Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. oktober 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 189 - 1. oktober 2007 ] EB/Streymur vann ein sannførandi sigur í einum bæði góðum og undirhaldandi dysti við Djúpumýru í Klaksvík sunnudagin. Sjálvt um gestirnir vunnu heili 5-2, so var KÍ væl við at kalla allan dystin, og teir kundu eisini fingið fleiri mál við eitt sindur størri hepni FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo EB/Streymur hevur havt ein serligan eginleika at vinna dystur í formuladeildini á útivølli ímóti KÍ, og aloftast hava hesir dystir verið sera undirhaldandi við nógvum málum. Og eftir dystin í millum júst hesi bæði liðini í Klaksvík í gjár kann bert staðfestast, at dysturin hesu ferð ikki gjørdist nakað undantak í so máta. Tað sást frá byrjan av í dystinum, at EB/Streymur hevði meir at spæla um. Teir settu seg á dystin alt fyri eitt, og fyrstu løtuna komu gestirnir eisini fram til onkrar smávegis kjansir. Eftir góðar 10 minuttir sendi Hans Pauli Samuelsen bóltin inn í brotsteigin úr vinstra borði, har Arnbjørn Hansen kom at standa púra leysur við aftaru stong. Hesin takkaði fyri og sendi bóltin í málið til 1-0. Eftir hetta var tað sum KÍ vaknaði. Teir løgdu nú eitt stórt trýst á EB/Streym, og næstu 20 minuttirnar var tað mest sum einvegis ferðsla á málið hjá EB/Streymi. KÍ spældi seg eisini fram til fleiri stórar málmøguleikar, men vit skuldu heilt fram á hálva tíman, áðrenn KÍ endi- liga javnaði. Tá var Heðin á Lakjuni hægstur eftir horna og skallaði bóltin í netið. Men KÍ hevði ikki meir enn fingið armarnar niður, so var aftur mál til EB/ Streym. Hanus Eliasen fekk bóltin í høgru, og hann gjørdi ikki mætari enn at reka fram við fleiri KÍ-verjuspælarum, áðrenn hann smekkaði bóltin í málið til 2-1. Sera flott mál av fuglfirðinginum! 2-1 gjørdist eisini hálv- leiksstøðan, og sjálvt um KÍ helst hevði verið betra liðið, so vóru gestirnir meir effektivir undan steðginum. Gestirnir settu trumf á Seinni hálvleikur var bert tveir minuttir gamal, tá EB/ Streymur økti um leiðsluna. Hans Pauli fangaði ein bólt á KÍ-hálvuni og rak seg í góða støðu inni í brotsteig- inum. Haðani fann hann ein púra leysan Sorin Anghel, sum sendi bóltin í málið til 3-1. Hesa fyrstu løtuna av seinna hálvleiki sat EB/ Streymur á tí mesta, og í onkrum føri vístu teir sera gott spæl. Men KÍ vildi tó ikki gevast, og um miðjan seinna hálvleik skaptu teir aftur spenning í dystin. Eftir eitt sera væl spælt álop endaði bólturin hjá Denni Conteh, sum var púra leysur við René. Hesa ferð var danin ivaleysur og sendi bóltin í netið til 3-2, og so var aftur spenningur í. Næstu løtuna gekk javnt á, og bæði liðini stríddust fyri at fáa mál, men tað var EB/Streymur, sum enn einaferð økti um leiðsluna. John Heri Dam fekk bóltin í vinstru, og sendi eitt sera gott innlegg inn í brotsteigin. Har var Arnbjørn Hansen hægstur og skallaði bóltin í mál til 4-2 við sínum næsta máli í dystinum. Men Arnbjørn var ikki liðugur enn. Fimm minuttir fyri leiklok var hann aftur upp á spæl eftir gott for- arbeiði av Hanus Eliasen, og so var 5-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Sjálvt um 5-2 ljóðar sum ein rættiliga sannførandi sigur, so var KÍ væl við at kalla allan dystin, og við eitt sindur av hepni kundu teir eisini fingið fleiri mál. Einki kann tó sigast um sig- urin hjá sundalagsmonnum, sum spældu sera væl henda dagin. Sigurin var fult uppi- borin í hesum góða og sera undirhaldandi dystinum í Klaksvík í gjár. KÍ-EB/Streymur 2-5 (1-2): EB/Streymur á bronsuplássinum EB/Streymur vann ein sannførandi 5-2 sigur í Klaksvík í gjár, og við sigrinum eru teir nú farnir fram við HB upp á triðja plássið. Mynd: Sofus Debes Johannesen EG/Streymur KÍ Giggs er nakað fyri seg 33 ára gamli Ryan Giggs er ein legenda í enskum fótbólti, og líkt er til, at Manchester United er sinnað at leingja sáttmálan við hann. Giggs hevur sáttmála restina av hesum kappingarárinum, men hann verður ivaleyst at síggja í United næsta ár eisini.- Giggs fer ikki at spæla allar dystirnar fyri okkum í ár, men hann verður við vissu í felagnum næsta kappingarár, sigur venjarin Sir Alex Ferguson, sum heldur, at Giggs er nakað heilt fyri seg í enskum fótbólti. Berbatov lovar at betra seg Tað hevur gingið illa hjá Tottenham í Premier League higartil í ár, og álopsstjørnan Dimitar Berbatov hevur eisini verið eitt vónbrot, eftir at hann í fjør var millum stóru profilarnar í kappingini. - Nú vita tey flestu, hvussu eg spæli, og tað ger tað truplari hjá mær, men eg ætli mær at halda fram við harða arbeiðnum, og eg vil gera alt fyri liðið, sigur Berbatov við Sky Sports. Tottenham skal í kvøld spæla ímóti Aston Villa. Arnbjørn fegnaðist um góða spælið Arnbjørn Hansen var heilt stóri spælarin hjá EB/Streymi, tá ið hann skoraði hattrick. Ungi kollfirðingurin var eisini væl nøgdur. - Hetta er ein tann besti dysturin, vit hava spælt í árinum. Fram eftir vøllinum gongur fram úr væl, og vit skapa eina rúgva av kjansum. Í mun til aðrar dystir eru vit eisini eff- ektivir framman fyri málið í dag. Hann gleddist eisini um, at liðið nú hevur vunnið seg upp á triðja plássið. - Nú liggja vit einsa- mallir á triðja plássi, eftir at HB tapti í Runa- vík, og hetta mugu vit royna at halda til kapp- ingarenda, staðfesti Arnbjørn eftir dystin. Glottar at hóma KÍ-venjarin helt eftir dystin, at hansara lið legði fót fyri seg sjálvt. - Eftir vánaliga inn- satsin ímóti GÍ seinast var hugburðin ein heilt annar hesaferð. Spælar- arnir stríddust og fram eftir vøllinum spældu vit nakað av tí besta, vit hava spælt í hesum kappingarárinum. Vit næstan svumu í kjans- um, men vóru ov óneyv- ir frammanfyri málin- um, og málmaðurin hjá teimum stóð sera væl, segði Eyðun Klakstein. - Í verjupartinum løgdu vit fót fyri okkum sjálvar, tí vit gjørdu stór persónlig mistøk, sum kostaðu mál. Tað er vónleyst at vinna ein dyst, har mótstøðuliðið sleppur at skora fimm ferðir.