Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 190 - 2. oktober 2007 Fuglafjarðar býráð hevur gjørt av at taka upp vinarbýarsamband við Húsavík í Íslandi Kommunu­ samstarv Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Síðani 1973 hevur Fugla­ fjørður havt vinarbýar­ samband við íslendska býin Selfoss. Hetta samband hevur tó bert verið óform­ ligt, og eftir fleiri mis­ eydnaðar royndir at fáa sambandið formliga skipað samtykti býráðið í Fugla­ firði í síðstu viku av at fáa samband við annan bý í Íslandi. Valið fall á Húsavík, sum er í Norðurting kommunu á norðureysturlandinum. Samband hevur verið mill­ um tær báðar kommunurnar fleiri ferðir, og seinasta summar vóru fuglfirðingar í Húsavík og kunnaðu seg um umstøðurnar har. Tað var heldur ikki av tilvild, at fuglfirðingar valdu júst Húsavík, tí eins og Fuglafjørður er Húsavík vinarbýur hjá Aalborg í Danmark. Húsavík var sjálvstøðug kommuna, men er nú partur av Norðurting kommunu (Mynd Norðurting kommuna) Fuglafjørður skiftir vinarbý í Íslandi Tinghellan ruddast Nú skal Tinghellan við Skálafjørð ruddast. Tinghellan hevur verið brúkt at goyma gamalt jarn á, men nú er ætlanin at beina tað burtur og at rudda økið. Tað er Nes­ og Runavíkar Kommunu sum skulu samstarva um at rudda økið og skulu betala hvør sín part av útreiðslunum. Áður hava kommunurnar báðar ruddað ruskplássið á Fossdali Felagsliðið fær ikki meiri stuðul Miðvingar eru ikki sinnaðir at lata felags­fótbóltsfelagnum í Vágum, hægri stuðul. FS Vágar­04 hevur søkt Miðvágs Kommunu um størri peningaligan stuðul til virksemi. Felagið heldur, at tað er órímiligt, at Miðvágs Kommuna bara stuðlar FS­ Vágum­04 við 25.000 krónum í ár, samstundis sum kommunan letur MB fýra ferðir so nógvan stuðul. Felagið hevði eisini roynt at fáa Sandavágs Kommunu, at stuðla meir, men tað vildi kommunan ikki, tí frammanundan læt hon meiri enn Miðvágur. Men tað hjálpti onki, tí Miðvágs Kommuna er ikki sinnað at lata felagsliðnum hægri stuðul, varð samtykt á bygdaráðsfundi mikukvøldið. Fíggjarkreppan, sum er orsakað av amerikanska bústaðarmarkn­ aðinum, fær nú fleiri av stóru bankunum í heiminum at avdúka, hvussu umfatandi sonevnda subprime­kreppan í veruleikanum er. Eisini danskir bankar merkja kreppuna, sum kann fara at hava ávirkan á botnlinjuna BanKaKrEPPa Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fleiri av stórbankunum hava merkt kreppuna, eisini danskir bankar. Hetta hóast teir donsku bankarnir ikki eru serliga útsettir og ikki veita sonevnd kreativ obligatiónslán, veit Børsen at siga. ­ Upp á styttri sikt fara inntøkurnar at falla, tí kre­ dittkreppan minkar um keypshugan hjá fólki. Eisini verður talan um kurstap upp á partabrøv og oblika­ tiónir hjá bankunum, sigur Torsten Bech, analytikari hjá LD Markets við blaðið. Eisini tann í Føroyum kendi analytikarin, Bjarne Jensen, heldur, at tilsøgnin hjá Danske Bank til serlig íleggingarfeløg upp á til­ samans 61 milliardir, er við til at økja um ótrygdina. Bankin hevur verið alt ov afturlatin, og Bjarne Jensen finst at, at bert ein útvaldur skari av stóríleggjarum hevur fingið at vita um støðuna. ­ Líka dugnaligir, sum teir fyrr hava verið at upplýsa, líka illa koma teir frá hesum. Slíkum ber ikki til at koma við á einum afturlatnum fundi. Slíkt má út til almenningin, sigur Bjarne Jensen í Børsen Álit á størri bankar Bjarne Jensen avvísir, at stóru subprime­tapini í bankum sum Citigroup, UBS og Deutsche Bank merkja, at ein altjóða kreppa er á veg. ­ Einki tekin eru um eina størri bankakreppu. Bank­ arnir eru væl fyri við einum solvensi omanfyri tað, sum lógin krevur. Teir hava spart saman til slíkar støður, sigur analytikarin. Í gjár legði Citigroup fram eitt tap upp á 17,3 milliardir krónur orsakaðar av fíggjarkreppuni, og hes­ um løntu íleggjarar við munandi kursvøkstri allan dagin. Sambært Bjarne Jensen er tað eisini upp á tíðina, at bankarnir verða meiri opnir. ­ Tað er upp á tíðina, at teir melda út. Teir hava verið ógvuliga friðarligir, men bankarnir kunnu ikki sita kúrrir, tí tað eru kundar og partabrævaeigarar, sum krevja svar, sigur Bjarne Jensen við Børsen. Tapini hjá bankunum fáa kortini kundar at hugsa seg um. Bjarne Jensen heldur, at fíggjarkreppan hevur merkt, at kundarnir í fram­ tíðini fara at helda seg meiri til teir størru bankarnar, tí teir hava størri álit á, at hesir kunnu standa ímóti, um bankaverðin av álvara rapar. Kreppa kostar bankum dýrt Bjarne Jensen, bankaanalytikari