Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 190 - 2. oktober 2007 Gott fíggjarlógaruppskot Stjórarnir í teimum grønlendsku bankunum eru væl nøgdir við fíggjarlógaruppskotið fyri 2008, sum landsstýrið legði fram í dag. Henrik Kragh-Madsen í Sparbank Grønland er serliga fegin um, at landsstýrið leggur størri dent á útbúgving og samferðslukervið. Starvsfelagi hansara í Grønlandsbankanum, Martin Kviesgaard, sigur við KNR, at hóast uppskotið hevur 300 mió. krónur í halli, so er tað rætt at játta meiri til útbúgving og vatnorku. Nógv ferðamannaskip Næstan 80 útlendsk ferðamannaskip hava lagt at í Íslandi í summar, og tað er tað mesta nakrantíð. Umleið 60.000 ferðafólk vóru við skipunum, og tað er umleið 5.000 meiri enn í fjør, sum var metár frammanundan. Íslendska ferðsvinnan væntar, at í 2009 koma umleið 70.000 ferðafólk á vitjan við teimum stóru skipunum. Ein kanning nýliga vísti, at tey útlendsku ferðafólkini leggja umleið 500 krónur eftir seg í part, tá tey fara í land í Íslandi. Jákup Jacobsen í Haraldsundi hevur keypt alla útgerðina hjá AG- Kjøti á Nesi, og longu mánakvøldið vórðu tey fyrstu 32 lombini flett á nýggja virkinum Nýtt virki Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Hetta er alt komið so knappliga, og seinastu dag- arnar hava vit arbeitt at kalla bæði dag og nátt fyri at verða klárir til heyst- fjøllini. Tað sigur Jákup Jacobsen í Haraldsundi, sum herfyri keypti alla útgerðina hjá AG-Kjøti á Nesi. Bróðir Jákup, Andrass Jacobsen, eigur ein hampi- liga stóran bygning á havna- lagnum í Haraldsundi. Hes- in er 20 x 8 metrar stórur og er útleigaður til Bjarna Kass, útgerðarmann. - Vit hava leigað okkum inn í bygningin, sum verður skildur sundur í tvey, soleiðis at Sláturmiðstøðin verður øðrumegin og Bjarni Kass hinumegin. Fyrstu lombini Seinastu dagarnar og næt- urnar hevur dúgliga verið arbeitt við at rigga hølini í Haraldsundi til, eins og útgerðin til flettingina er flutt av Nesi og sett upp. Rør eru løgd, nógv er málað, og bygningurin hev- ur eisini fingið wc og skriv- stovu. - Eg havi havt gott fólk til hjálpar í øllum, sum gjørt er hesar seinastu dagarnar, og drívmegin aftanfyri hev- ur verið Tróndur Petersen, ið er maðurin, sum kemur at dríva Sláturmiðstøðina fyri meg, sigur Jákup Jacobsen. Hann leggur aftrat, at Tróndur dugir til alt, og soleiðis hevur hann verið honum ein stór hjálp í fyrireikingunum til byrjan- ina í Haraldsundi. - Alberg Gaardlykke, sum seldi mær alla útgerðina, bæði til fletting og skering og pakking av neytum, hevur verið mær góður í ráðum og hevur soleiðis víst okkum á, hvussu vit best settu flettingarlinjuna upp. Jákup sigur, at mána- kvøldið kundi Sláturmið- støðin fletta tey fyrstu lomb- ini. - Alberg og Jóhan Dávur, ið hava royndir við amboð- unum, komu norður at leggja okkum lag á, og eg eri rættiliga ovfarin av, hvussu skjótt tað var at fletta hesar 32 seyðirnar. Hann sigur, at AG-Kjøt, sum Alberg hevur rikið seinastu árini, fletti 2000 seyðir í fjør heyst, og nú flettingin aftur stendur fyri, miðjar hann eftir at fletta umleið helmingin av hesum á Sláturmiðstøðini. - Eg dugi longu nú at síggja, at skulu vit fletta einar 100-150 seyðir í ein dag, skulu vit helst verða einir fimm mans. Hann ivast onga løtu í, at tá ið fólkið, sum hann væntandi fær at fletta við sær, er komið í venjing, fer hetta at ganga heilt skjótt. Stórur áhugi - Eg havi røktað ein haga í 26 ár, og eg havi gingið á fjalli, síðan eg var smá- drongur. Eg havi flett nógv á vanligan hátt, men havi ongantíð flett eftir eini slíkari skipan sum hesari. Hetta er alt spildurnýtt í mínari verð, sigur Jákup. Hann vísir á, at áhugin í Haraldsundi og har um vegir er ógvuliga stórur fyri hesum nýggja virksemi. - Her hevur nógv fólk verið inni á gólvinum, og áhugin og forvitni eru sum vera man stórt. Jákup sigur, at so skjótt heystfjøllini eru gingin, og flettingin er av, fara teir undir at seta útgerðina til neytini upp. - Alberg drap og fletti ikki neytini fyri bøndurnar. Hann skar og pakkaði. Vit ætla okkum eisini at heinta neytini hjá bøndrunum og levera teimum vøruna aftur í pakkum og eskjum, sigur hann. Hvørki Jákup ella Trónd- ur eiga seyð sjálvir, men Tróndur hevur fingist nógv við at hjálpt bøndrum við seyði og neytum. - Soleiðis stendur Trónd- ur ikki á berum, nú vit fara í gongd á Sláturmiðstøðini í Haraldsundi, sigur Jákup Jacobsen. Sláturmiðstøðin hevur flett fyrstu lombini í Haraldsundi Jákup Jacobsen eigur Sláturmiðstøðina, sum nú er farin í gongd í Haraldsundi. Her er hann staddur inni á gólvinum hjá AG-Kjøti á Toftum, sum hevur selt honum alla útgerðina Mynd: Vilmund Jacobsen