Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 190 - 2. oktober 2007 Sparingar á bygd Eftir fíggjarlógaruppskotinum hjá grønlendska landsstýrinum er ætlanin at skarva einar 15 mió. krónur av játtanini til húsa- og íbúðarbygging í teimum smáu bygdunum næsta ár. Tað hóvar ikki felagnum hjá bygdunum. Formaðurin, Jens Meeraq Lyberth, sigur við útvarpið í Nuuk, at tað tykist, sum at politikararnir vilja hava fólkið av flyta úr bygdunum til býirnar, og at teir fegnast um tað, hvørja ferð eitt húski flytir úr einari bygd til ein bý. Óbroytt í Íslandi Tað hevði næstan ikki fingið nakrar avleiðingar, um altingsval hevði verið í Íslandi nú, tí sambært einari kanning hevði úrslitið verið at kalla tað sama sum á valinum fyrr í ár. Einasta broytingin hevði verið, at Sjálfstæðis- flokkurin og Frælslynti flokkurin høvdu fingið eitt prosent afturat, og at Samfylkingin hevði mist tvey prosent. Sama kanning vísir, at íslendingar eru yvirhøvur væl nøgdir við avrikini hjá stjórnini og ráðharrunum higartil. - Tað, sum ger meg mest vónbrotnan í hesum virksemi, er, at tær almennu Føroyar ikki taka eina avgerð um, hvør ætlanin er við hesum partinum av landbúnaðinum í Føroyum. Viður- skiftini rundan um slátur og viðgerð av føroyskum kjøti í síni heild eru ov tilvildarlig, sigur Alberg Gaardlykke AG-Kjøt Gevst Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo AG-Kjøt, sum Alberg Gaardlykke á Nesi hevur átt í fimm ár, hevur flett seyð fyri bøndur um heyst- arnar og hevur skorið og pakkað neytafjórðingar fyri bøndur gjøgnum alt árið. - Eg havi havt frí úr arbeiði um heystarnar, tá flettingin hevur verið fyri, men flestu neytini eru skor- in eftir arbeiðstíð um kvøld- arnar og leygardagar. Nú eg havi fingið leiðarastarv hjá Krás í Hósvík, røkkur tíðin ikki til. Tí havi eg gjørt av at gevast og havi selt alla útgerðina til Haraldssund, sum nú tekur virksemi, ið eg havi havt, upp har norð- uri, sigur slaktarin, Alberg Gaardlykke. 2000 seyðir Í fjør heyst fletti AG-Kjøt tilsamans 2000 seyðir, og tað var met hjá virkinum. - Vit byrjaðu fyri við 400 seyðum tað fyrsta árið, men flettingin vaks alla tíðina, til vit í fjør flettu størsta talið, vit komu upp á hesi fýra árini. Men AG-Kjøt hevur ikki bara flett seyð um heystarn- ar. - Vit hava eisini skorið og pakkað neytafjórðingar fyri bøndur í fimm ár, og neytini hava seinnu árini ligið mill- um 260 og 270 um árið. Sosialurin var inni á gólv- inum hjá AG-Kjøti seinasta fríggjadag, tá tey skóru og pakkaðu seinastu neyta- fjórðingarnar, nú Alberg hevur gjørt av at selja alt virksemi. - Síðsta vika var ein stór vika hjá okkum. Tá skóru og pakkaðu vit tilsamans 126 neytafjórðingar - eftir arbeiðstíð, sigur hann. Vanliga hevur hann havt tvey fólk aftrat sær, men tá ið mest hevur verið at gjørt, sum í síðstu viku, vóru tey fýra aftrat Albergi sjálvum. Alberg er útbúgvin slakt- ari. Hann byrjaði at læra hjá Eysturoyar Heilsølu, men endaði læruna hjá táverandi MBM-Kjøti í Hósvík, har hann nú aftur er í føstum starvi hjá Krás og hevur eini 10-12 fólk undir sær sum leiðari. Hann sigur, at mest er at skera við neytum um heyst- arnar og út í februar. - Tí hava heystini mang- an verið rokalig við nógv- um seyði til flettingar og bøndrum, sum vilja hava síni neyt skorin og pakkað. Alberg sigur, at AG-Kjøt hevur fingið neyt at skera úr øllum landinum - ja, heilt úr Trøllanesi í norði, Bø í vestri og til Sumba í suðri. - Seyðurin er hinvegin komu úr økjum, har koyr- andi er, leggur hann aftrat. Angrar og ikki Vit spurdu eisini Alberg Gaardlykke, um hann kanska fer at angra søluna av virkseminum, sum hann hevur havt seinastu 5 árini. - Tað vildi verið undarligt, um eg segði, at eg longu angraði, men sjálvandi eri eg givin við blandaðum kenslum. Seinastu árini havi eg skorið neytini í leig- aðum hølum niðri í Oyrunum á Toftum, men nú eg bygdi mær egin hús, riggaði eg meg til í mínum egna kjallara, har øll útgerðin til skurð og pakk- ing stóð uppi. Alberg sigur, at tá hann mánakvøldið var norðuri í Haraldsundi og legði nýggju eigarunum lag á, dámdi honum væl at fáast við fletting aftur. - Jú, hetta var ein deilig løta, og hvør veit, um eg ikki fari onkran túr norður aftur, nú fjøllini standa fyri, sigur hann. Óskipaði viðurskifti Nú Alberg Gaardlykke bæði hevur arbeitt hjá MBM-Kjøti, hevur havt egið virkið, og nú aftur er í starvi hjá Krás í Hósvík, er lítið at ivast í, at maðurin veit, hvat hann tosar um. - Tað, sum ger meg mest vónbrotnan í øllum hesum virksemi, er, at tær almennu Føroyar ikki taka nakra avgerð um, hvør ætlanin er við hesum partinum av landbúnaðinum í Føroyum. Hann heldur, at viður- skiftini rundan um slátur og viðgerð av føroyskum kjøti í síni heild eru ov tilvildar- lig. - Matvørulógin hevur sín- ar ásetingar, men mær vit- andi finst eingin kunngerð, sum sigur, hvussu eitt før- oyskt sláturhús skal síggja út. Tú kanst einki gera, tú kanst gera okkurt - og við- hvørt er líkt til, at tú kanst gera alt, sum hann tekur til. Alberg spyr, hví eitt virkið sum MBM-Kjøt í sínari tíð skuldi noyðast at ganga undir øll møgulig krøv, samstundis sum kjøt frá bøndrum, ið ikki lúka somu krøv, kundi liggja í diskunum við síðuna av kjøti hjá táverandi og ein- asta góðkenda sláturvirki í Føroyum. - Á MBM-Kjøti noyddust vit at gera miljóna íløgur fyri at kunna drepa kríatúr og pakka kjøt undir skipað- um og góðkendum viður- skiftum, samstundis sum onkur annar bóndi slapp at selja sínar vørur undir liðini á okkara vørum - uttan góðkenning. Alberg Gaardlykke heldur, at skal skil fáast á hendan partin av føroyska landbúnaðinum, er neyðugt, at politiskir myndugleikar og heilsumyndugleikar gera greiðar linjur um, hvussu fram skal farast. AG-Kjøt gevst at skera og fletta Manningin hjá AG-Kjøti seinasta dagin, virksemi var á virkinum, f.v.: Dávur Emil Gaardlykke, Alberg Gaardlykke, Beinta K. Jacobsen, Hans Dávid Sólsker og Astrid Gaardlykke Mynd: Vilmund Jacobsen Hans David Sólsker sker neytakjøt, sum verður pakkað til bøndurnar, ið eiga neytini. Nú er hetta virksemið hjá AG-Kjøti hildið uppat Mynd: Beinta K. Jacobsen