týsdagur 2. oktober 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 190 - 2. oktober 2007
tíðindi
Tað sigur stjórin í Vinnuhúsinum,
Jan Mortensen, sum var ein av
høvuðsfyrireikarunum av Clinton
vitjanini. -Alt gekk sum tað skuldi,
so tað fekk valla verið betri
Clintonvitjan
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
- Tað klappaði alt, so vit kundu ikki verið
betri nøgdir, sigur Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum.
Hvat hugsaðu tit, tá tit frættu, at hann
ætlaði sær ein túr oman í býin?
- Tað vistu vit faktiskt einki um, tí vit
sótu uppi í Norðurlandahúsinum til fyrilest-
urin hjá Hans Blix tá. Clinton skuldi hava
fyrilestur kl 15.00, og tá klokkan nærkað-
ist, frættu vit, at hann var á veg niðan úr
býnum. Men tað var stuttligt, at hann fekk
ein túr, og at fólk fingu høvi at heilsa uppá
hann, sigur Jan Mortensen.
Fekk tú eisini høvi at heilsa uppá hann?
- Ja, eg, formaðurin í arbeiðsgevarafelag-
num og stjórin í Norðurlandahúsinum tóku
ímóti honum, tá hann kom niðan í Norður-
landahúsið. Eg má siga, at hann var júst
tann fyrikomandi maðurin, sum man hevur
sæð so ofta í sjónvarpinum. Og fyrilesturin
hjá honum var eisini góður. Hann dugdi
væl at gera tað viðkomandi, tí hann dróg
Føroyar og føroysk viðurskifti inn í globalu
spurningarnar.
Hava tit nú fingið mót uppá at endurtaka
hetta tiltakið, og møguliga fáa onkran
annan verðinsmann til Føroya?
- Nei, tað hava vit ongar ætlanir um.
Vinnuhúsið er til fyri at veita eina ávísa
tænastu, ikki fyri at vera arrangør av slík-
um tiltøkum. Vit vildu bert vísa, at tað ber
til at fáa slíkar statsmenn og heimsmenn til
Føroya.
Og er endamálið við vitjanini rokkið?
-Ja, eg haldi at vit hava ávíst, at hetta kann
lata seg gera í Føroyum, og eg haldi, at vit
í gjár øll kendu eitt ávíst søguligt veingja-
suð. Og so er tað parturin uttanfyri Føroyar.
Har fara vit í næstum at gera eina eftirmet-
ing, fyri at síggja hvørja ávirkan vitjanin
hevur havt. Men vit byrja longu at síggja
ringarnar breiða seg, m.a. er eitt longri inn-
slag at síggja á heimasíðuni hjá Jyllands-
postinum í morgun. Og tað hevur eisini
verið okkurt at sæð í øðrum útlendskum
bløðum, sum eru komin út í morgun. So
samanumtikið má eg siga, at eg eri stak
væl nøgdur við alt tiltakið, sum tað var.
Bill Clinton er tiltikin Harley
Davidson-fjeppari, tí fekk hann
eina føroyska troyggju í eyðkendu
litunum hjá Harley Davidson.
Clintonvitjan
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað var lagamanni hjá føroyskum Harley
viðhaldsfólkum at gera okkurt serligt burt-
ur úr hátíðarligu vitjanini. Tøting í Gøtu
hevur gjørt hesa serligu føroysku Harley
Davidson troyggjuna, sum er í eyðkendu
litunum hjá heimskenda lívsstílsmerkinum
Harley Davidson. Troyggjan er traditionella
myrkamorreyða
troyggjan
við
silvurknappum á aðrari økslini. Bulurin er
myrkamorreyður,
ermarnar
gráar
og
hálsurin appilsingulur. Tað var Ove Ritter,
sum er umboðsmaður fyri Harley í
Føroyum, sum hevði skipað fyri.
Hann var so heppin sjálvur at sleppa at
handa fyrrverandi forsetanum troyggjuna
uppi á Hotel Føroyum, har tann størsta
Harley motorsúkklan, sum nakrantíð hevur
verið í landinum, varð sýnd fram.
- Bill Clinton var so umhugsin, at hann
signeraði tangan á súkkluni. Eisini fekk eg
eitt lítið prát í ein minutt ella so við hann,
sigur ein fegin Ove Ritter. Hann fer nú at
gera sítt til, at føroyska Harley troyggjan
verður sett í framleiðslum, so hon kann
vera partur av rúgvismikla úrvalinum hjá
Harley Davidson.
Rd.
Myrkamorreyð
Harley-troyggja
til Clinton
Eg eri stak væl nøgdur
Síggið og hoyrið Bill
Clinton á Portalinum
Tey, sum ikki høvdu høvi at
vera í Norðurlandahúsinum
í gjár, kunnu síggja og
hoyra Bill Clinton á
Portalinum.
Krøvini til fjølmiðlafólkini
vóru strong, í sambandi við
fyrilesturin hjá Bill Clinton
og Hans Blix í gjár. Avgjørt
varð frammanundan, hvør
kundi taka myndir og hvør
kundi taka upp sjónvarp.
Alt tilfarið var lagt á eina heimasíðu hjá
Vinnuhúsinum, sum øll fjølmiðlafólk so
kunnu brúka, sum teimum lystir.
Leinkjan til kykmynd av Bill Clinton er:
http://www.portal.fo/?page=kykmyndir&k
m=128
Gongutúrur í havnargøtum
Lagt til rættis: Rigmar Dam
Myndirnar tóku:
Jens Kr. Vang
Eirikur Lindenskov
Rigmor Dam