týsdagur 2. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 190 - 2. oktober 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í dag 2. oktober eru 40 ár
liðin, síðan Halgir Winther
Poulsen
byrjaði
sum
advokatur í Føroyum. Hann
kom úr starvi í Danmark og
fór at arbeiða hjá Leivur
Lützen
og
Demmus
Hentze.
Halgir hevði arbeitt nøkur
ár í Danmark, og hann
arbeiddi eisini hjá sjálvum
Mogens Glistrup. Halgir
hevur alt gott at bera Glist
up, uttan at tað harvið er
sagt, at hann lærdi av hon
um! Glistrup var í Føroyum
fyri nøkrum árum síðani,
og tá fingu teir eitt prát um
gamlar dagar.
Halgir er sonur Kristonnu,
ættað av Tvøroyri, og Niels
Winther Poulsen, sum var
úr Skopun. Halgir er tó
føddur í Sumba, har pápin
tá var lærari. Seinni fluttu
tey tó til Skopunar, og Halg
ir gjørdist skopuningur.
Tað er nógv broytt innan
sakførarayrkið hesi 40 árini.
Tá vóru teir tríggir advokat
ar á skrivstovuni, nú eru
teir átta.
Tað er tó enn meira
broytt, síðan Petur Alberg
skrivaðu í síni dagbók fyri
1899:
“I Dag kom Postdamp
skibet Laura fra København.
En passager hertil var
Prokurator Alberg Weihe
med Kone og to Børn. Al
berg Weihe skal nedsætte
sig her i Thorshavn som
Sagfører, men det kan vist
ikke nytte ham noget, thi
det er meget sjældent, at en
Sag er for Retten, saa han
faar vel ikke meget at
gøre.”
Tað skal tó sigast, at Petur
seinni strikaði hetta út aftur
í dagbókini. Kanska hevur
hann seinni funnið útav, at
henda metingin í hvussu er
var skeiv!
Halgir hevur verið ein
fínur advokatur, og hann
hevur altíð verið góður í
ráðum. Men hann hevur
eisini gjørt seg galdandi á
fleiri týðandi økjum.
Nú øll eru so spent uppá
oljuna skal ikki gloymast,
at tað var Halgir, sum
stoypti kúlurnar í samband
við samráðingarnar við dan
ir um undirgrundina. Her
var so væl grundgivið og
undirbygt, at danska stjórn
in sum frá leið ongan annan
útveg sá sær enn at gevast á
hendur.
Sjálvur
sigur
Halgir, at hetta er ein tann
mest spennandi uppgáva,
hann hevur havt.
Seinni var hann eisini við
í samráðingunum um undir
grundarmarkið við Bret
land. Her stóð eisini leingi
nógv á, men so loysnaði, og
tað fekst ein semja, sum øll
eru fegin um.
Halgir hevur eina stuttliga
søgu frá tíðini, tá ið verulig
kreppa var í landskassanum.
Hann var biðin um at fara
til
Íslands
at
umboða
Føroyar í samráðingum um
Rock All. Men tað var so
lítið av peningi í landskass
anum, at hann varð spurdur,
um hann ikki kundi leggja
ferðaseðilin út uppá at fáa
peningini aftur, tá tað aftur
fløddi í landskassanum!
Halgir hevur eisini í
øðrum málum verið nýttur
sum ráðgevi hjá tí almenna.
Um tað hevur verið lurtað
eftir hansara ráðum hevur
valdast eitt sindur, um hetta
hevur
hóskað
politisku
áhugamálunum. Í Jógvan S
málinum
var
tað
ikki
opportunt at fylgja hansara
greiða tilmæli, men rættar
málið aftaná gav honum
viðhald.
Nú Halgir er farin um
pensjónsaldur
er
hann
blivin dómari. Hann er
enntá fyrsti føroyskt setti
dómarin, nevniliga í fasta
gerðarrættinum, sum skal
taka støðu í fakligum ósemj
um. Afturat hesum umboðar
hann almenningin í fjøl
miðlanevndini. Hetta eru
alt øki, har tað er brotið upp
úr nýggjum, og avbjóðing
arnar eru har eftir.
Hinvegin letur Halgir nú
hini á skrivstovuni taka sær
av vanligum rættarmálum.
Halgir er giftur við Ásu
Ellefsen úr Miðvági. Tey
eiga børnini Niels, Elin,
Kristionnu og Jógvan Elias.
Væl hevur Halgir dugað at
alt síni børn. Trý teirra eru
løgfrøðingar, og eitt av
teimum er eisini gift við ein
um løgfrøðingini. So gud
viti, hvat tey tosa um, tá ið
familjan kemur saman!
Vit ynskja tillukku og
góða eydnu framyvir.
ó.
Halgir 40 ár sum
advokatur
...tá ið prísurin eisini er avgerandi!
13.900,-
einans
Fæst í hesum litum:
• Bláur/svartur
• Reyður/svartur
• Gulur/svartur
www.dekkmaster.fo · info@dekkmaster.fo · telefon 227 000
Sprint
skutari