Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 2. oktober 2007 19 tíðindi Royndi diplomaturin og fyrrverandi vápnaeftirlitsmaðurin Hans Blix, heldur, at vápn og veðurlagsbroytingar eru størstu hóttanirnar hjá heiminum VITJAN Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Sum hann stóð har, líktist hann als ikki einum manni, ið næsta ár rundar tey áttari. Hans Blix hevur ongantíð verið kristiskari enn júst nú, og hann finst framvegis at USA og Onglandi fyri at krevja avvápning av øðrum londum, samstundis sum tey sjálvi fylla egnar vápna­ goymslur og tvíhalda um rættin til at liggja inni við kjanorkuvápnum. Áðrenn innrásina í Irak gjørdi Hans Blix og hansara fólk eitt stórt arbeiði fyri at finna útav, um Sadam Hus­ sein lá inni við hópoyðingar­ vágnum. Nakað sum síðani er prógvað, at tað gjørdi landið ikki. Tí bygdi innrás­ in i Irak á skeivar fortreytir. Royndi diplomaturin var tann fyrri av teimum báðum fínu gestunum á pallinum í Norðurlandahúsinum í gjár. Saman við konuni kom hann til Føroya í vikuskift­ inum. Sum diplomathjún hava búð og ferðast í sera nógvum londum og hava framvegis góðan hug at ferðast. Hans Blix, ið eitt stutt skifti var svenskur uttan­ ríkisráðharri, heldur, at tvær tær størstu hóttanirnar, sum heimurin stendur yvir­ fyri í dag, eru vápn og veðurlagsbroytingar. Tað finnast ikki færri enn 27.000 kjarnorkuspreingi­ høvd í heiminum, og sjálvt um talan er um eina minking síðani kalda kríggið, gongur kurvan aftur uppeftir, ti alt fleiri lond hava fingið kjan­ orkuvápn. Teirra millum India, Pakistan og Ísrael. Tilsamans hava átta lond kjarnorkuvápn, og nógv uppá, at eisini Iran ætlar at útvega sær kjarnorkuvápn. Svenski diplomaturin gjørdi alt, sum stóð í hans­ ara valdi at forða fyri eini innrás í Irak. Hann var undir sera stórum trýsti frá serliga USA og kom um nakar at standa fyri skotum tá. Hans Blix vísti á, at tað var rættiliga torført at koma við prógvum um, at Irak ikki hevði hópoyðileggingar­ vápn, tí hvussu próvar mann, at nakað ikki finst? Svenskarin er sterkur fortalarin fyri at brúka ST­ felagsskapin og vísir á, at heimins lond er tættari knýtt enn nakrantíð. Tí heldur hann eisini, at tað er minni sannlíkt, at nakar fer at brúka kjanorkuvápn. Men hóttanin er har kortini. KlummA Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Er man glaður fyri rós, má man eisini taka rís. Ongin ivi er um, at tiltakið hjá Vinnuhúsinum við Bill Clinton og Hans Blix var sera væl eydnað í allar mátar. Og tó.... har var minst ein strika í rokning­ ini. Tíðindafólkini, sum høvdu atgongd til Norður­ landahúsið, vóru ikki ser­ liga væl nøgd við arbeiðs­ umstøðurnar. Sum nøkur fá av teimum nógvu hundrað fólknum í Norðulandahúsinum í gjár, vóru hesi ikki bara komin at lurta og njóta, men vóru samstundis til arbeiðis. Arbeiðsumstøð­ urnar vóru bara ikki til staðar. Um tú skuldi fylgja við tí, sum fyrfórst á pallinum, mátti tú standa. Har var hvørki borð ella tað, sum líktist nøkrum at skriva á. Ein sá heldur ikki at skriva, tí tað var bøla­ myrkt uppi á balkongini. Úrslitið var, at tíðinda­ fólkini máttu »hanga« við blokki og penni á smala kantinum út yvir salin í bølamyrki. Oftani verður sagt, at vit føroyingar finna okk­ um í alt nógvum, og tað er ivaleyst nakað um hetta. Men har vóru eisini útlendsk tíðindafólk, og tey ristu á høvdinum. Og tá tosað verður um at professionalisera okkara lítla samfelag, var tað ikki júst professionalisma ið rann okkum til hugs ta løt­ una. Sum eitt av fjølmiðlafólk­ unum tók til, tá viðkomandi staðfesti vánaligu arbeiðs­ umstøðurnar, so var Bill Clinton valla komin til Føroya uttan við góðari hjálp frá júst fjølmiðlunum. Og spennandi var hetta fyri okkum fjølmiðlafólk, men bæði Vinnuhúsið og onnur, ið ætla at skipa fyri tílikum í framtíðini, eiga at hugsa at hava hesi viðurskifti í lagi. Tað vildi verið býtt, um slíkir »smálutir« skulu birta undir, at vit fáa eina bland­ aða umtalu í útlendskum fjølmiðlum.... við ella uttan Clinton og Blix. Tá eg spurdi stjóran í Vinnuhúsinum, Jan Morten­ sen, hví so var, segði hann, at vanligt hava fjølmiðlar ikki atgongd til fyrilestrarnar hjá Bill Clinton. Hetta hevur Vinnuhúsið so kortini fingið loyvi til. Haldi bara ikki, at slík umbering kann brúkast, tí tá man hevur sagt A, má man eisini siga B og bjóða nøktandi arbeiðs­ umstøður. Betri næstu ferð..... mugu vit vóna. Rós og rís clINToNVITJAN Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Tað vóru ikki nógvir tómir stólar í stóra sali í Norður­ landhúsinum, tá ein ein fegin formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Johan Páll Joensen, kom á pallin og kundi ynskja fyrrverandi amerikanska forsetanum, Bill Clinton, og fyrrverandi vápnaeftirlitsmanninum, Hans Blix, vælkomnum til Føroya. Johan Páll Joensen takk­ aði fyri góðu undirtøkuna frá teimum ymsu fyritøkun­ um, ið stuðlaðu tiltakinum. ­ Við at gera tað vanliga, fáa vit tað vanliga, men við at gera tað óvanliga, kunnu vit heysta nakað óvanligt, segði hann við teir áhoyrar­ nar í einum stúgstappaðum sali. Tær fyritøkurnar, ið ser­ liga hava stuðlað tiltakinum, eru: Eik, Føroya Banki, Kauthing, Atlantsflog, Shell, Statoil, Atlantic Petr­ oleum, Føroya Tele, Faroe Seafood og Maru Seafood. Vápn og veðurlag størstu hóttanir Gera nakað óvanligt Ein vælupplagdur svenskari á pallinum í Norðurlandahúsinum. Kendi diplomaturin, Hans Blix, sum hevði bjóðað konuni við sær til Føroyar Johan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, heilsar her upp á Bill Clinton, sum er á veg inn í Norðurlandahúsið Mynd: Jens Kristian Vang