Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 190 - 2. oktober 2007 tíðindi Um ein nýggju vinna kann taka seg upp í Føroyum, er helst ivasamt, men í øllum førum var Bill Clinton hugtikin av teimum føroysku flagtekjunum, sum hann heldur eru við til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum CLINTONVITJAN Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Útflutningur av flagtekjum. Hetta ljóðar sum ein vánalig skrøna, men føroysku flagtekjurnar hava hugtikið sjálvan Bill Clinton so mikið nógv, at hann ikki ivast í, at hesar kunnu brúkast til at fyribyrja útlát av vakstrarhúsgassum. Bæði uppi við Hotel Føroyar og í Norðurlanda­ húsinum í gjár hevði hann føroysku húsatekjunar á munni. Sjálvt um tær kanska ikki tilsamans eru so nógvar í tali, so mótvirka tær útláti, umframt at vera orkusparandi, tí tær bæði virka móti kulda og ov nógvum hita. Bill Clinton heldur, at før­ oyska fyribrigdið, sum tó eisini finst aðrastaðni, í størri mun skuldi verið brúkt í strembanini at mót­ arbeiða veðurlagsbroytinga. ­ Tá eg koyrdi úr luft­ havnini og sá tykkara vøkur oyggjar, legði eg til merkis seyðirnar, sum eg minnist frá barndóminum, men sum her hjá tykkum eru fleirlittir. Eg legði eisini til merkis flagtekjurnar, og hugsaði um, at tit eru langt framm­ anfyri okkum amerikanarar á hesum økinum. Hugsa sær til hvussu stóra nyttu ein býur sum New York, sum vit sjálvi nú búgva í eftir forsetatíðina, kundi fingið burtur úr hesum, segði Bill Clinton. Umframt at vera skaðiligt á umhvørvið, so hækkar prísurin á brennievni alsamt. Útlit eru fyri, at tunnuprísurin, ið liggur um 80 dollarar í løtuni, fer upp upp 100 dollarar, áðrenn long tíð er fráliðin, segði Bill Clinton á pallinum í Norðulandahúsinum. Fyrrverandi amerikanski forsetin segði vera til reiðar at vera eitt slag av ambassadøri fyri Føroyar og mæla fólki til at vitja hendanvegin. Líka sum Hans Blix held­ ur Bill Clinton, at veðurlags­ broytingar er ein tann størsta hóttanin móti heim­ inum. Hann nevndi eisini stóra vøksturin í fólkatal­ inum, sum eina stóra hóttan, um ikki meiri verður gjørt fyri at betra um livikor og mórarbeiða fátækradømi. Útrokningar vísa, at um eini 40 ár fer fólktalið at vaksa úr 6,5 mia. upp í 9 mia., og tað eru valla nóg nógvir resursir til øll hesi fólkini. Sum dømi nevndi hann tilfeingið í sjónum, ið part­ vís er hótt av ovurfisking, men eisini orsakað av broyt­ ingum í veðurlagnum, ið ger, at nógv plankton verður útruddað. Ein partur av fyrilestrinum hjá Bill Clinton kann hoyr­ ast og síggjast á portal.fo“ www.portal.fo. Flagtekjur hugtaka Clinton Sansir høvdu sniðgivið pallin og sett dám á umhvørvið, sum Clinton og Blix ferðaðust í í Norðurlandahúsinum. Av Sansum verður sagt, at arbeitt var við føroysku flagglitunum: reyðum, bláum og hvítum. Bakveggurin og klæðini hjá Tórunn Ellingsgaard vóru í bláum, teppið var hvítt, og stólarnir reyðir. Bakveggurin myndaði eitt føroyskt landslag í hvítari handteknaðari striku á bláum botni. Ljóst bláligt ljós var kastað á bakveggin, so strikan stóð køld og ljósablá á myrkabláari bakgrund. Teppið hevur Sirri tøvt úr hvítari føroyskari ull. Reyðu stólarnir vóru eggið hjá Arna Jacobsen, og harumframt var pallurin prýddur við fræsisfuglunum úr glasi hjá Tróndi Pætursyni. Bill Clinton og Hans Blix fingu hvør sín fugl til gávu frá fyrireikarunum CLINTONVITJANIN Eydna Skaale eydna@sosialurin Tórunn Ellingsgaard, ið var samskipari av Clinton vitjanini, var bókstaviliga væl ílatin til arbeiðið. Tað var nevniliga føroyski sniðgevin Beinta Poulsen, ið hevði sniðgivið klæðini, sum Tórunn var í. Beinta Poulsen er annar av eigarunum og sniðgevun­ um av merkinum Soul­ Made. Tær byrjaðu við einum haldli á Vesterbro, men tá tær byrjaðu at fáa vind í seglini, gjørdu tær av at lata handilin aftur, og heldur savna seg um at selja á heilsølu til aðrar handlar. Tær selja m.a. til Illum á Strøgnum, umframt 30 aðrar handlar í Danmark. Eisini selur Beinta Poulsen klæði síni í Svøríki, Hollandi, Týsklandi, USA og Føroyum. Hóast kvinnurnar handan SoulMade byrjaðu tværeinar, so hava tær í dag fleiri fólk í arbeiði. Eitt starvsfólk er fulla tíð, eitt er hálva tíð, og nøkur arbeiða freelance. Harumframt hava tær søluumboð í Hollandi, og tær arbeiða í løtuni við at finna søluumboð bæði í Japan og Norra. Heimasíða: www. soulmade.nu. Tórunn væl klødd Tórunn Ellingsgaard var í klæðum av merkinum SoulMade, sum føroyska Beinta Poulsen eigur og rekur. Tað er Beinta sjálv, sum hevur sniðgivið klæðini, sum Tórunn var í. Mynd: Sunva Lassen