Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 190 - 2. oktober 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Týsdagin 2. oktober verður Jógvan Róin, fyrrverandi yvirlækni, 80 ár. Vit hava hitt hann og fingið eitt prát um hansara lív Jógvan er fuglfirðingur. Pápi hansara var Jákup Frans f. Eldevig úr Fuglafirði og mamman var Lutheria, ættað úr Lorvík. Jákup Frants var fiskimaður. Jógvan gekk í skúla í Fuglafirði. Lærarar vóru Eliesar Reynberg og Karl Kristiansen. So var lærar­ inna, sum var helvtina av tíðini í Fuglafirði og hina helvtina á Hell­ unum. Seinasu árini var Sigurd Petersen eisini lærari. Um tað gekk sum vanligt hjá øðrum ungum dreingjum, hevði Jógvan helst farið til skips, tá ið hann fór úr skúlanum. Men 13­14 ára gamal fekk hann ”smittuna”, sum tað varð kallað. Hetta var lungnahindabruni, sum kundi føra til tuberklar, um illa vildi til. Men ein kundi eisini gerast frískur, og hendi hetta, var so at siga sloppið við tuberklum, tí sjúkan virkaði sum ein vaksinatión. Jógvan slapp væl, hann lá í seingini 3 vikur og gjørdist frísk­ ur aftur. Men enn hevur hann ein plett á lunganum, og hann skuldi eisini ganga til kontroll. Í hesi støðu var neyvan ráðiligt at fara til skips. Mostir Jógvan, Bina Lervig, sum búði í Havn, bjóðaði honum at koma at búgva hjá sær, um hann hevði hug til at fara á preliminerskúla. Hon hevði skógvahandilin ”hjá Demmus” í mong ár. Demmus var skómakari, ættaður úr Skálavik, og hevði eisini útsølu av skóm. Jógvan tók av og fór í 1942 til Havnar í skúla. Teir vóru 13 næm­ ingar, og her kom Jógvan í flokk saman við so kendum fólki sum Johan Nielsen, Jonu Henriken, Tummas N. Djurhuus og Mogens Egholm, sum seinni gjørdist ein starvsfelagi. Preliminerprógv tók tvey ár. Síðan helt Jógvan fram á studenta­ skúla, sum eisini tók tvey ár, hann var tískil liðugur við hesa skúla­ gongd í 1946. Tá skuldi yrkis­ leiðin veljast. Hann ætlaði at gerast verk­ frøðingur, men her var ikki pláss. Síðan avgjørdi hann at fara at lesa til lækna, og hannn fór longu niður í 1946. Royndi kortini sjólívið Í støðgum í sínum lesnaði kom Jógvan kortini at royna sjólívið. Í 1948 og 1949 sigldi hann við Krosssteini. Hetta var ein av teim­ um ensku koltrolarunum, sum komu til Føroyar eftir kríggið. Reið­ ari var Jákup Haraldsen, keypmaður og reiðari í Fuglafirði. Seinast í 40­ unum gekk framvegis hampiliga væl við hesum skipum, og Jógvan fór við hesum skipi á saltfiskaveiðu í Barentshavið. Hetta var í teirri tíðini, tá ið toskurin var so sera smáur at virka, og tveir triðingar av veiðuni fór út aftur. Í 1950 var Jógvan við Kyrja­ steini hjá sama reiðarí. Teir vóru á línuveiðu í Grønlandi. Kyrjasteinur var komin til Føroya nýbygdur í 1937 og var tá roknaður sum eitt av fremstu skipunum í flotanum. Hann var framvegis eitt væla skip í 1950. Jógvan kom eisini at royna sjó­ lívið nógv seinni. Hann kendi væl Pola Johannesen, og Poli bjóðaði honum eina summaferiu at koma við trolbátinum Marjun í Eystur­ sjógvin, har føroyingar høvdu nokk so nógva roynd hesa tíðina í 70­unum. Gjørdist medisinari Jógvan verður liðugur sum lækni í 1957. Tá vóru tríggjar høvuðs­ linjur, sum ein lækni kundi velja sær. Tað var medisin, kirurgi ella psykiatri. Fram til 1959 var landssjúkra­ húsið rikið við einum lækna, sum spenti um bæði medisinska og kir­ urgiska viðgerð. Men sum gongd­ in var í læknavísindi varð neyðugt at býta hetta upp. Tískil fekk landssjúkrahúsið í 1959 ein med­ isinskan yvirlækna, og var hetta danin Bent Jensen. Jógvan valdi í fyrsta umfari at gerast serlækni í medisinskari við­ gerð. Fyrstu tíðina eftir próvtøk­ una arbeiddi hann á sjúkrahúsunum á Frederiksberg og Gentofte. Árini 1960­1963 arbeiddi hann í Havn saman við Bent Jensen. Innan fyri medisinska viðgerð eru eisini sergreinir, og tí søkti Jógv­ an í 1963 um 1. hjálparlæknastarv á hospitalinum í Odensen, har hann skuldu fáa sær serkunnleika í maga­ og tarmsjúkum. Hetta starv fekk hann, hetta var ein fantastikur kjansur sigur Jógvan. Sjúkrahúsið var í sær sjálvum sera frammarlaga. Afturat tí var eisini lærdur háskúli í Odense, har læknafrálæran var knýtt at sjúkrahúsinum, og gjørdi hetta møguleikan enn betri at fáa sum mest burtur úr. Stóra tokvanlukkan Í Odense kom Jógvan út fyri eini skakandi hending. Hetta var 10. august 1967 um kl. 10­11 á morgni. Tá rendu tvey tok saman sunnanfyri Odense. Hetta var ein sera ógvuslig vanlukka. Teir komu seks læknar til vanlukkustaðið beinanvegin og Jógvan var ein teirra. Líkindini vóru ring og tað regnaði av grimd. Samanstoyturin hevði verið so harður, at tað lógu tríggir tokvogn­ ar omaná hvørjum øðrum. Nógv fólk sótu føst og máttu skerast leys. Tá mátti bráfeingis hjálpin vera at geva teimum morfin fyri at doyva pínuna. Jógvan skuldi so saman við Falk royna at hjálpa teimum í tí mittasta vogninum, har teir lógu oman á hvørjum øðrum. Hetta man vera ein tann ringasta tokvanlukka í Danmark í nýggjari tíð. Tað doyðu 11 fólk, 17 vórðu álvarsliga løstað og 19 minni løstað. Hetta merkti eisini, at sjúkra­ húsið í Odensen varð yvirfylt hesa tíðina. Tað vóru eisini óbein­ leiðis offur. Ein av sjúklingunum hjá Jógvan átti ein son, sum var í tokinum. Tá ið hon hoyrir tíðindini um vanlukkuna fer hon í skundi á vanlukkustaðið at leita eftir sonin­ um. Hon finnur hann ikki, og gerst so skøkk, at hon støkkur upp at bløða, og mátti tí eisini fáa læknahjálp. Seinni vísti tað seg kortini, at sonurin var sloppin sera væl. Tað gekk leingi, áðrenn alt var komið uppá pláss á sjúkra­ húsinum eftir hesa hending. Gerst yvirlækni Aftaná tíðina í Odense fer Jógvan upp til Holstebro í Norðurjútlandi at arbeiða sum yvirlækni á sjúkra­ húsinum har í býnum og á sjúkra­ húsinum í Lemvig nærindis. Í Holstebro nýtti hann sín serkunn­ leika innan tarm­ og magasjúkur, meðan tað í Lemvig var medis­ inski førleikin. Hetta vóru tvey sera ymisk sjúkrahús. Tað í Lem­ vig var sum í Klaksvík, meðan tað í Holstebro er størri enn í Havn. Í 1973 fer Bent Jensen úr Føroy­ um, og Jógvan fekk hansara starv. Veruliga hevði hann ætlað sær at vera nøkur ár afturat í Danmark fyri at fáa størri royndir innan sítt serøki, men sum landið lá, var besti møguleikin at koma heim tá. Tað hevur verið ein sera stór menning á viðgerðarmøguleikun­ um hesa tíðina innan medisinska økið. Tað eru so nógv betri møgu­ leikar at lekja fólk við heilivági, enn tað hevur verið. Hetta sæst eisini á útreiðslunum til heilivág! Tað vísti seg skjótt at gerast tørvur á øðrum serlæknum á med­ isinsku deildini. Ein tann fyrsti serlæknin, sum kom afturat, var Erik Norderø, sum var serlækni í hjartasjúkum. Síðan eru serlæknar komnir á øðrum økjum. Hava funnið fyrsta sjúkling við sukursjúku Jógvan hevur eisini verið nógv við í gransking. Sukursjúka hevur verið eitt av hansara arbeiðs­ og áhugaøkjum. Hann var við í eini granskingar­ verkætlan í samband við sukur­ sjúku. Endamálið hevur millum annað verið at finna fram til upp­ runan av sukursjúku í Føroyum, og at fáa staðfest um sukursjúka er arvilig. Í samband við hesa verk­ ætlan vitjaðu tey 84 familjur við sukursjúku. Tað er eydnast at finna fram til fyrsta sukursjúkusjúklingin í Føroyum, og tað er staðfest, at sukursjúkan upprunaliga kemur úr Noregi. Tað varð eisini staðfest, at sukursjúkan í hvussu er partvíst er arvilig. Umhvørvið hevur eisini ávirkan. Tað var ikki fyrr enn í 1920­ unum, at tað bar til at viðgera Jógvan Róin 80 ár nøvn Her er Jógvan saman við abbasoninum Boga, tá ið hann gjørdist studentur í summar Lilli, kona Jógvan. Hon doyði í 1986 Her tekur Jógvan ímóti lasaranum frá Føroya Felag móti Krabbameini, sum er umrøddur í greinini. Her síggjast umboð fyri Krabbameinfelagið saman við Jógvan Róin og Sonnu Dahl Niclassen, sum eisini er ein veteranur frá landssjúkrahúsinum