Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 2. oktober 2007 13 viðmerkingar Greið útmelding frá Tjóð­ veldinum um javnstøðu og kvinnur í politikki Javnstøða og javnrættur er eitt grundvirði í tjóðveld­ ishugsjónini. Javnstøða og javnrættur millum tjóðir er óloysiliga samantengt við stríðið fyri javnstøðu og javnrætti millum allar samfelagsborgarar – og sjálvsagt millum menn og kvinnur. Tað snýr seg um sama rætt og frælsi at virka, velja og verða vird í heiminum. Tjóðveldi hevur altíð havt sterkar og virknar kvinnur í flokkinum og í politikki. Tað er fremsta orsøkin til, at stríðið fyri javnstøðu hevur verið so ovarlaga á dagsskránni. Bæði í flokkinum sjálvum og í eini røð av øðrum felagsskapum og samskip­ anum, hava tjóðveldis­ kvinnur verið oddafólk. Tað hevur eisini skapt grundarlag, siðvenjur og rúmd í flokkinum fyri fleiri kvinnum. Hetta valskeiðið hava tildømis 6 ymiskar kvinnur úr Tjóðveldinum havt sæti á tingi – altso umframt tær tingvaldu, hava 4 aðrar kvinnur verið inni sum næsta fólk á listanum, tá tingfólk hava verið í far­ loyvi. Tað hevur hóast alt verið ein glotti í syndarligu kvinnuumboðanini á tingi og í landsstýri. Tingkvinnurnar Heidi Petersen, Lisbeth L. Peter­ sen og Annita á Fríðriks­ mørk, tóku stig til fundir millum kvinnur í Útnorðri. Tær tóku somuleiðis stig til átakið við Demokratiu, ið hevur sett vantandi kvinnuumboðanina í landspolitikki so greitt á skránna – og nú ítøkiliga eftirlýsir atgerð frá flokkunum. Og Tjóðveldi kann greitt boða frá, at aðalstjórn floksins hevur góðkent: Í valstríði floksins verður jøvn umboðan og jøvn profilering av kvinnum og monnum. Skeið verða hildin fyri øllum valevnum um politiskt arbeiði, persónliga framløgu, fjølmiðlaupp­ traðkan v.m. Í landsstýri og í øðrum álitissessum, sum Tjóð­ veldi velur, verður jøvn umboðan av kvinnum og monnum. Tjóðveldi orðar og samtykkir ein javnstøðu­ politikk fyri alt samfelagið. (Fyrsta stigið er uppskotið um miðvísa gransking í javnstøðu og um ein al­ mennan javnstøðuportal, ið longu er lagt fram á ting). Javnstøða og Tjóðveldi Høgni Hoydal Nú má okkurt ítøkiligt gerast fyri økini uttan fyri miðstaðin og kakið um at avtaka økisum­ boðanina á tingi má steðgast her og nú. Meðan politikarar í miðøkinum – væl hjálptir at høvuðsstaðarpressuni – eru um at blíva samdir um at niðurleggja økis­ umboðanina á tingi – hevur Tórshavnar Ko­ mmuna einsamøll avgjørt at hækk íløgurnar í høvuðsstaðin við 100 milliónum krónum kom­ andi ár. Hóast landsstýrismað­ urin í fíggjarmálum hevur barst fyri at fáa eina tálming av almennu íløgunum, so hækkar Tórshavnar Kommuna á komandi fíggjarlóg íløg­ urnar úr 150 upp í 250 milliónir krónur. Til samanberingar kann sigast, at næst størsta kommuna í landinum hevur eina samlaða fíggjarlóg upp á einans 150 milliónir krón­ ur við høvdum og gøgnum ­ hetta er næstan helvtin av tí sum Heðin Mortensen brúkar í íløgum. Tað er fullkomiliga lát­ urligt at samstundis sum hetta hendir ­ sita politikarar í løgtinginum og tosa um at avtaka økisumboðanina á tingi. Sum formaður í lokal­ felag hjá Sambandsflokki­ num fari eg at heita á leiðslu floksins um at vakna og syrgja fyri, at hetta orðaskiftið steðgar – her og nú ­ til vit fáa greiða á, hvussu vit fáa gjørt nakað ítøkjuligt fyri at bøta upp á hendan fúla ójavna ­ sum so grelt er komin til sjóndar í dag. Eg fari eisini at spyrja hini lokalfløgini í landinum ­ um tey bara ætla at standa og hyggja, meðan borgarin uttan fyri miðøkið verður alt meira avskerdur frá at virka í framtíðar føroyska samfelagnum og vit uttan fyri miðøkið eftir øllum at døma bert skulu taka til takkar við molunum sum detta av borðinum hjá ovurfeitu høvuðsstaðar­ kapital­búkunum. Er tað veruliga so galið, at fólk kring um í Føroyum eru líkaglað, hvat poltikarar ­ sum eru valdir at umboða økini kring um í landinum gera. Eg kundi hugsað mær at fingið at vita ­ hvat eitt nú eysturoyar Sambandsfelag heldur um omanfyristand­ andi proplemstilling eins og hvat onnur lokalfeløg kring um í landinum halda. Skulu vit lata deyðsigl­ ararnar í tinginum sleppa at gera, sum teimum lystir ella skulu vit byggja land. Ein áheitan til deyðsiglarnar í løgtinginum Formaður í Norðoya Sambandsfelag JoHn William Joensen Nú ein dagin bað lands­ stýrismaðurin í almanna­ málum løgtingið um uttan fyri skránna at fáa viðgjørt málið um ókeypis vaccinatión móti influenzu av pension­ istum. Hóast tað er gleði­ ligt at nakað verður gjørt við málið nú, so undrar tað ikki sørt, at málið nústani kemur fyri, og at tað hevur tílíkan skund, at landsstýrismaðurin má biðja um at fáa tað viðgjørt uttan um skránna. Tað er nú eitt heilt ár síðani, at Eldraráðið í Tórshavn samtykti at heita á Tórshavnar Býráð um at skipa so fyri at fólkapensionistar í Tórs­ havnar Kommunu kunnu fáa ókeypis vaccinatión móti influenzu, sum gjørt verður í øðrum londum. Eldri fólk hoyra til ein av veiku bólkunum í samfelagnum, tá tað kemur til umfarssjúkur, og tí verður altíð mælt teimum til at lata seg vaccinera móti hesum sjúkum. Eldraráðið gjørdi sær sínar metingar av virði­ num av eini tílíkari skipan, og helt at um­ framt at geva teimum eldri eitt hægri lívsvirði, verður tað eisini sam­ felagsliga ein bíligari loysn, tá hugsað verður um tað ið spart verður á heilsuøkinum. Í okkara grannalondum, eitt nú í Danmark, verður mett at frá 40% til 60%, alt eftir hvar í landinum tey búgva, taka av tilboð­ num. Her hjá okkum taka læknarnir 250,­ krónur fyri hvørja vaccinatión. Verður roknað við at 4.000 pensionistar í Føroyum taka av tilboðnum, verða útreiðslurnar 1 millión krónur árliga. (Hvar er ein millión millum vinir). Hetta ljóðar ikki av nógvum, men kann spara eina útreiðslu hjá fólki, sum einans hava ta ússaligu pensiónina, okkara annars ríka samfelag letur. Pens­ ionistarnir hava ongan felagsskap, ið hevur tey vápn sum onnur fagfeløg hava, tí verður neyðugt at pension­ istarnir standa saman fyri at bøta um skeivleikarnar. Tað er ikki bara eitt hugnafelag okkum tørvar, men eina sam­ gonga, sum talar søk teirra eldru, og vil bøta um viðurskiftini teirra, við treytunum hjá teim­ um eldru sjálvum. Fólkapensiónin, sum frammanundan er alt ov lítil, hevur ikki verið regulerað í mong ár, og hvørja ferð fakfeløgini fáa ein lønarvøkstur, minkar virði á fólka­ pensiónini samsvarandi. Tí má tað vera eitt krav, at pensiónin hækkar við prísvøkstrinum, og at hon eisini hækkar samsvarandi við lønar­ vøkstrinum hjá fagfeløgunum. Eldraráðið í Tórshavn Tórshavn 1. oktober 2007 Ókeypis vaccinatión av fólkapensionistum Tað frøddi mítt oyra, tá ið tilmæli frá Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni, við ymsum praktiskum tilráðingum fólkaskúlanum at gagni herfyri varð borið fram í kringvarpinum. Serliga festi eg meg við, at hann mælti lærarum til at syngja meira við næmingunum. Men í tíðindasending í farnu viku, fekk hesin positivi og birtandi boðskapur frá okkara skúlamálaráðharra til sínar felagar í føriska skúlaheiminum so óblíða móttøku, at tað mátti undra og harma. At tey syngja nógv við børnunum á Velbastað eins og í smábarnaflokkum víða hvar, er onki at ivast í; men at nýta hetta hugnahøvið til at leggja landstýrismannin undir námsfrøðiligt hugsjónarloysi og draga tílíkt sum kommunalar hølistrupulleikar upp í hetta hansara ynski um m. a. at stuðla upp undir sangin í skúlanum, var skilaleyst, eins og lítið høpi var í hjá mínum gamla skúlanæmingi og bátsfelaga Páll Poulsen at buldra upp um, at nú skuldi mentamálaráðharrin koyrast frá, tí hann hevði orðað um tað henta í tí at duga sangir uttanat. Nógv sálarneyð hevur gjøgnum øldir staðist av, at børn, sum ikki høvdu næmi til tað, skuldu tvingast til at læra uttanat. Eri sjálvur sum ungur lærari komin framá, at starvsfelagi kravdi Luthers Katekismus við øllum viðmerkingum uttanat á donskum, og somuleiðis hitti eg tannáringar, nýliga farnir úr skúlanum, sum kundu messa alla Danmarks Historie úr enda í annan uttanat, um stundir vóru til tað. Slíkt var jú høpisloysi, sum ongin ynskir aftur í skúlan. Men hinvegin er tað so mangt, sum tú hevur gagn av at duga uttanat – dugir tú t.d. ikki lítlu tabell uttanat ella bókstavaraðið a­b­c.., hevur tú trupulleikar, og somuleiðis um tú ikki fært ávísar mállæruramsur, eitt nú í týskum, inn í høvdið. Í mínum barnaárum í Kvívík varð ikki nógv uttanatslæra kravd av okkum; men hvørji jól eri eg takksamur fyri, at okkum varð álagt umframt Gleðilig jól og Føgur er foldin at læra okkum sálmar sum Nú ringja kirkjuklokkur so hátt, Tað sótu seyðamenn á vakt, Heilaga stund, Her koma, Jesus, tíni smá og fleiri aðrar uttanat. Í hesum viðfangi kunnu vit eisini hava í huga, at tað í stóran mun var Petter Dass og hansara uttanatlærda bíbilska sangskaldskapi fyri at takka, at føringar í farnum øldum vóru so væl fyri í bíbliukunnleika, sum teir vóru. Og hvussu hevði verið vorðið við okkara aðal mentanararvi dansinum, um ikki kvinnur og menn løgdu sær eina við at fáa lært kvæðir og vísur uttanat? Kennist ikki eisini midnáttarsangurin á ólavsøku lættari og fríari, um tú bara kanst stinga heftið í lumman og syngja uttanat? Samfelagsviðurskiftir broytast, og mangt, sum hevur hugfangað eitt tíðarskeið, missir sítt tíðarbæri og má dvína fyri tíðarinnar tonn. Soleiðis við nógvum av teimum sangum, sum vit av fullum huga sungu í barnaárum. Men nýtt grør upp av tíðarinnar tilelving, perlur leggjast aftrat teim verandi, og duga vit við stimbraðari sanggleði, sum mentamálaráðharrin nú leggur upp til, bæði at varðveita tað virðismikla og lofta tí nýggja, sum kemur, verða útlitini góð fyri, at felagssangur framhaldandi verður eitt positivt mentanareyðkenni fyri okkara fólk. Ein gleðilig ábending tann vegin er tað, at Føroya Sanglærarafelag nú boðar frá nýggjari skúlasangbók um skamma tíð. “Syngið meira í skúlanum!” - eitt gott tilmæli frá mentamálaráðharranum Ólavur Hátún