Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 2. oktober 2007 15 Bill Clinton og Hans Blix staðfestu tað í Norðurlanda­ húsinum í gjár. Heimsins toppleiðarar staðfestu tað í New York í farnu viku: Størsta hóttanin hjá heimi­ num í dag er globala upp­ hitingin og størsta felags uppgávan er at minka um útlátið av CO2, við at nýta minni og reinari orku. Heimsins leiðarar taka loksins umhvørvisspurn­ ingin í ramasta álvara. Ein høvuðsboðskapur hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum er: Vit kunnu øll gera nakað! Hóast USA við Bush ikki ganga á odda, so eru fleiri amerikanskir statir sjálvbodnir farnir at seta tiltøk í verk at minka um útlátini. Og vit eiga at nýta teir fyrimunir, vit sum eitt lítið land hava, at leggja okkara orkunýtslu um. Hetta fyri at gera okkara til at bøta um støðuna, og eisini fyri at kunna branda Føroyar sum eitt umhvørv­ isvinarligt og orkumed­ vitað land. Tað skulu vit gera, við at seta umhvørvis­ og orku­ verkætlanir í gongd, ið eru so gjøgnumførdar og for­ vitnisligar, at tær vekja ans úti í heimi. Vit hava longu eina vetni­vindorku­verk­ ætlan í Nólsoy, har enda­ málið er, at allur orkutørv­ urin í Nólsoy skal stava frá varandi orkukeldum. Tað er ein góð byrjan, sum fer at verða fyrimynd fyri onnur oyggjasamfeløg. Men okkum tørvar eina verkætlan, sum kann nýtast sum modell fyri aðrar byggiætlanir í stórbýum kring heimin. Og her er Stjóratjørn ein upplagdur møguleiki. Stjóratjørn er hin størsta byggiætlanin her heima nakrantíð. Sæð við altjóða brillum, er tað tó ikki áhugavert í sjálvum sær. Men, verður verkætlanin víðkað við einari orkuvina­ ligari dimensjón, so fer Stjóratjørn uttan iva at vekja ans hjá byggifyri­ tøkum og politikarum í nógvum londum. Stóratjørn kann sam­ metast við at byggja eina bygd í einum býi, og ímyndi tykkum bygdina sum eina kenda “grøn­ orku­bygd”. Ein bygd, har 1000 fólk búgva, og har handilsdepil, frítíðar­ og ítróttarhallir, skrivstovu­ bygningar og hotell alt er rikið við so lítlari og so reinari orku, sum til ber. Í samstarvi millum almennar myndugleikar og íleggjarar, kann Stjóratjørn gerast eitt altjóða trekk­ plástur, samstundis sum vit, sum land, taka nøkur risa fet. Ikki einans við at gera Føroyar til eitt land við rein­orku­image, men eisini til eitt munandi bíligari land at reka, og í framtíðini eitt land, sum í lítlan mun er heft av innfluttari orku. Tað er bert ein spurn­ ingur um tíð, fyrr enn vit av kostnaðarávum verða noydd at leggja okkara orkunýtslu um í stórum stíli. Um ikki hóttanirnar av vakstarhúsárinunum gera tað, so verður tað okurs oljuprísir, sum noyða okkum at hugsa orkuspari­ ng og endurnýtslu av orku í nógv, nógv størri mun enn í dag. Bill Clinton var bergtikin av flagtekjum á føroyskum húsum. Eisini flagtekjur minka orkunýtsluna og bøta um CO2 dálkingina. Eitt brand, vit als ikki sjálvi hava hugsað um. Fleiri flagtekjur og ein nýbygdan býling, ið einans verður rikin við reinari orku, fer at gera føroyska høvuðsstaðin víðagitnan, við øllum teimum fyri­ munum, tað førir við sær. Hetta skal tí vera ein áheitan á teir pengatungu íleggjarar, ið sótu á fremstu røð og lurtaðu eftir Clinton í Norðurlanda­ húsinum. Ella við orðunum hjá Arnold Schwartznegger í New York í farnu viku: Action! Action! Action! Stjóratjørn sum altjóða grøn bygd Bjørt SamuelSen Kommunusamskipan Føroya er tvørkommunalur felagsskapur, ið virkar fyri felags áhugamálum og størri kommunalum sjálvræði. Aðalhugsjónin er, at kommunurnar skulu umsita øll mál, ið eru beinleiðis viðkomandi fyri borgaran. KSF arbeiðir fyri greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, og at kommunali myndugleikin verður styrktur. KSF veitir m.a. løgfrøðiliga ráðgeving, skipar fyri skeiðum, gerð av felags mannagongdum og kunning til limakommunurnar og almenningin. Limakommunurnar í KSF eru Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Vágs kommuna og Sands kommuna. KSF umboðar 69 % av íbúgvunum í Føroyum. www.ksf.fo Søkt verður eftir skrivstovufólki til Kommunusamskipan Føroya, KSF, at byrja skjótast gjørligt SKRIVSTOVUFÓLK STARVIÐ Í samstarvi við aðalskrivaran og umsitingina fert tú at taka tær av felags áhugamálum hjá limakommununum. Tú fert millum annað at: standa fyri vanligum skrivstovuhaldi so sum bókhaldi, journal, postavgreiðslu og innkeypi skipa fyri og luttaka í tiltøkum hjá KSF samskifta við landsmyndugleikar, áhugabólkar og onnur fyrireika fundir, skeið og annað felagsvirksemi fáa til vegar kunning og tilfar til limakommunurnar FØRLEIKAR KSF roknar við, at tú: hevur skrivstovuútbúgving ella annan viðkomandi lærdóm hevur áhuga í kommunuviðurskiftum hevur góð samstarvsevni og ert fyrikomandi hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst dugir at hava nógv at gera og at arbeiða skiftandi tíðir KSF BJÓÐAR Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiði við nógvum ymiskum uppgávum. Vit bjóða tær eisini fakliga menning, skeið og onnur viðkomandi tilboð. SETANARTREYTIR Talan er um fulltíðarstarv. Starvsstaðurin er Tórshavn. Starvið er lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóan Petur Hentze, aðalskrivara, tel. 302482 ella 282480. Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera KSF í hendi í seinasta lagi 19. oktober 2007. Send umsóknina til: Kommunusamskipan Føroya, KSF · R.C. Effersøesgøta 30 100 Tórshavn ella til jph@ksf.fo.