Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 91 - 15. mai 2001 Nr. 91 - 15. mai 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 C M Y K - Samanbera vit við onnur lond hava vit ongan bústaðarpoli- tikk í Føroyum. Hvussu vit búgva er viðkomandi fyri okk- um øll, ikki bara arki- tektar, sigur Rúni Abrahamsen, formað- ur í Arkitektafelag Føroya, sum tekur stig til at kanna, um bústaðarviðurskiftini í Føroyum eru nøkt- andi BÚSTAÐIR Turið Kjølbro - Vit gera einki hol í sjógv- in, men vóna, at hoyringin virkar við til, at vit koma eitt fet longur, sigur Rúni Abrahamsen, formaður í Føroya Arkitektafelag. Undir heitinum Betri bú- staðir til øll skipar Arki- tektafelag Føroya fyri hoyr- ing í Norðurlandahúsinum hósdagin. Endamálið er at lýsa bústaðarviðurskiftini í Føroyum í dag og í framtíð- ini breitt og viðkomandi. Spurningar, sum verða um- røddir, eru eitt nú: byggja vit teir røttu bústaðirnar, hvønn bústaðartørv hava vit í dag og hvønn tørv kunnu vit vænta í fram- tíðini, eru møguleikar at byggja øðrvísi, og eru nakr- ar politiskar verkætlanir. - Samanbera vit við hvat er í øðrum londum, hava vit ongan bústaðarpolitikk í Føroyum. Vit eftirlýsa nakrar verkætlanir, vit vita at nakrar eru í gongd, men einki hoyrist um tær. Tey eldru arbeiða við sínum, Húsalánsgrunnurin við sín- um, Meginfelag Teirra Brekaðu við sínum og so framvegis. Undir hoyring- ini ber til at hoyra um alt undir einum. - Vit vóna, at hoyringin setir bústaðin ovast á breddan. Øll, ið eru áhuga í bústaðarviðurskiftum, taka væl undir við tiltakinum og at ljóskastarin verður settur á bústaðarviðurskifti. Og setir hoyringin gongd á eina tilgongd, eru vit ógvuliga væl nøgd, sigur Rúni Abrahamsen. Møtimikil tilgongd Bústaðir eru kjarnuøkið hjá arkitektum, og nú Arki- tektafelag Føroya hevur 20 ár á baki í ár, er høvið upp- lagt at skipa fyri einum til- taki, sum setir bústaðin og bústaðarviðurskifti á breddan. - Hvussu vit búgva er viðkomandi fyri okkum øll, ikki bara arkitektar. Tað eru karmar vit øll skulu liva undir, ikki bara í dag, men næstu 100 árini. Tí hevur tað avgjørt okkara áhuga, at hesi tingini verða gjørd á rættan hátt. Arkitektar eru beinleiðis uppi í bygging og samskipan av bygging, og tí snýr tað eisini í stóran mun um okkara yrki, sigur Rúni Abrahamsen. - Eini sethúsabygging kann ein einstakur persónur taka sær av, meðan íbúðar- bygging krevur eina sam- skipan og at lógarverkið og at politisku karmarnir eru til vildar. Í eini slíkari bygging eru ógvuliga nógv fólk inni í myndini, stovnar og myndugleikar, eins og fígging og ognarviðurskifti eru ein stórur partur. Hetta er sera møtimikið hjá leikfólki at fara undir. Hoyringin aktuell Nógv áhugamál verða um- boðað undir hoyringini. Endamálið er at lýsa og allýsa bústaðarviðurskiftini í Føroyum í dag og í fram- tíðini breitt og viðkomandi. Tey, ið fara at leggja fram, eru Føroya Kommunufelag, Eldrafelag Føroya, Tórs- havnar Kommuna, Húsa- lánsgrunnurin, Føroya Ungdómsráð, Meginfelag Teirra Brekaðu, og Arki- tektafelag Føroya. Sámal Petur í Grund, landsstýris- maður tekur eisini lut undir hoyringini, og Hans Pauli Strøm, sosiologur, fer at greiða frá bústaðar- og familjumynstrinum, og til- og fráflyting. Herfyri var eitt lógarupp- skot til samtyktar um alternativar bústaðarmøgu- leikar fyri á tingi. Upp- skotið fall og tað sást á øllum brøgdum undir við- gerðini, at tingfólk ikki tóku uppskotið í álvara. Hoyringin, Arkitektafelag Føroya nú tekur stig til, er ikki sum ein reaksjón uppá vantandi viljan í tinginum, sigur Rúni Abrahamsen. Hevði tørvur verið á eini hoyring sum hesi um øll fólk høvdu ein bústað? Ella er tiltakið ein avleiðing av stóra trotinum á bústaðum? - Hoyringin er aktuell beint nú, men tað er altíð viðkomandi hjá einum fel- ag, sum hevur áhuga fyri bústaðarmynstrinum og planlegging, at viðgera hesi viðurskifti. Vit hava lyndi til bara at hugsa um Havn- ina, tá ið ræður um bústað- arviðurskifti, men góður bústaður er fyritreytin fyri trivnaði á útoyggj ella í útjaðaranum. Hoyringin hósdagin er al- menn og ætlað øllum, sum eru áhugað fyri ella hava ávirkan á bústaðarviður- skiftini. Her verður hugsað um vanligar borgarar, lands- og kommunalpol- itikkarar, fakfólk og em- bætisfólk. Í sambandi við, at Arki- tektafelag Føroya hevur 20 ár á baki í ár, verða onnur tiltøk, sum gera vart við bústaðir, eisini fyriskipað. Í heyst leggur Sámal Petur í Grund, lands- stýrismaður, fyri ting- ið lógaruppskot, sum ger tað nógv lættari at fara undir alternativa bústaðarbygging í Føroyum. - Uttan mun til, um tað er eins lands- ella ein kommunal upp- gáva, skal Húsaláns- grunnurin kunna brúkast sum fígging- arstovnur, sigur Sámal Petur í Grund BÚSTAÐIR Turið Kjølbro Tað er ein rættiliga møti- mikil uppgáva at fara undir bygging av alternativum bústaðum í Føroyum sum er. Lógarverkið og polit- isku karmarnir eru ikki til vildar, men hetta verður øðrvísi um ikki so langa tíð. Í Almanna- og heilsu- málastýrinum hava tey í drúgva tíð arbeitt við at gera nýtt lógaruppskot um Húsalánsgrunnin. Enda- málið er at broyta viðtøk- urnar soleiðis, at tað verður einfaldari og lættari at fíggja alternativa bústaðar- bygging í Føroyum. Leist- urin til uppskotið er lið- ugur, men enn vantar at av- greiða nakrar prinsipiellar spurningar, og tað eru hesir, ið eru orsøkin til, at tað hevur tikið so langa tíð at gera uppskotið. Nú verður lógaruppskotið raðfest so mikið høgt í Almanna- og heilsumálastýrinum, at stýrið hevur gjørt av at brúka hjálp uttanifrá at gera tað liðugt. Ein spurningur, ið eftir er at greiða, er, hvør upp- gávan hjá Húsalánsgrunn- inum skal vera í framtíðini. Skal hann fyrst og fremst taka sær av sethúsabygging sum higartil, ella skal hann sleppa hesi uppgávuni og fara inn á alternativa bygging burturav. - Ætlanin er at leggja Húsalánsgrunnin, Íbúðar- grunnin, og Bjálvingar- stuðulsgrunnin saman við eini umsiting og grundfæið, sum er í øllum, verður grundstøðið hjá hesum. Og hesin kemur at taka sær av øllum, bæði tá ið tað ræður um at fíggja nýggjar bú- staðir og til at veita pensjónistum stuðul til at bjálva og umvæla verandi bústað. Hinvegin eru nær- um allir grunnarnir tiknir av, tí alt virksemi í landin- um skal speglast aftur í fíggjarlógini. Hendan spurningin fara vit fyrsta dagin at viðgera saman við Fíggjarmálastýrinum, sigur Sámal Petur í Grund, lands- stýrismaður. Ein annar spurningur, ið eftir er at loysa, er, hvussu býtið millum land og kommunu skal vera, tá ið ræður um ábyrgdina og uppgávuna at fara undir alternativa bústaðarbygg- ing. - Lógaruppskotið um Húsalánsgrunnin letur upp fyri nógvum møguleikum, tá ið vit tosa um alternativa bústaðarbygging. Uttan mun til, hvør hevur ábyrgd- ina av at fara undir bústað- arbygging, um tað er ein landsuppgáva ella ein kommunal uppgáva, skal Húsalánsgrunnurin kunna brúkast sum fíggingar- stovnur, sigur Sámal Petur í Grund. Bústaðarpolitikkur Tað verður í fyrsta lagi í komandi tingsetu, at nýggja lógaruppskotið verður lagt fyri tingið. Í kjalarvørrin- um á uppskotinum er vænt- andi, at eitt kjak um bústað- arpolitikk kemur. - Tað hevur ongantíð verið størri áneyðir enn júst nú á einum bústaðarpol- itikki fyri allar Føroyar, sig- ur Sámal Petur í Grund. Í Almanna- og heilsumála- stýrinum fara tey at seta hol á at orða ein bústaðar- politikk sum skjótast, men landsstýrismaðurin torir ikki at siga nakað nærri um, nær vit hava ein bústaðar- politikk fyri Føroyar. Stórt trot er á bústaðum, ikki bara í miðstaðar- økinum, men eisini úti um landið. Áhugafelagskapir vísa á stóran tørv á íbúðum til fólk, ið hava serligan tørv, annaðhvørt tað eru til rørslutarnað, menningar- tarnað, sálarliga sjúk, eldri fólk og so framvegis. Vit tosa um ein rættiliga stóran tørv og soleiðis sum ferðin er í løtuni, tekur nógv ár at nøkta hann. - Tørvurin er bygdur upp í nógv ár og tað tekur meiri enn 2-3 ár at nøkta hann. Eitt nú tørvar teim sálar- sjúku 77 íbúðir og tá tosa vit um ein tíðarkarm á 10 ár at nøkta tørvin, sigur Sámal Petur í Grund. Hósdagin tekur landsstýrismaðurin lut undir hoyringini, sum Arkitektafelag Føroya skip- ar fyri um bústaðarviður- skiftini í Føroyum. Bústaðir á breddan - Hoyringin er aktuell beint nú, men tað er altíð viðkomandi hjá einum felag, sum hevur áhuga fyri bústaðarmynstrinum og planlegging, at viðgera hesi viðurskifti, sigur Rúni Abrahamsen, formaður í Arkitektafelag Føroya. Mynd: Álvur Haraldsen Lættari at fara undir alternativa bústaðarbygging - Tað hevur ongantíð verið størri áneyðir enn júst nú á einum bústaðarpolitikki fyri allar Føroyar, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum