Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 2. oktober 2007 17 Andlát og jarðarferðir Kistan við Jóan Magnus Johannesen fer úr kappellinum í dag klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni mikudagin kl 13:30. Tey, ið ynskja at senda blómur ella krans kunnu í staðin senda eina gávu til Emaus(emmaus) konta í peningastovninum. Amalia Petersen vanliga nevnd Malla Selatrað andaðist leygardagin á Eysturoyar Røktar-& ellisheim 95 ára gomul Jarðarferðin verður úr Selatraðar kirkju Mikudagin kl 14.00 Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Amalia Petersen (Malla) f. Simonsen Selatrað andaðist á Eysturoyar Røktar- & ellisheimi 29. septembur, 95 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Selatraðar kirkju Mikudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Marita, Óli , Símun, Hannelena, Egil og Sonja Ein merkismaður er farin um sýn. John var 76 ár. Í fleiri ár hevur hann plágast av ymiskum sjúkum, men lítið hevur tað sæst á hansara virkisfýsni. Hann hevði stóra arbeiðs- orku, og hevði fleiri góðar gávur, sum hann eisini nýtti. John sigldi mong ár, fyrst við fiski- skipum og síðani við farmaskipum, og áðrenn hann fór í land, var hann fleiri ár skipari á førum, sum gjørdu seismiskar kanningar ymsastaðni í heiminum. Hann hevði ein víðan sjónarring, hevði upplivað mangt og hvat og dugdi sera væl at greiða frá. Vit arbeiddu saman á Vónini í eini 16 ár. Hann var ein maður, sum fekk mál frá hondini og eg hevði stóra gleði av at virka saman við honum. Eg havi kent hann tað mesta av mínum lívi og havi havt so lætt at samskifta við hann, bæði sum vin og arbeiðsfelaga. Hann var so lættlyntur. Tey ting, sum hann gekk uppí - og tey vóru mong - gekk hann uppí við lív og sál. Hann var grindamaður um ein háls. Síðani vit fluttu inn á Glyvrar fyri næstan 35 árum síðani hava vit havt okkara andaliga heim í Berøa í Salt- angará, og í samkomuni hevur hann verið ein av høvuðsstuðlunum og andaligur vegleiðari, hevur dugað væl at umgingist bæði ung og eldri. Hann og Esther hava sýnt eitt ómetaligt trúfesti. Hansara málsligu førleikar komu eisini væl við har, tí hann var millum bestu tulkar í land- inum millum enskt og føroyskt. Hann var so beinrakin í at fáa rætta føroyska týdningin fram. Hjá mær er eitt stórt tómrúm eftir John, og tað má vera sera stórt hjá hansara nærmastu, sum hann gekk so nógv uppí. Fyri ikki at tala um hjá Esther, tí ein sá, hvussu nær tey vóru knýtt at hvør øðrum. Hann var vinur og frændi. Eg minnist hann við virðing og tøkk. Olaf Olsen John Poulsen til minnis sukursjúku við insulin. Àðrenn tað var hetta ein deyðilig sjúka, men nú verður roynt á ymiskan háttt at gera lívið hjá sjúklingum so gott sum gjørligt, millum annað við kostráðgeving. Jógvan var eisini við til at stovna Diabetisfelagið, hann var nevndarlimur inntil fyri nøkrum árum síðani. Eisini hevur Jógvan verið við í norð- urlendskari granskingarætlan viðvíkj- andi magasár. Kannað hevur verið sløg- ini av magasári og títtleiki. Magasár fæst oftast av strongd, men eisini av heilivági, sum fer illa við maganum. Tað hoyrist ikki so nógv um magasár í dag, tí heilivágurin er so góður. Eisini hevur Jógvan verið við til at fáa staðfest, at ein sjúka, sum føroyingar hava meira av enn onnur, er bløðandi tjúkktarmssjúkur, har bløtt verður úr endatarminum. Orsøkin fyri hesum er uttan iva, at føroyingar eta meira feitt enn onnur, og hetta elvir til hesa sjúkuna. Undangongumaður í endoskopi Jógvan hevur verið undangongumaður í endoskopi ella sokallað kikarakanning og -viðgerð. Hetta merkir, at tað ber til at geva fólki skurðviðgerðir uttan at opa tey. Til dømis kunnu gall og nýra- steinar takast gjøgnum eitt lítið hol í búkinum. Viðgerðin kann eisini gerast við at koyra ”kikaran” niður gjøgnum vælindið. Hetta er nógv betri fyri sjúklingin og sparir fleiri dagar í innlegging. Tað hevur verið ein stór lækna- ráðstevna í Føroyum um hendan viðgerðarháttin, har Jógvan var ein oddamaður. Til stuttleika kann verða nevnt, at einaferð varð skrivað í bløðunum, at shahurin í Iran hevði fingið hesa kollveltandi viðgerðina. Men hetta var ikki annað enn tað, sum Jógvan longu tá var í holt við. Eitt annað er viðgerð við lasara. Meðan Jógvan arbeiddi har, fekk sjúkrahúsverkið eitt slíkt tól frá Føroya Felag móti Krabbameini. Hetta tól kundi brúkast til at opa trongar. Eitt dømi er, tá ið fólk kundu fáa krabbamein í hálsinum, og hann typpist meira og meira. Tá ber til við lasara at opa hendan trongan. Jógvan var tá í London at læra seg at nýta hetta tól, sum hevur lætt nógv um hjá sjúklingum. Eisini menniskjansligur Meðan tað hevur verið arbeitt við hesi grein hava vit fingið eitt gott dømi um, hvussu Jógvan er sum menniskja. Tað var ein sjúklingur, sum var sera sjúkur í nógv ár. Men viðkomandi bar hesa sjúku við einum toli, sum var heilt merkisvert. Sjúklingurin var eisini til viðgerðar í Danmark í longri tíðarskeið, har tolið og lyndið hjá sjúklinginum viðkom- andi vakti ans hjá teimum, sum vóru um hann. Tá ið hesin sjúklingur kom heim aftur, fekk hann bræv frá Jógv- ani, har hann segði seg vera stoltan av at vera hennara landsmaður. Hetta bræv hevur skapað eina slíkan tokka hjá familjuni hjá hesum sjúklingi til Jógvan, at tey framvegis minnast hetta við takksemi, hóast tað er mong ár liðin. Læknin hevur orðið Í nógv ár var Jógvan eisni radiolækni. Hann hevði stuttar sendingar í útvarp- inum, har hann greiddi um læknalig evni. Hesa sendingar gjørdi hann longu, meðan hann búði í Danmark. Hann tosaði sendingarnar inn á band og sendi tær heim at spæla av. Jógvan fær tað ummæli frá starvs- feløgum, at hann er róligur, nærlagdur og arbeiðssamur, og at hann hevur verið slóðbrótari á ymiskum økjum. Legði frá sær og kortini ikki Jógvan fór frá við eftirløn í 1995, men hetta merkir ikki, at hann er givin at arbeiða. Hann hevur verið fleiri tíðarskeið í Noregi og Svøríki, har hann hevur arbeitt á sjúkrahúsi. Tey seinastu árini, og seinast nú í summar, hevur hann loyst av á sjúkrahúsinum í Klaksvík, og hann er enn lækni á hvíldarheiminum Naina. Familjan Í lestrartíðini møtti Jógvan Lilli Well- ington Pedersen, og giftust tey í 1951. Lilli var Jógvani ein dyggur stuðul. Hon arbeiddi sum sjúkrasystir og tók sær av teimum fimm børnunum, líka- mikið um bústaðurin var Keypmanna- havn, Tórshavn, Odense, Lemvig ella aftur Tórshavn. Hóast familjan flutti nógv, hava tey við summarhúsinum á Suðurfjóni, ið tey keyptu í 1965, og sum tey eiga enn, altíð havt hetta stað at venda aftur til. Í hesu perluni skapti Lilli tryggar karmar hjá allari familjuni. Hóast Lilli var donsk, dámdi henni sera væl í Føroyum. Serliga dámdi henni væl at ferðast í føroysku náttúrini, og mangir vóru túrarnir, ið familjan gjørdi bæði her heima og uttanlands. Hon doyði brádliga í 1986 bert 59 ára gomul. Jógvan hevur eisini sítt at passa. Hann býr uppi á Hoyvík í húsum, sum hann bygdi sær eftir, at tey komu til Føroyar. Honum dámar væl at vera í havanum, og eisini at fara á flot. Børnini eru Bjørg, Ása, Frans, Ruth og Andras. Abbabørnini eru 12, og tað er eisini komið eitt langabbabarn. Nú føðingardagin hava børnini bjóðað honum til Rom, og hetta hevur hann glett seg nógv til. Jógvan ber sín aldur sera væl. Vit vilja eisini ynskja honum tillukku við hesum stóra degi. ó. Henda myndin er frá tokvanlukkuni í 1967, tá ið Jógvan var við í bjargingar­ arbeiðinum. Hann varð eisini umrøddur í donskum bløðum í hesum sambandi nøvn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Napoleon Johansen Miðvági andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkið á G4 og B8 og Bjarna Bæk prest. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Missiónshúsið. Tøkk til David Johannesen, prest, fyri góð orð í kirkjuni. Tøkk til sangarar og kirkjutænarar. Hjartans tøkk til allar hjálpandi hendur til jarðarferðina og tøkk til øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Dinna og Jørleif Dagurin 3. oktober. Metta. Teir vita ikki um nakra halgikvinnu við hesum navni. Navnið er Margreta styt