týsdagur 2. oktober 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 190 - 2. oktober 2007
Sosialurin
Clintonvitjan og
hvat so!
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Mong eru tey, ið eru løtt um hjartað, nú tað eydn-
aðist at fáa Bill Clinton væl og virðiliga niður og
uppaftur av flogvøllinum í Vágum. Tá tað bráddliga
gjørdist grátt og myrkt í Vágum mánamorgunin
mundu mong fáa klump í hálsin. Skuldi tað nú fyri
aðru ferð miseydnast at fáa Clinton til Føroya!
Alt gekk tíbetur sum fótur í hosu, og tað eiga øll,
ið hava havt við hesa vitjan at gera, rós fyri. Tað
kann geva umheiminum eina kenslu og fatan av,
at sjálvt úti í tí fjarskotna og veðurbarda Atlants-
havi fungera tingini. Kanska hetta kann fáa onn-
ur kend og týðandi fólk at leita henda vegin.
Fyri ikki at tosa um ráðstevnur og toppfundir á
altjóða støði. Kanska vit kunnu siga, at við hesi
væleydnaðu vitjan, eru lunnar lagdir undir einum
Føroyum sum framtíðar verti fyri fundum og ráð-
stevnum á altjóða stigi. Og tá eru umstøðurnar
altavgerandi. Skiftandi veður mugu vit liva við.
Men at vit fáa útbygt fasilitetir í landinum, sum
kunnu bjóða ráðstevnum og toppfundum henda
vegin er alfa og omega. Vit kunnu tí fegnast um, at
Norðurlandahúsið verður útbygt til nettupp at hýsa
slíkum, og at vit hava fingið gistingarhús á altjóða
støði.
Tá hetta er sagt mugu vit ikki gloyma, at Clinton-
vitjanin snýr seg ikki bara um at seta Føroyar á
heimskortið. Hon snýr seg eins nógv um at fáa
okkum at lurta eftir teimum signalum hesin klóki
og royndi heimsmaðurin sendir okkum á okkara
trappusteini.
Føroyar mugu gerast ein meira virkin partur av
heimssamfelagnum eitt nú við at geva okkara íkast
til stríðið móti fátækradømi, Aids og fyri einum
grønari/umhvørvisvinarligari samfelag. Tað er m.a.
við hesum boðskapi, at Clinton kemur til okkara.
Um somu tíð mugu vit eisini lata okkum meira upp
fyri tí, sum humanistiski og globali Clinton stendur
fyri, nevniliga einum meira sosialum og tolerantum
hugburði, har vit góðtaka tey, sum eru øðrvísi og
ikki sum fleirtalið. Vit mugu eisini ásanna, at vit
kunnu ikki isolera okkum. Vit noyðast at gerast
partur av heimsssamfelagnum og taka við teimum
ábyrgdum hetta inniber. Og tað gera vit ikki í dag.
Vit taka ikki globala ábyrgd. Ikki fyrr enn nú hava
vit tikið eitt fyrsta stigið við Kyoto.
Vónandi hava stigtakararnir til hesa vitjan eisini
gjørt sær greitt, at talan er ikki bara um at fáa
okkum á heimskortið men so sanniliga eisini at
fáa globaliseringini inn um okkara egnu dyr. Ikki
bara tí vinnulígu men eisini ta humanistisku og
menniskjansligu globaliseringina, sum byggir á
forstáilsi, virðing og samstarv og á viljan at geva
og hjálpa. Her hava vit enn nógv at læra. At vit
eru errin av okkara landi og fegin síggja umheimin
vísa okkum ans og áhuga og fáa kendar persónar
sum Clinton at kenna seg væl her, er eisini ein
náttúrligur partur av øllum hesum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Leiðsla Landssjúkrahúsins
harmast um, at Dimma
lætting velur ikki at geva
føroyska sjúkrahúsverki
num møguleika at svara
upp á tær álvarsligu
atfinningar, ið førdar hava
verið fram í blaðnum
seinastu dagarnar.
Dimmalætting hevur
seinastu dagarnar prentað
fyrstu greinarnar í einari
greinarøð, sum sambært
blaðnum skal kasta ljós á
»føroyska sjúkrahúsverkið,
tá ið hetta hevur víst seg
frá sínu ringastu síðu«.
Hetta er eitt sera álvarsligt
evni, og vit, ið varða av tí
parti av føroyska
sjúkrahúsverkinum, sum
hoyrir undir Landssjúkra
húsið, halda tað vera gagn
ligt, at ljós verður varpað á
møguligar trupulleikar og
óhepnar mannagongdir í
føroyska sjúkrahúsverki
num. Opið kjak um hetta
evni er ein avgerandi fyri
treyt fyri, at føroyska
sjúkrahúsverkið kann
mennast, øllum føroying
um at frama. Tí harmast vit
samstundis stórliga um, at
Dimmalætting ikki velur at
kasta ljós á evnið á ein
opnan og sakligan hátt.
Heldur enn at lýsa
málini frá fleiri síðum og
skapa eina heildarmynd,
velur Dimmalætting bert at
brúka ein ljóskastara, og
ikki geva føroyska sjúkra
húsverkinum møguleika at
svara upp á tær álvarsligu
atfinningar, sum verða
førdar fram.
Við hesum arbeiðshátti
skaðar Dimmalætting
meira enn hon ger gagn, tí
slík einsporað viðgerð ber
altíð í sær, at fólk kenna
seg forfylgd og tískil fara
upp á bakbeinini heldur
enn inn í eitt mennandi
kjak um møguligar trupul
leikar og óhepnar manna
gongdir, ið ljós annars
mátti verið varpað á.
Í evsta føri fremur blaðið
við hesum arbeiðshátti
eisini brot á sítt egna
redaktionella grundstøði,
sum millum annað sigur:
»Sum týdningarmikil
partur í samfelagnum eiga
fjølmiðlarnir leiklutin sum
amboðið, ið kunnar, fremur
kjak og viðger samfelagið
við kritiskum eygum.
Fjølmiðlarnir hava tí eina
serliga ábyrgd fyri, at øll
viðkomandi sjónarmið
sleppa framat.« (kelda:
http://pf.dimma.fo)
Vit í leiðsluni á Lands
sjúkrahúsinum ivast
stórliga í, um Dimmalætt
ing, við tí sum higartil er
prentað av greinarøðini um
føroyska sjúkrahúsverkið,
hevur megnað at røkt sína
ábrygd sum ein av landsins
størstu tíðindamiðlum, tá
hon ikki loyvir føroyska
sjúkrahúsverkinum at
koma til orðanna at svara
álvarsligum atfinningum.
Vit hava verið í beinleiðis
sambandi við leiðsluna á
Dimmalætting í eini roynd
at gera vart við óhepnu
støðuna, men áheitanin
varð ikki gingin okkum á
møti. At lata Landssjúkra
húsið koma til orðana í
greinunum passaði ikki inn
í strategi Dimmalættingar,
var grundgevingin.
Tað undrar okkum
almikið, tá Dimmalætting í
oddagrein, áðrenn umtal
aða greinarøðin yvirhøvur
er byrjað, leggur starvsfólk
á Landsinssjúkrahúsum
undir skýmaskotavirksemi
og staðfestir at: »Tað
óhugnaliga í hesum er, at
tá til stykkis kemur, hevur
eingin ábyrgdina, øll
sleppa sær undan, og trup
ult er at hanga álvarsligu
tilburðirnar á ávísan
knabba. Innan sjúkrahús
heimin halda øll hondina
yvir hvørjum øðrum.«, so
er ikki sørt at vit sum
ábyrgdarhavandi á Lands
sjúkrahúsinum ivast eitt
sindur í, um Dimmalætting
yvirhøvur vil fremja eitt
opið og konstruktivt kjak
um føroyska sjúkrahús
verkið, ella um ”strategiin”
er ein onnur.
Vit hava ikki eitt lýta
leyst sjúkrahúsverk og
lýtaleyst er Landssjúkra
húsið heldur ikki. Men vit
halda, at tað má vera í
áhugamálinum hjá almenn
inginum, at Landssjúkra
húsið eisini fær síni sjónar
mið fram, so lesarin ikki
situr eftir við varðhuganum
av, at føroyska sjúkrahús
verkið ikki virkar. Tí tað
ger tað hvønn dag, alt
døgnið, alt árið.
Sjúkrahúsverkið hevur
gott av kritikki og vit vilja
eggja fólki at kæra, um tey
meta seg hava fingið eina
vánaliga tænastu. Tað er á
henda hátt, at tað ber til hjá
sjúkrahúsverkinum, at fáa
gjørt nakað við tað. Lands
sjúkrahúsið upplýsir um
kærumøguleikar
í kunningarfaldarum og
heimasíðu, og í nógvum
førum fáa fólk eisini
munnliga at vita um
kærumøguleikarnar.
Í teimum ítøkuligu dømu
num, sum hava verið
frammi í Dimmalætting í
seinastuni, er talan um sera
óhepnar hendingar, har
nógv í sjúklingagongdini
er gingið illa. Dømini, sum
hava verið frammi, eru
syrgilig og tað eru eisini
onnur dømir, sum kundu
verið tikin fram í eini
gjøgnumgongd av óhepn
um tilburðum. Tilburðir, ið
ikki skulu forsvarast, men
sum geva høvi til sjálvrann
sóknan. Hetta er tíbetur
ikki tað, sum sjúklingurin
vanliga er úti fyri. Tað má
ikki valda ivi um, at vit,
sum varða av Landssjúkr
ahúsinum, taka einhvønn
tilburð í stórum álvara og
gera tað, sum til ber, fyri at
lært verður av hesum
hendingum so hesar ikki
skulu koma fyri aftur.
28. september 2007
Sjúkrahúsleiðslan á
Landssjúkrahúsinum
Allan Skaalum,
sjúkrahússtjóri
Tummas í Garði,
læknastjóri
Marin Vang,
sjúkrarøktarstjóri
Harmast tíðindaflutning í Dimmalætting
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.