjørdist eisini hálv- leiksstøðan. AB hevði sera lítið at bjóða uppá og hevði stórt sæð onga málroynd. Lækkað leikferð Í seinna hálvleiki var leik- ferðin als ikki høg. Enn lægri gjørdist hon, tá ið Sylla í 53. minutti økti til 3- 0, tá ið hann fekk eina góða fríspæling, sneiddi mál- mannin av og skoraði. Tað sást nú á AB-liðnum, at síðsta útkall hevði ljóðað, og nú var liðugt við Formula- fótbólti. B36 lat ongan iva valda, og ikki gekk ein løta, har AB fekk yvirtakið. AB hevði tó onkrar skotroynd langt úti frá, men einki sum var nær við at fara í mál. Heldur var tað innskifti Anderson Castilho, sum økti fyri B36. Hann fekk sítt fyrsta mál fyri B36, tá ið hann inn í feltinum fekk eina fríspæling, og setti bóltin í netið til 4-0. Eftir hetta rakti leikferðin botnin, men AB fekk eitt mál, sum pyntaði. Rógvi Poulsen legði eitt innlegg úr høgru, men eingin AB- ari var at taka ímóti. Púrasta ótarnaður setti Herbert í Lon Jacobsen bóltin í egið net til úrslitið 4-1. B36 heldur fram við at jagstra NSÍ, og nú tríggir dystir eru eftir at spæla, eru tvey stig fram til oddaliðið úr Runavík. B36-AB 4-1 (2-0) Santos gjørdi av við AB – Fóru niður við høvdi- num Bert 17 ára gamli Rógvi Holm hjá AB er eitt av stóru talentunum í før- oysku kappingini, og hann leikti ein góðan dyst í miðverjuni hjá AB. Hann heldur, at málini hjá Santos avgjørdu dystin. - Alex setur tvey fant- astisk fríspørk í netið tíðliga í dystinum, og eg haldi hetta sendir okkum niður við høvd- inum. Tá er trupult at koma aftur, staðfestir Rógvi. - Uppleggið hjá okkum var ikki at liggja í bíðistøðu. Vit skuldu bara inn at berjast fyri sakini, men eg haldi vit skaptu alt ov lítið. Ringt er at lata vera við at spyrja, hvussu ein niðurflytari nú skal motivera seg. - Tað er bara at halda hýrin góðan, møta upp til venjing og vinna restina. Tað er frægari at flyta niður við æru, sigur Rógvi, sum fyrr í vikuni var og royndar- vandi við Reading, har tað gekk honum væl. - Bíðaði eftir málinum Allir útlendingarnir hjá B36 skoraðu mál hjá B36 í gjár, og ein teirra var brasilski Anderson Castilho, sum somuleið- is skeyt fyrsta mál fyri felagið. - Eg havi bíðað eftir hasum málinum. Eg metti hendan dystin sum ein góðan møgu- leika at reisa meg eftir at hava spælt heldur vánaligt, og tað gjørdi eg. Tað hevur verið trup- ult hjá mær, tí B36 spæl- ir heilt øðrvísi enn NSÍ, sigur Anderson. - Vit vóru allir klárir at spæla í dag, og vit vistu, at bara ein sigur var nøktandi. Vit góvu teimum ongan møgu- leika, og høvdu bóltin nógv, sigur framherjin. B36 vann tryggan sigur á AB í gjár og er framvegis í hølunum á oddaliðnum NSÍ. Mynd: Álvur Haraldsen AB B36 Sylla slapp við gulum Tað var um reppið, at álopsspælarin Amed Davy Sylla varð vístur av vøllinum í dystinum ímóti AB. Hetta kundi hent longu í fyrra hálvleiki. Sylla hevði fingið onkrar taklingar frá AB-spælar- unum, og hann tóktist sintur inn á hesar taklingarnar, og so svaraði hann sjálvur aftur nakað fyri hálvleik. Sylla var alt ov seinur við eini ógvusligari takkling, og nakað av rokið stóðst av hesum. Dómarin Lars Müller, sum fyri einari viku síðani vísti einum øðrum B36-spælara av vøllinum fyri hálvleik, lat hesa ferð reyða kortið liggja eftir í lummanum, hóast AB-spælararnir hildu, at Sylla skuldi fáa reyða kortið. Sylla fekk gula kortið, og seinni í dystinum gjørdi hann vart við seg á meira positivan hátt, tá hann skoraði eitt gott mál.