týsdagur 15. mai 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 91 - 15. mai 2001
Nr. 91 - 15. mai 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
C
M
Y
K
NØVN Í VIKUNI
Fríggjadagin 18. maj verð-
ur
Erik
Petersen,
cand.mag., fyrrv. lektari í
Havn, 90 ár.
Erik Petersen var føddur
18. mai 1911 í Fuglafirði.
Foreldur hans vóru Samuel
Petersen,
keypmadur
í
Fuglafirði,
ættaður
úr
Kollafirði og Julia Peter-
sen, fødd Hansen, av Eiði.
Erik Petersen hevur verið
slógbrótari
innan
bæði
føroyskt
skúlaverk
og
musikklív.
Hann kom til Havnar
sum blaðungur tannáringur
fyri at ganga í skúla. Fekk
millumskúlaprógv 1926 og
realprógv 1927 frá Fær-
øernes mellem- og real-
skole. Musikkansur hans
man vera sprottin og nørdur
úr tí musikalska umhvørvi,
sum var í Havnini eftir
aldarskiftið,
við
bakar
Georg Hansen sum tí
miðsavnandi persóninum.
Klassiskur tónleikur hevur
ikki havt náttúrliga vist í
føroyska gerandisdegnum
fyrr enn nakað inn í síðstu
øld. Vit vita at J.C.Svabo
(1746-1824) spældi eitt
sindur uppá violin, og
hevur sum nótakønur skriv-
að niður nøkur samtíðar
løg, m.a. kvæðalagið til
"Orlov biðjum vær".
Leikpallurin fyri skald-
søgu William Heinesens
"De fortabte spillemænd"
er ikki at rokna sum nakað
serføroyskt fyribrigdi. Men
í henni verður lýstur eitt
umhvørvi,
har
kamar-
musikkur er ein náttúrligur
karmur í gerandisdegnum,
sum ein eisini kann hugsa
sær, at hann hevur verið
fyri bakar Hansen og hans-
ara líkar.
Í bókaverkinum "Horvn-
ar Havnarmyndir" lýsir
M.S.Viðstein, hvussu menn
savnaðust fyri at spæla
saman: "At siga nær, ið
teir byrjaðu við hesi strúki-
kvartett, letur seg ikki gera,
tí helst hava teir hildið tað í
loynd fyrstu tíðina. Men
kvartettin - strúkikvartettin
- var veruleiki í 1882, tí tá
varð mynd tikin av teimum,
meðan teir spældu. "Álvar-
samir sótu teir og spældu, tí
taktin skuldi haldast, men
komu teir til nakað sprel-
livandi í einhvørji allegro,
so smíltust teir fyri seg
sjálvar. Teir vóru glaðir við
tónleikin, og teir vóru góðir
við hann. ..."
Erik Petersen fekk
studentsprógv frá Høngs
Gymnasium. Bleiv útbúgv-
in cand.mag. í 1936 frá
lærda háskúlanum í Keyp-
mannahavn við høvuðs-
grein donskum (speciali
føroyskt)
og
musikki.
Pedagogikum tók hann í
1937. Fekk violinundir-
vísing frá Erling Bloch,
konsertmeistara við Kongi-
liga Kapellið, seinni pro-
fessari
vid
Kongiliga
danska Konservatoriið í
Keypmannahavn. Longu í
lestrarárum var Erik Peter-
sen virkin innan musikk-
vísindaligt arbeiði, fyrst og
fremst við niðurskriving av
føroyskum kvæðaløgum.
Ta seinastu tíðina, meðan
hann las, kom hann upp í
arbeiðið við at seta ein
studentaskúla á stovn í
Føroyum. Og varð hann
her ein millumgongu-mað-
ur fyri at fremja sjónarmið
Løgtingsins um, at før-
oyskt mátti fáa fullar
sømdir.
Heimafturkomin til Før-
oya eftir lokið prógv, kom
hann saman við Thomas
Nygaard
og
Christian
Haraldsen at leggja lunnar
undir at føroyskur studenta-
skúli varð settur á stovn.
Hann var formaður í nevnd
landsstýrisins til broyting
av skipan viðvíkjandi
føroyskum-donskun
í
gymnasiulógini. Tey fyrstu
árini virkaði hann sum
adjunktur, seinni lektari, í
donskum og føroyskum vid
Løgtingsins Studentaskeið.
Við síðuna av hesum
undirvísti hann í sangi og
violinspæli
við
Føroya
Læraraskúla. Seinni varð
so veruligi 3-ára studenta-
skúlin stovnaður í Hoydøl-
um; í fyrstu tíðini í hølun-
um á tuberklasanatorii-
num. Tann nýggji stásiligi
skúlabygnin-gurin í Hoy-
dølum varð tikin í brúk í
1965.
- - -
Tórshavnar Musikkskúli
varð settur á stovn í 1942. Í
leiðsluni vóru frá byrjanini
góðir
menn
sum
H.A.Djurhuus,
M.A.
Jacobsen
og
William
Heinesen. Men praktiska
musikalska leiðslan var í
hondum Erik Petersens.
Tað var hann, sum fekk í
lag, at tað so við og við
kom eitt strúkior-kestur í
gongd. Í fyrstuni hevur tað
allarhelst verið í smærri
samanhangum,
sosum
kvartettspæl o.l. Ein kann
hugsa sær at tað hevur verið
á sama hátt sum bakar
Hansen í síni tíð savnaði
saman menn til kamar-
musikk. Í hvussu so er hava
tað enn verið undir nøku-
lunda somu umstøðum og
vilkorum. Tað trúliga og
seiga toyggjið, tað er at fáa
eitt virkið kamarorkestur á
føtur, hevur ligið á hansara
herðum. Erik Petersen var
hugsjónarmaður.
Hann
arbeiddi miðvíst fyri at
lyfta tað musikalska støðið.
Hann var stjórnarlimur í
Dansk-Færøsk Kulturfond
síðani hetta varð stovnað.
Erik Petersen. fekk í lag
samarbeiði
við
eliterar
úlendskar tónleikarar, og
virkaði fyri at fleiri slíkir
komu hendan vegin at
leggja okkum lag á, tón-
leikinum
viðvíkjandi.
Nevnast kunnu nøvn sum
Gunnar Tagmose, Peter
Weiss,
Béla
og
Tove
Detrekøj og Henrik Sach-
enskjold.
Tíðarskeiðið, tá ið Mog-
ens Vahl var ríkisum-
boðsmaður hér, vóru sannir
vælmaktsdagar fyri Tórs-
havnar
Musikkskúla.
Sjálvur var Mogens Wahl
eldhugaður musikkmaður
og úrmælinga klaver-
spælari vid teknikki væl
hægri enn á vanligum
amatørstøði.
Í hesi tíðini vórðu fram-
ført fleiri verk við stórari
symfoniorkesturmanning.
Spæld vóru fleiri wiener-
klassiskar symfoniir og 2
klaverkonsertir av Mozart,
har Mogens Wahl sjálvur
var solistur.
- - -
Fyri sjálvur at vinna sær
meiri
musikktekniskt
hegni bað Erik Petersen
1966-67 um farloyvi og
leitaði suður til navnframa
violinprofessaran
Tibor
Varga
við
Nordvest-
deutsche Musikakade-mie í
Detmold í Týsklandi. Her
fylgdi hann undirvísing
eins og hann fleiri ferðir
seinni luttók á "master
class" stevnum í Sion í
Sveits. Hetta uppihald hjá
Tibor Varga hevur óivað
givið honum holla kjølfestu
í víðari undirvísingarvirk-
inum eftir heimkomuna..
Í sjeytiárunum vitjaði
klavertrioin Trio Pro Arte
javnan í Føroyum. Avtala
var komin í lag um, at hetta
ljómlið,
umframt
at
vegleiða,
skuldi
hava
umsjón við musikkundir-
vísingina. Hetta virkaði so
eina tíð.
Men síðst í 70'unum kom
avgerandi
broyting
í.
Nýggjar
kreftir
vóru
komnar til, og so við og við
vaks ynskið um, at nýggj
musikkskúlaskipan skuldi
koma í lag við landsum-
fatandi musikkundirvísing.
"Nýggj tíð er komin",
sum skaldið kvøður.
Í dag hava vit musikk-
skúlaskipan um alt landið
undir leiðslu av lands-
musikkskúlastjóra.
Og vit hava eitt fullbúgv-
ið symfoniorkestur, enn tó
treytað av útlendskari hjálp,
tá ið á stendur við stórum
framførslum.
- - -
Erik Petersen hevur stak
gott handalag og góðan ans
fyri mekanikki. Tað er tí
ikki uttan grund, at hann
hevur havt fleiri ymisk
frítíðarítriv. Hann er so-
leiðis ein framúr hegnigur
instrument-byggjari. Slíkan
kunnleika,
sum
Erik
Petersen hevur nomið innan
hetta øki er undrunnar-
verdur! Slíkt kann ein bert
meistra við at granska við
eldhuga, nærlagni og tolni.
Eg veit at hann eisini hevur
fingist við at útdjúpa tey
støddfrøðisligu viðurskifti
innan strúkiinstrumentir.
Hendan hugdýping krevur
lívlangt studium. Komi her
í tankar um menn sum
Leonardo da Vinci, hvørs
vitskaparliga forvitni førdi
hann víða um í rannsóknum
og royndum. Kynstrið at
byggja góð og dýrmett
strúkiinstrument er enn
partvís ein loynidómur.
Síðani
blómatíð
cremonameistranna var av
umleið 1760, fór nógv av tí
fína listhandverkinum í
gloymskuna. Um hvussu
lakeringstilfar varð fram-
leitt, um turking av trætil-
fari v.m. Í nýggjari tíð
hava fleiri royndir verið
gjørdar
at
endurskapa
hendan
kynstur.
Ikki
minnst við nýmótans tøkni-
frøði. Roynt hevur verið at
greina tey støddfrøðisligu
viðurskifti. Millum annað í
sera forvitnisliga, men
torskilda
bókaverkinum
"Gåten
fra
Cremona"
(1961) av norðmanninum
Ivar Orestad. Fleiri violinir
og nakrar bratschir hevur
Erik Petersen latið úr
hondum. Hansara instru-
mentir
hava
øll
eina
sermerkta útsjónd í ljósari
brúnari lakering. Serliga
eitt instrument, ein ávís
bratsch, er eitt satt meist-
araverk. Hon smæðist ikki
burtur í dygd sammett
eisini við ljóðfør frá megin-
landinum.
Mær
hevur
unnast fleiri ferðir at spæla
uppá hesa bratsch, m.a. tá
eg allment havi framført
"Kingo-variatiónirnar".
- - -
Innan musikkvísind hev-
ur Erik Petersen millum
annað verið ráðgevi og
samhøvundur til ritgerð H.
Grüner-Nielsens "De Fær-
øske
Kvadmelodiers
Tonalitet i Middelalderen"
frá
1945,
givið
út
í
tíðarritinum
Færoensia
(Societatis
Litterarum
Færøensium Hafniensis).
Lutur hans í hesum verki
var tað stóra, kravmikla og
tolsama arbeiðið at eftir-
lurta gamlar fonograf-iskar
innspælingar
og
festa
sungin og kvøðin løg á
nótablað. Løgini eru ikki
bert
niðurskrivaði
við
størsta nærkvæmi, men
dentur er lagdur á, at tann
tilhoyrandi tekstur fonetiskt
svarar til tað, sum veruliga
varð sungið. Mett er at
hesar niðurtekningar eru
væl nágreiniligari enn tær
higartil gjørdu av føroysk-
um kvæðaløgum, m.a. av
fólkamusikkgranskaranum
Hjalmar Thuren í 1908
(Folkesangen paa Færøer-
ne).
Tað var Erik Petersen,
sum umleið .í 1947 niður-
skrivaði "Kingo-variatión-
irnar" av William Heine-
sen. Verkið er 10 variatiónir
yvir gamla føroyska lagið
til sálmin "Vaagn op og slaa
paa dine Strenge". Í hátti
er hetta ein stíleftirgerð -
pasticha - í barokksniði.
Upprunaliga varð verkið
noterað fyri violin í G-
lyklinum. Seinni vórðu
variatiónirnar transponer-
aðar fyri bratsch solo. Erik
Petersen hevur sagt mær
frá, at grundin til hetta var,
at hann, júst um hetta
mundið, var liðugur við
eina nýggja bratsch. Tá ið
William Heinesen hoyrdi
instrumentið, fall honum í
hug, at tess djúpa og meiri
monumentala tónaregistur
fullu meiri í økt við gamla
sálmalagið.
- - -
Erik Petersen var lærari
mín í donskum í Hoy-
dølum. Onkuntíð var hann
próvdómari í føroyskum og
fornnorrønum. Meginregla
Erik Petersens innan før-
oyska málrøkt er tann, at
nýtta málið skal vera
nýtslumerkt (pragmatiskt)
. Her er hann á linju við
Rikard Long. Um eitt orð,
ein vending, er betri søgd
við einum útlendskum út-
trykki, ja, so er at nýta tað,
og ikki kroysta fornar
(íslendskar)
gerandis-
fremmandar máliskur inn í
talumálið.
Erik Petersen er tann
einasti, sum er eftir av
teimum, ið vóru við at seta
studentaskúlan á stovn. Í
samfull 40 ár starvaðist
hann
sum
lærari
á
skúlanum.
- - -
Góði Erik Petersen !
Tygum hava góða partin
av æruni fyri at musikk-
virksemið í Føroyum er á
tí støði, sum tað er í dag,
og at haldgóðir lunnar
vórðu lagdir fyri tí blóm-
andi musikklívi, sum nú
grør á Føroya Landi!
- - -
Hjartaliga tilukku við níti
ára føðingardegnum !
Erik Petersen 90 ár