týsdagur 2. oktober 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 2. oktober 2007
21
tíðindi
Handil og Kaffi á Vaglinum fekk eisini
óvæntaðar kaffigestir mánadagin.
- Bill helt at kaffi frá Brell, sum vit selja,
smakkaði heilt væl, siga tey á ALV.
Handilin verður rikin av fólki sum eru
arbeiðstarnaði, og vørurnar verða latnar av
avlaminspensionistum.
Frá vinstri síggja vit Fanny Joensen,
Sunrid Højgaard, Bill Clinton, Kristina
Larsen, fyristøðukvinna á Alv, og
leiðararnir Charlotta á Váli og Óluvá
Hermansen.
Fyrrverandi forsetin vitjaði eisini í Gamla
Bókahandli. Har keypti hann sær
Dimmuna og Sosialin, umframt nakrar
bøkur um Føroyar sum ferðamál.
Fyrr í summar fekk H. N. Jacobsens
bókahandil tann stóra heiðurin at koma á
listan yvir bestu og hugnaligastu
bókahandlar í heiminum, hjá danska
blaðnum Politiken. Gamli bókahandil
verður her sammettur við bókahandlar í
New York, Havana, Rio De Janeiro, Berlin
og Rom. Á listanum var ongin danskur
bókahandil.