Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 91 - 15. mai 2001 Nr. 91 - 15. mai 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 C M Y K Politisku myndug- leikarnir ætla sær ikki at leggja seg út í verk- fallið hjá Føroya Arbeiðarafelag. Slat- urin hevur annars gingið um, at løg- maður í dag fór at leggja seg út í trætuna VERKFALL John Johannessen Verkfallið er skaðiligt fyri samfelagið, men vit hava ongar ætlanir um at leggja okkum út í tað. Hetta vóru greiðu boðini frá løgmanni, tá Sosialurin vildi hava hann at vátta ella avsanna lívligu leysatíðind- ini um, at politiski mynd- ugleikin longu í dag, týs- dagin, fór at blanda seg upp í trætuna millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. – Eg veit ikki, hvør tað er, ið hevur so lívligt hug- flog, at hann veit hesi tíð- indi. Sjálvur havi eg einki hoyrt um hetta, fyrr enn nú, tit ringja, segði løgmaður í telefonini týsmorgunin. Tað er annars Bjarni Djurholm, ið er landsstýris- maður í arbeiðsmarknaðar- málum, og tískil hevur politisku ábyrgdina av træt- uni. Men heldur ikki hann ætlar, at verkfallið skal steðgast í tinginum beinan vegin. Einki uppskot er komið til Løgtingsskrivstovuna ella formansskapin í løg- tinginum um at kalla løg- tingið saman at steðga verkfallinum. Tíksil eru tíðindini um politiska uppíblandan í verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag einki annað enn leysatíðindi – í hvussu er fyribils. Politikarar geva verkfallinum frið Jørgen Niclassen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og danski vinnumálaráðharrin, Ole Stavad, samdust í gjár um, at føroyingar skulu hava føroyskt skipaeftirlit 1. januar næsta ár Sjálvstýrisamtyktin John Johannessen Danir vilja gera alt fyri, at føroyingar fáa eitt føroyskt skipaeftirlit 1. januar 2002. Hetta lovaði danski vinnumálaráðharrin, Ole Stavad, á samráðingarfundi við føroyska landsstýris- mannin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclassen, í gjár. Fundurin føroyska lands- stýrismannin og danska ráðharran var tann fyrsti samráðingarfundurin eftir nýggju sjálvstýrissam- tyktini, sum landsstýrið er farið at arbeiða eftir. Og fundurin gekk av tí allar besta. – Eg eri væl nøgdur. Fundurin gekk væl, og danir eru sera positivir. Hetta er rætti hátturin at náa málinum um sjálvstýri, segði Jørgen Niclassen við Sosialin á middegi í gjár beint eftir samráðingar- fundin. Ole Stavad og Jørgen Niclassen ásanna báðir, at fleiri trupulleikar eru í at gera skipaeftirlit til før- oyskt málsøki. Men hesar trupulleikar eru teir samdir um at loysa so hvørt, sum teir stinga seg upp. Ein bólkur av embætis- fólkum fer nú at leggja lunn- ar undir føroyska skipaeftir- litið. Og stinga trupulleikar seg upp á vegnum, er danski vinnumálaráðharrin altíð til reiðar at tosa við føroyska landsstýrismannin um at loysa hesar trupulleikar. – Vit fara at gera alt, vit kunnu, fyri at hava eitt før- oyskt skipaeftirlit 1. januar, lovar Jørgen Niclassen. Væl eydnaðar sjálvstýrissamráðingar: Danir lova føroyskt skipaeftirlit Verkfallið hevur nú havt avleiðingar fyri fyrstu dagstovnarn- ar. Í Gøtu mugu 90 børn verða heima, tí dagstovnurin er stongdur DAGSTOVNUR Eyðun Klakstein Dagstovnurin í Gøtu hev- ur nú latið aftur, og 90 børn sleppa ikki í barna- garð ella í vøggustovu. – Eingin hevur vaskað síðani týsdagin, og tað er nú so skitið, at tað ber ikki til at hava børn her, sigur Torgerð Hansen, sum er leiðari fyri dagstovnin við Gøtugjógv. Tí avgjørdi leiðarin, at dagstovnurin skuldi latast aftur, og komandi dag- arnar skulu familjurnar finna onnur ansingarpláss til børnini. – Hetta er ein sera óheppin støða, men vit vóna, at verkfallið verður skjótt av, sigur Torgerð Hansen. – Tað er tó greitt, at vit kunnu ikki lata uppaftur, fyrr enn dagstovnurin er vaskaður, sigur hon. Skúlar og dagstovnar í høvuðsstaðnum verða vaskaðir, hóast Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag eru í verkfalli. Skúlar og dagstovnar, sum Sosi- alurin hevur tosað við, siga, at hjá teimum verður vaskað sum vanligt. Hetta ger samstundis, at dagstovnar og skúlar kunnu hava opið. Barnagarðurin í Gøtu stongdur Klaksvík: Leygarkvøldið fer Barok at skipa fyri einum tiltaki, sum serliga er ætlað teimum til- komnu. Síðani Barok lat upp hava ungfólk brúkt staðið nógv – bæði gjøgnum vikuna og um vikuskiftið. Tey meiri tilkomnu hava ikki verið nógv at sæð, og tí heldur Barok, at tað er upplagt við einum tiltaki til tey. Bólkurin Hjún fer at spæla til dans leygar- kvøldið, og aldursmarkið verður 25 ár. Við hesum tiltaki vónar Barok, at tey tilkomnu eisini hava hug at brúka staðið av og á. ek Barok hevur kvøld fyri tilkomin Blokadan í Lorvík ger, at IRF sleppur ikki av við ruski úr Norð- oyggjum. Tí er inn- savningin steðgað og bingjuplássið stongt RUSK Eyðun Klakstein Klaksvík: IRF er givið at savna rusk í Norðoyggjum, tí bilarnir hjá teimum sleppa ikki á brennistøðina í Lorvík. Arbeiðsfólk blokera á ferjuleguni í Lorvík, og eisini IRF-bilarnir verða raktir av hesi blokadu. Hetta hevur við sær, at bilarnir hjá IRF í Norð- oyggjum eru fullir av ruski, og eisini bingjurnar í Norð- oyggjum eru fullar. Tí er bingjupláss í grótbrotinum stongt, og tikið verður ikki ímóti meira ruski. Fólk verða tí sjálvi noydd at goyma húsarhaldsruski komandi dagarnar, tí ruskposarnir verða ikki heintaðir. Eisini virki mugu goyma sítt burtkast til blokadan er av. IRF givið at savna rusk í Norðoyggjum Allar ruskbingjurnar í Norðoyggjum eru á tremur, og norðoyingar sleppa ikki av við ruski, tí arbeiðsfólk blokera í Lorvík Konsertin við svenska gospelbólkinum, Jer- usalem, er avlýst, tí verkfallið órógvar flogferðslu og flutn- ing AVLÝSING Eyðun Klakstein Verkfallið hevur nú fingið avleiðingar fyri størstu gospelkonsertina í Føroy- um í langa tíð. Æltanin var, at svenski gospelrockbólkurin, Jer- usalem, skuldi spæla í ítróttarhøllini í Runavík komandi leygarkvøld, men hendan konsertin er nú avlýst. Adore Music, sum skuldi skipa fyri konsertini, held- ur, at óvissan um flog- ferðslu og flutning er so stór, at teir ikki tora at gjøgnumføra konsertina. – Flogferðslan er rakt av verkfallinum, og tí kann Jerusalem ikki fáa síni ljóðføri yil Føroya. Har- afturat er rættiliga óvist, um vit kunnu flyta ljóð- annleggið úr Havn til Runavíkar, nú blokada er í Kollafirði, sigur Eyðun Jacobsen frá Adore Music. Óvist um teir koma seinni Jerusalem er ein av fremstu gospelbólkunum í Europa, og tí var lagt upp til eina stóra konsert. – Tað er sera spell, at vit mugu avlýsa konsertina, tí vit ætlaðu at hava eina konsert á høgum stigi. Men vit tora ikki at satsa uppá, at tað skal eydnast, soleiðis sum støðan er í løtuni, sigur Eyðun Jacobsen. Enn er ikki avgjørt, um Jerusalemn kemur til Føroya seinni, men Adore Music vónar, at hetta fer at lata seg gera. Gospelbrakið avlýst Nýggir sendarar og størri sendistyrki skulu tryggja betri góðsku og meiri umfatandi sendinet hjá Rás 2 RÁS 2 Eyðun Klakstein Rás 2 fer komandi tíðina at betra um sendinetið hjá sær. Útvarpsrásin hevur søkt um loyvi at senda við størri styrki, og eisini skulu nýggir sendarar set- ast upp. Antennan í Havn skal flytast á Húsareyn, so høvuðsstaðarøkið fær betri signal. Harvið verð- ur signalið til restina av Føroyum eisini betri. Nýggjur sendari skal setast upp á Hestinum, so Suðuroyggin fer at hoyra Rás 2 betri. Í løtuni hoyrir partur av Suðuroy rásina. Vestmenningar keypt repeatara Í Vestmanna hava nøkur virki tikið seg saman um at keypa ein repeatara, so allur býurin fer at hoyra Rás 2 betri. – Tað er ikki trupult at syrgja fyri sendineti til 80% av fólkinum, men tað er sera kostnaðar- mikið at fáa sendingarnar út til seinastu 20 pros- entini, sigur Petur Jac- obsen, stjóri á Rás 2. Tí kemur tað væl við hjá rásini, at fólk og virki eru við til at útbyggja netið, soleiðis sum vest- menningar hava gjørt. Rás 2 sigur seg verða sinnað at hjálpa øðrum, um tey hava líknandi ætlanir. Rás 2 hevur søkt um loyvi at sleppa at senda við 1 kilowatti, og um hetta loyvi fæst til vega, fer tað at bøta munandi um góðskuna á send- ingunum hjá rásini. Rás 2 betrar sendinetið Hol skal setast á kjakið um, hvussu ábyrgd og skyldur skulu býtast millum tað almenna og framtíðar arbeiðsmarknaðin. Tað heldur Tjóðveldisflokkurin, sum tekur evnini upp á almennari hoyring í Norðurlandahúsinum ARBEIÐSMARKNAÐUR John Johannessen Samstarvið millum ymsu feløgini á arbeiðsmarknað- inum er í sorli, verkfall er og viðurskiftini hjá teimum tímaløntu á privata arbeiðs- marknaðinum eru ruðu- leikakend. Hetta er dagsins støða á føroyska arbeiðsmarknað- inum, sum Tjóðveldis- flokkurin ynskir at seta undir lupp á almennari hoyring í Norðurlandahús- inum komandi mikukvøld. Ábyrgd og skyldur Tjóðveldisflokkurin heldur tað tykjast sum, at politiska skipanin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki hava tikið eina greiða støðu til, hvussu ábyrgd og skyld- ur skulu býtast á framtíðar føroyska arbeiðsmarknað- inum. Men fyri at seta hol á kjakið um hetta, hevur Tjóðveldisflokkurin boðið umboðum fyri arbeiðs- marknaðin, umboðum fyri arbeiðsgevarum og politik- arum til almenna hoyring, har støða millum annað skal takast til fimm spurn- ingar, ið viðvíkja hesum evni. Spurningarnir eru hesir: – Hvønn leiklut fáa før- oysku fakfeløgini í framtíð- ini? – Hvørjar uppgávur og skyldur hava partarnir á ar- beiðsmarknaðinum á eftir- lønarøkinum, og hvørjar uppgávur hevur politiska skipanin? – Hvussu skulu vit skipa føroyskar arbeiðsmarknað- arútbúgvingar og eftirút- búgvingar? – Hvussu kann eitt gott arbeiðsumhvørvi gerast ein náttúrligur partur av øllum vinnuligum virksemi? – Hvat kunnu vit í Føroy- um læra av royndunum av arbeiðsmarknaðarpolitikki num í øðrum londum og í hvørjum førum er best, at vit gera okkara egnu roynd- ir? Fleiri skyldur Tjóðveldisflokkurin vísir á, at gongdin í grannalondum okkara seinastu árini hevur verið, at alsamt fleiri skyld- ur og uppgávur verða flutt- ar frá almennu myndug- leikunum út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Sum dømi verða nevnd eftirløn- artryggingar, eftirútbúgv- ingar av starvsfólki og verkætlanir viðvíkjandi betri arbeiðsumhvørvi. Hesa gongdina sær Tjóð- veldisflokkurin aftur í Før- oyum. Hann vísir millum annað á, at ALS er skipað sum partur av arbeiðs- marknaðinum, og at tann júst samtykti barnsburðar- grunnurin er ein arbeiðs- marknaðarfyriskipan. Men samstundis vísir flokkurin á, at tað tó ikki tykist, sum at poltitiska skipanin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava tikið eina greiða støðu til, hvussu ábyrgd og skyldur skulu býtast teirra millum. Politikarar spyrja Almenna hoyringin um ar- beiðsmarknaðin verður sett í Norðurlandahúsinum klokkan hálvgum átta mikukvøldið. Pallborðið verður mannað við Gunn- leivi Dalsgarð, formanni fyri Starvsmannafelagið, Ingeborg Winther, for- kvinnu fyri Føroya Arbeið- arafelag, Elsu Birgittu Petersen, forkvinnu fyri Føroya Lærarafelag, Jan Mortensen, stjóra fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og Tummas Magnussen, deildarstjóra á lønardeildini hjá Fíggjarmálastýrinum. Umframt hesi luttaka Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, og Jóannes Eidesgaard, for- maður Javnaðarfloksins á fundinum. Hesir báðir fáa ein eitt sindur ørðvísi leik- lut, enn vit vanliga síggja teir í. Teir skulu nevniliga sita og spyrja pallborðið ymsar spurningar, ið við- víkja hesum evnum. Kort- ini fáa teir eisini møguleika at koma við egnum við- merkingum. Arbeiðsmaknaðurin til hoyringar Verkamaðurin verður høvuðsevnið á almennari hoyring um arbeiðsmarknaðin, sum Tjóðveldisflokkurin skipar fyri í Norðurlandahúsinum mikukvøldið